mikudagur 4. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 105 - 4. juni 2008
Stutt Sagt
Banna CARE
at virka
Myndugleikarnir í Zim
babwe hava sett altjóða
hjálparfelagsskapinum
CARE International at
arbeiða í landinum, tí sam
bært
myndugleikunum
hevur felagsskapurin sam
starvað við ta politisku
andstøðuna.
Løgreglan
hevur kannað málið í sein
astuni, og hesa tíðina hev
ur CARE ikki virkað í
Zimbabwe, sigur BBC.
Talsfólk hjá felagsskapin
um avsanna skuldseting
arnar um politiskt virk
semi. Hildið verður, at
fýra milliónir fólk í Zim
babwe hava tørv á mati.
Landsins forseti, Robert
Mugabe, er í hesum døg
um í Rom á altjóða mat
vøruráðstevnu.
Bøndur
í verkfalli
Tann høgi prísurin á mat
vørum hevur eisini trýst
prísin á kraftfóðuri til
húsdjór upp, og tað kemur
millum annað mjólkar
bøndrunum í fleiri londum
illa við. Í Týsklandi og
Niðurlondum
kravdu
bøndurnir meiri fyri mjólk
ina, og tað eydnaðist teim
um at fáa politikararnar at
slaka. Í Sveis gjørdu um
leið 27.000 mjólkarbøndur
ikki mætari enn at fara í
verkfall fyri at fáa meiri
fyri mjólkina. Tað hjálpti,
og í gjár gingu myndug
leikarnir við til at hækka
prísin.
Í Sveis fóru mjólkarbønd
urnir í verkfall fyri at fáa
meiri fyri mjólkina (Mynd:
AFP)
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Tað er tykkum fyri at takka, at eg kann
standa her og siga, at eg eri forsetavalevn
(Barrack Obama)
útlond
Sum tann fyrsti
svarti amerikanarin
nakrantíð hevur
Barrack Obama
fingið nóg stóra undir
tøku til at stilla upp
sum forsetavalevni
hjá øðrum av teimum
stóru flokkunum.
Hillary Clinton hevur
kortini ikki lagt
kongin
Tað er tykkum fyri at
takka, at eg kann standa her
í dag og siga, at eg eri for
setavalevni hjá demokratun
um, segði Barrack Obama,
tá hann í nátt takkaði sínum
viðhaldsfólkum í St. Paul í
Minnesota. Umleið 20.000
fólk vóru sloppin inn at
lurta eftir honum, og sam
bært fjølmiðlunum stóðu
onnur 15.000 uttanfyri.
Barrack Obama tryggjaði
sær sigurin í tí allarseinasta
umfarinum í uppstillingar
valinum í nátt. Hann vann í
Montana, meðan Hillary
Clinton
vann
í
South
Dakota. Tað var kortini ikki
sjálvur sigurin í Montana,
sum var avgerandi, men
heldur tað, at Barrack
Obama tryggjaði sær stuðul
frá 2.118 valmonnum, sum
eru neyðugir fyri at fáa
meiriluta á tí endaliga upp
stillingarfundinum
hjá
demokratunum í august.
Tá tann 46 ára gamli
senatorurin úr Illinois fór á
pallin at takka sínum veljar
um, hevði Hillary Clinton
júst verið á pallinum í New
York og hildið sína takkar
røðu. Men tey, sum vænt
aðu, at hon fór at viðurkenna
ósigurin og at taka seg aftur,
mistóku seg. Tvørturímóti
greiddi hon fundarfólkinum
frá, at hon fer at taka ta
neyðugu tíðina til at hugsa
seg um.
Hetta hevur verið eitt
langt valstríð, og eg geri
onga niðurstøðu í kvøld,
segði hon.
Varaforseti
Í gjár kom ein ábending frá
Hillary Clinton om, at hon
er hugað at stilla upp saman
við Barrack Obama sum
hansara
varaforsetaevni.
Hesin møguleiki hevur ver
ið frammi fyrr, og nógvir
amerikanarar siga, at tað
hevði verið eitt ”dreymalið”
hjá demokratunum at stilla
tey bæði upp.
Tann møguleikin er til
staðar, svaraði Hillary Clin
ton á einum telefonfundi, tá
ein av luttakarunum helt
fyri, at demokratarnir hava
nógv størri møguleikar at
vinna í heyst, um teir stilla
bæði Obama og Clinton
upp.
Obama
tryggjaði
sær
sigurin júst fimm mánaðir
eftir, at uppstillingarstríðið
byrjaði í Iowa tann 3. jan
uar. Valdysturin millum
hann og Hillary Clinton
hevur skapt ein so stóran
áhuga fyri politikki, sum
einki valstríð frammanund
an hevur megnað, og val
luttøkan hevur eisini verið
størri enn nakrantíð fyrr.
Spjaðing
Men uppstillingarvalið hev
ur eisini avdúkað, at í veru
leikanum ganga veljararnir
hjá demokratiska flokkinum
í bólkum, og at hetta er
serliga sjónligt, tá tað snýr
seg um húðalit og aldur.
Í fleiri statum hava næst
an 90 prosent av teimum
svørtu veljarunum atkvøtt
fyri barrack Obama. Har
afturímóti hevur hann havt
stórar trupulleikar við at
fáa stuðul frá hvítum ar
beiðsfólki og teimum eldru
veljarunum.
Hesi
hava
atkvøtt fyri Hillary Clinton.
Tí halda fleiri, at tað hevði
verið ein styrki fyri flokkin,
um tey bæði stilla upp í
felag í heyst.
Hillary Clinton hevur
onkuntíð fyrr givið okkurt
hissini tekin um, at tey bæði
eiga at finna saman, men
Barrack Obama hevur als
ikki viljað tosa um, hvønn
hann vil hava til varafor
setaevni. Tað gjørdi hann
heldur ikki í nátt.
Tað eru ikki øll, sum
halda, at tað hevði verið ein
fyrimunur
fyri
Barrack
Obama, um Hillary Clinton
stóð á vallistanum sum
hansara
varaforsetaevni.
Longu síðani tann fyrsta
dagin í valstríðnum hevur
hann tosað um ”broyting”
og ”nakað nýtt”, og summir
eygleiðarar halda, at hann
víkir frá hesum slagorðu
num, um hann fær sær
Hillary Clinton til varafor
setaevni.
And the winner
is Barrack Obama
Alt hetta er tykkum fyri at takka, segði Barrack Obama fyri 20.000 viðhaldsfólkum í nátt (Mynd: Polfoto)
Hillary Clinton segði, at hon
vil hava tíð til at umhugsa
støðuna (Mynd: Polfoto)