mikudagur 4. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 105 • 04. juni 2008
Johan vil gera einum
kenningi eina vina
tænastu. Hetta mundi
hann komið heilt lort í
býin av. Johan er eisini
í Aberdeen, tá ið
kríggið heldur uppat.
Hann heldur fram at
sigla og fer við
trolaranum Havborgin.
Men fyrst til henda
vanlukku túrin, tá ið
Johan kundi enda sum
bretskur krígsfangi
Eg fór so aftur við Hjalmar aftur
í 1944, har Hjalmar Petersen
úr Fuglafirði var skipari. Hetta
við snurring var summarfiskarí,
og vit gjørdu ein góðan túr. Tá
seldu vit fyri 2.600 pund, sum
var sera gott. Vit fiskaðu tað,
sum kallaðist witches, ein langur
klænur flatfiskur, reydligur á liti.
Eg var staddur niðri sjálvan
D-dagin, tá teir sameindu gjørdi
innrásina í Frankaríki 6. juni
1944. Tá var eg motorpassari
við Hjalmar. Vit høvdu verið
undir Íslandi og vóru farnir inn
í Reykjavík. Har kom ein maður,
svenskari búsitandi í Føroyum,
umborð, og hann bað meg taka
ein lítlan pakka heim við til
konuna. Hetta var veruliga ikki
loyvt, men hvat verður ikki gjørt
millum vinir!
Eg segði, at eg kundi taka
pakkan, men hann mátti ikki
skriva nakað, sum kundi finnast í
pakkanum. Tað lovaði hann, og eg
fekk pakkan. Meiningin var, at vit
skuldu fara inn í Føroyum á veg til
marknað. Tá hevði neyvan verið
nakar trupulleiki.
Men tað gjørdu vit ikki, vit fóru
beinleiðis niður. Har kom Secret
Service umborð. Eg hevði eisini
eitt fotografiapparat við mær. Tað
var heldur ikki loyvt. Hetta hevði
eg grivið niður í kolkjallaranum.
Teir spurdu so, um nakað var
umborð at kanna. Eg segði, at eg
hevði ein lítlan pakka, og hann lá
afturi í maskinrúminum. Eg fór so
aftur eftir honum og legði hann á
borðið. Teir pakkaðu upp. Tá var
tað tilsetningsstoff til kaffi, sum
var í pakkanum. Tey flestu munnu
kenna Richs. Hetta vóru reyðar
stongir. Hann hevði pakkað hetta
væl inn, men aftast í pakkanum
var eitt bræv.
Hetta sá jú sera illgrunasamt
út!. So eg varð tikin í land til for-
hoyr, sum eg stóð í klovstúvlum.
Skipið varð eisini kannað úr enda
í annan. Eg sat har í sjey tímar.
Minnist framvegis myndina av eini
æðu í hesum hølinum, so eg kom
ikki at gloyma, hvussu ein æða sá
út. Eg fekk hvørki vátt ella turt.
Komu á svartalista
Eg skilti aftaná, at hetta var
ein partur av trygdartiltøkunum
undan D-degnum. At enda kom
ein yvirmaður, sum tosaði íslend-
skt. Hann hevði verið í Íslandi.
Eg skilti nakað av íslendskum,
tí eg hevði siglt nakað har uppi.
Hann segði, at tíbetur stóð einki
í brævinum uttan tað, sum var
vanligt í einum brævi frá einum
manni til eina konu. Men hevði
nakað staðið av hernaðaligum
áhuga, ”hevði tú rokið út á
oynna Man”, sum varð nýtt til
krígsfangar.
Eg royndi at siga, at maðurin,
sum átti pakkan var missionerur.
Gamaní, men teir vóru ofta teir
ringastu!
Hjalmar kom eftir hetta á ein
svartalista yvir skip, sum blivu
serliga væl kannað, tá ið tey
komu í bretska havn. Teir vóru ikki
blíðir umborð á Hjalmar, tí sjálvt
hvør avís varð endavend aftaná.
Annars slapp eg við skrekkinum.
So lítið skuldi til, men tað var
kanska ikki so løgið, so spent
støðan var. Tað, sum varð skrivað
og ikki toldi dagsins ljós, var ofta
í kotum. Tað skuldi so lítið til, at
menn gjørdust illgrunasamir.
Tað fyrsta, konan spurdi, tá
ið hon fekk pakkan, var: ”Hvar
bleiv brævið av?” Hon skuldi bara
vitað! Men hon fekk so tað, sum
var í pakkanum, og var hetta slíkt
sum var forkunnugt í Føroyum.
Hans Jacob Ellingsgaard greiðir
frá eini hending, sum eisini
vísir hvussu varnir teir vóru. Ein
dagin fekk Hans Jacob, sum var
trúboðari í Aberdeen, at vita,
at tey kundu rokna við at missa
telefonina. Orsøkin var tann, at
hann í eini telefonsamrøðu við
eina føroyska kvinnu hevði nevnt
eitt føroyskt skip, sum hon hevði
áhuga fyri. Hann hevði nevnt
navnið og at skipið skuldi sigla
tá og tá úr Aberdeen. Samrøðan
var avlurtað, og at nevna slíkt
var strangt forboðið av trygdar-
orsøkum. Týskarar kundu jú havt
lurtað eisini. Hann misti ikki
telefonina, men tá Hans Jacob
seinni skuldi fara at endurnýggja
dokkpassið, sum var ein treyt fyri
at sleppa oman í dokkina, dró
hetta út í fleiri dagar, og júst
henda samrøðan var orsøkin.
Hetta endaði við, at hann fekk
eina yvirháling frá bretskum
heryvirmanni fyri at hava sett
sínar egnu landsmenn í vanda.
Var í Aberdeen við
krígslok
Tann dagin, teir fóru í land í Nor-
mandínum, fóru vit út úr Aberdeen.
Tað var ein sjaskmorgun. Eg skilti
ongantíð, at teir sluppu í land. Tað
varð eisini sagt aftaná, at veðrið
hevði verið ruskut. Men hetta vistu
vit ikki av fyrr enn aftaná.
Eg var eisini staddur í Aberdeen
við Hjalmar tann dagin, kríggið
varð av. Hjá teimum var tað 8.
mai. Tá var frøi á fólkinum. Tey
brendu allar hesar vaktskúrarnar,
sum vóru ímyndin av krígnum, og
tað var dansur í gøtunum. Hetta
var stuttligt at eygleiða.
Tað vóru eisini onnur føroysk
skip í Aberdeen um hetta mundið.
Hjá onkrum teirra var tað so
óheppið, at tey seldu ikki, fyrr
enn friðurin varð lýstur. Tá høvdu
Johan Norðfoss:
Kundi endað sum
krígsfangi á oynni Man
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Her sæst Hjalmar, TN 70, á Havnarvág. Tann kom 20. Apríl saman við Árnanes sum fyrstu skip aftur úr Aberdeen við
føroyskum flaggi – eftir bretskum boðum