mikudagur 4. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 4. juni 2008
15
Magnus Fuglø, bil
førari á bilstøðini
Auto í Havn, kundi
mánadagin hátíðarhal
da at 30 ár vóru liðin
síðan hann saman við
øðrum bilførarum
kom frá bilstøðini
Akstur Bil, sum tá
bleiv niðurløgd, til
Auto at koyra
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mánadagin 2. juni hátíðar
helt Magnus Fuglø, bilførari
á bilstøðini Auto í Havn, at
30 ár vóru liðin, síðan hann
byrjaði at koyra á støðini.
Magnus, sum er klaksvík
ingur, hevði koyrt á bilstøð
ini Akstur Bil í 14 ár, áðrenn
hann kom í Auto at koyra 1.
juni 1978.
Bilstøðin Akstur Bil bleiv
stovnað í 1960 av Hans
Nybo, Hans Mellemgaard
og Yarmouth Mellemgaard.
Støðin helt til í N. Finsens
gøtu, í somu húsum sum
Simme Musikkhús og barb
erurin Valdemar Poulsen
hildu til.
Aðrir sum koyrdu á støð
ini vóru til dømis Tórhallur
Jacobsen, Piddi Poulsen,
Borgar Nybo, Magnus Fug
lø, Osmundur Brandarsker,
Jentoft Christensen, Ib Poul
sen, Martin Kjærbo, Carl
Johansen, Hjalmar Jacob
sen, Henning Thomsen,
Hanus Lind og Sverri Han
sen.
Umframt
hýruvognar
koyrdu eisini fleiri bussar á
Akstur Bil í sambandi við
rutukoyring eftir Oyggjar
vegnum saman við Eyðálvi
Johannesen í Kollafirði og
øðrum bilførarum norðan
fyri á Streymoynni.
10. mai 1978 vóru Hans
Nybo, Borgar Nybo og
Magnus Fuglø frá Akstur
Bil á fundi við nevndina í
Auto, og eftir at bilstøðin
Akstur Bil varð niðurløgd,
komu teir flestu av bilførar
unum í Auto at koyra og
byrjaðu tann 1. juni 1978.
Umframt Magnus Fuglø
komu eisini hesir hýru
vognsføraranir frá Akstur
Bil til Auto at koyra: Hans
Nybo, Borgar Nybo, Hanus
Lind, Sverri Hansen, Hjal
mar Jacobsen, Olivar Rein
ert og Finnur Simonsen.
Prát er við Magnus Fuglø
í sendingini Bilradio á Rás2
fríggjamorgunin
6.
juni
millum kl. 8.00 og 9.00 og
leygardagin 7. juni kl.
13.00
bilar
Magnus Fuglø 30 ár í Auto
Magnus Fuglø kundi
mánadagin hátíðarhalda, at
hann hevur koyrt á bilstøðini
Auto í 30 ár.
Akstur Bil fyrst í 60-unum.
Simme Musikkhús helt eisini
til í hesum húsum. Handilin
hjá Thomas Dam er har sum
handilin hjá Føroya Tele er í dag
Fýra Mercedes-Benz bussar í Akstur Bil sum koyrdu rutukoyring eftir Oyggjarvegnum
Mynd uttan fyri Akstur Bil. Hans Nybo, Anfinn Bláhamar og
Yarmouth Mellemgaard sita her á Standard Vanguard bilinum
hjá Hans Nybo