Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. juni 2008 NORÐOYASTEVNAN 2008 15 pakkingini av hesum frikadellu­ num, sum kanska longu dagin eftir enda á døgurðaborðinum í fleiri heimum kring landið. Góð uppskrift Millum ár og dag gerast mong ymisk fiskasløg til mangar ymiskar rættir her á NORÐFRA. ­ Tað sum serliga ger, at fólki dámar okkara vørur er, at allur fiskurin er feskur og verður framleiddur beinanvegin, slær Sunrid fast. Henda dagin í farnu viku, tá umboð fyri Sosialin vitjaðu á virkinum gekk sjón fyri søgn: Fiskurin varð malin í eini kvørn við ymiskum góðum í, og eftir eini rættiliga serstakari uppskrift sum gevur tann góða og serliga smakkin. Tað er helst so sum Sunrid sigur tað við brosi á kinn: ­ Eg havi eina eskju við okkara fiskafrikadellum heima við hús. Tá ein sjálv ikki dugir at fáa tær eins góðar sum tær her á virkinum, so má ein bara keypa tær! Úr kvørnini fer fiskurin bein­ leiðis í eina stóra ­ og til enda­ málið snildisliga innrættaða ­ steikipannu í eina arbeiðsrúmi­ num. Síðani vórðu tær stoktu frikadellurnar fluttar inn í eitt pakkirúm, har Sunrid og starvsfelagar hennara Mai, Martha og Jóhanna stóðu klárar til næstu uppgávuna. Gott arbeiði Uppgávan hjá teimum fýra í dag var rættiliga greið: Viga frikadellurnar í tvær ymiskar nøgdir. Í fyrra førinum verða tær vigaðar í ein posa við fimm í hvørjum, og í seinna førinum í eina eskju við umleið 35 frikadellum í hvørjari. Henda eskjan vigar um 3,5 kilo. ­ Hetta er eitt gott arbeiði, sigur Sunrid, sum arbeiðir hálva tíð á virkinum. Hon byrjar klokkan 8 og fer til hús aftur á middegi. ­ Restina av degnum eri eg hjá børnunum, sigur hon við einum brosi. Klokkan er farin at nærkast 12 og um eina lítla løtu er hesin arbeiðsdagur hennara at enda komin. kadellurnar um heit breyð Tær fýra ídnu flakakvinnurnar í pakkingini – vinstrumegin Mai Fuglø, Martha Sivertsen, Sunrid Sirdal og Jóhanna Hansen »Eg havi eina eskju við okkara fiskafrikadellum heima við hús. Tá ein sjálv ikki dugir at fáa tær eins góðar, sum tær her á virkinum, so má ein bara keypa tær«