mikudagur 4. juni 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 NORÐOYASTEVNAN 2008 Sosialurin 4. juni 2008
- Hóast eg
arbeiði í fiski
hvønn dag, og
maðurin er sjó-
maður, so dámar
okkum eisini
sera væl tað
sum vit sjálvi
framleiða her
á NORÐFRA, -
serliga fiskafrika-
dellurnar, sigur
Sunrid Sirdal,
flakakvinna í
Norðdepli
Fiskaarbeiði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Norðdepil: Tað liggur eingin
útróðrarbátur og landar, tá
Snoddi kemur oman á
havnarlagið í Norðdepli.
Alt andar av friði úti, men
inni á virkinum NORÐFRA
binda arbeiðsfólkini als ikki
frið:
Tey hava í øllum førum úr at
gera við at framleiða allar tær
vørurnar, sum virkið hevur í
útboði sínum til tann føroyska
marknaðin.
Í einum rúmi standa tvær
kvinnur og steikja fiskafrika
dellur og í einum øðrum fýra
aðrar og pakka.
Ja, hesar frikadellurnar frá
okkum eru sera væl umtóktar.
Tær ganga faktiskt sum heit
breyð, sigur Sunrid við einum
brosi.
Hon arbeiðir annars mest
sum reinskerari, men tá eingin
fiskur er til tað, plagar hon at
luttaka í øðrum arbeiðum á
virkinum.
Eg havi arbeitt her í trý ár.
Og her er gott at vera, sigur 35
ára gamla
flakakvinnan í og
úr Norðdepli.
Smakkur
og tilgerð
Er tað nakað sum
NORÐFRA hevur
lagt seg eftir, so man tað vera,
at fiskurin ið kemur út frá
virkinum hevur hægstu
góðsku.
Dentur verður tí millum
annað lagdur á, at fiskurin
kemur skjótt til høldar, verður
blóðgaður beinanvegin, kemur
í ísvatn og verður frystur innan
næstu 24 tímarnar.
Tað er sum, tey beinleiðis
siga tað á flakavirkinum í
Norðdepli, at fiskurin gerst
ongantíð betri, enn tá hann er
nýfiskaður. Tí er neyðugt við
neyvari og
skjótari viðgerð.
Hetta er kanska
ein orsøkin til, at
Sunrid og øll hini
á virkinum hava
merkt til eina
øktan áhuga frá
føroyingum fyri
fiskavørum teirra. Konseptið á
virkinum er, at fiskavørurnar
skulu vera fjølbroyttar, skulu
vera vælsmakkandi og har
aftrat lættar at tilgera heima
við hús.
Ja, vit hava so altíð úr at
gera, sigur Sunrid. Hinar í
rúminum nikka samtykkjandi.
Hinar tríggjar eru eisini við í
Køldu fri
ganga su
»Eg havi arbeitt
her í trý ár. Og
her er gott at
vera«
- Okkum dámar sera væl hesar frikadellurnar, sigur Sunrid Sirdal
Martha Sivertsen hevur júst fylt frikadellurnar í eina eskju. Í komandi døgum enda tær á onkrum føroyskum
døgurðaborði
Tann stóra og snildisliga innrættaða steikipannan, sum skjótt og væl steikir frikadellur til
føroyska marknaðin