Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. juni 2008 NORÐOYASTEVNAN 2008 17 At skula fara til tannlækna er eitt sum mong ikki eru so fegin um. Men bøtast kann um henda óttan. - Fær ein tosað við fólk um tað at fara til tannlækna, so verður úrslitið sum oftast eitt annað, sigur Berghild Gullaksen, tann- røktari í Klaksvík TannrøkT Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Klaksvík: - Ja, hetta upplivi eg rættiliga ofta í mínum arbeiði, sigur Berghild Gullaksen, sum byrjaði at arbeiða við tann- heilsu fyri 22 árum síðani. Hetta arbeiðið var innan barnatannrøktina í Klaksvík. Hetta arbeiðið dámdi henni væl. Men eftir at hava starvast her í samfull 18 ár, tók hon avgerð um at byrja fyri seg sjálva sum tannrøktari. Í 2004 lat hon upp eina tann- røktarstovu, sum kallast “Norðoya Tannrøkt” í egnum kjallara. Og her hevur hon alla ta útgerðina, sum krevst til at útinna hetta týdningarmikla arbeiðið hjá børnum, ungum og vaksnum. - Skal ein byggja eina slíka tænastu upp, so má man vera tolin. Slíkt kemur ikki eftir einum degi, men tað eru kortini fleiri og fleiri sum venda sær til mín. - Tað er næstan ikki dagur, at ikki onkur ringir og biður um tíð, greiðir Berghild frá. Enn er ikki talan um fulltíðar- starv, men hvønn einasta dag eru millum 6 og 8 fólk í viðtalu í tannrøktarstovuni, tey allar- flestu sjálvandi úr Norðoyggj- um. Fyribyrging og vegleiðing Hóast arbeiðið hjá einum tann- lækna er bæði gott og neyðugt, skerst ikki burtur, at tað finnast mong, sum hava ótta fyri teimum. Innan tannrøkt og tannheilsu er skipanin hon, at tannlæknar- nir hava sínar uppgávur, með- an Berghild og aðrir tannrøkt- arar hava sínar uppgávur at røkja. - Okkara arbeiðið er í stóran mun at fyribyrgja trupulleikum við tonnunum og at vegleiða fólk í góðari tannrøkt, greiðir hon íðin frá. Hetta arbeiðið verður gjørt á ymiskan hátt á tannrøktar- stovuni her í Uppsølum. Berghild hevur útgerð og amboð at kanna tenninar hjá fólki, hon kann reinsa tær og hon kann eisini taka røntgen- myndir. - Gjøgnum hesar myndirnar kann eg síggja, um fólk hava hol í tonnunum ella tey hava eina byrjandi paradentosu. - Hetta er ein álvarsom sjúka, sum kann gera sítt til at tennin- ar hjá fólki gerast leysar og sum í ringasta føri viðførir at tær detta úr, sigur hon. Góð ráð Arbeiðið hjá einum tannrøktara er kortini ikki einans við útgerð og tólum. Viðhvørt má ein gera brúk av sálarfrøði. Tað kemur meiri enn so fyri, at tað koma fólk á gátt hjá Berghild fyri at fáa góð faklig og menniskjanslig ráð í samband við tannheilsu. - Her koma ofta fólk fyri at biðja um góð ráð um, hvussu tey skulu busta tenninar á rættan hátt. Og onnur koma, tí at tey óttast fyri at fara til tannlækna. - Eg royni altíð at geva mær góða tíð til tað einstaka við- skiftafólkið. Tað er umráðandi, at tey fáa ta tíðina sum tey hava tørv á, sigur hon. Í slíkum førum hevur Berg- hild umstøður og møguleikar at gera fólk rólig fyri teirri komandi vitjanini hjá einum tannlækna. Ein teirra er at greiða teimum frá øllum tí, sum hendir undir eini tannlæknavitjan – millum annað um útgerðina, tey ymisku ljóðini í eini tannlækna- stovu, og hvat arbeiðið hjá einum tannlækna er. Eitt annað stig á hesi leið er at lata viðskiftafólkið sjálvt seta seg í tannrøktarastól hennara, og síðani práta víðari um tað at skula fara til tannlækna. - Tað vísir seg tíbetur, at tað gerst lættari hjá teimum at fara til tannlækna, tá vit soleiðis hava tosað saman eina løtu, greiðir Berghild frá. Eingin orsøk at óttast tannlæknan Tannbesta bustin er tannbustin Hóast bert tann eina tann- læknastovan – umframt skúlatannlæknan - er í Klaksvík í dag, vísir Berghild á, at tey ungu í Klaksvík hava góðar tenn. Eingin ivi um tað. Støðan er í roynd og veru so góð, at teimum tørvast nærum ikki at fara til tannlækna hvørja ferð. Tað er nóg mikið hjá teimum at fara til ein tannrøktara í fyrsta umfari. - Síggi eg, at tey kortini hava eitt hol í onkrari tonn ella okkurt annað má gerast við tenninar, so vísi eg teimum sjálvandi víðari til ein tannlækna. Eg eri jú bara tannrøktari, sigur Berghild. Fleiri orsøkir eru til at tey ungu í Klaksvík hava betri tenn nú enn áður. Ein av stóru orsøkunum til hetta er tann nógva og góða upplýsingin um tannheilsu. Líkt er til, at hetta veruliga hevur rinið við bæði børnini og foreldur teirra. Busta tenn ... Nógv verður gjørt við at vitja skúlar og barnagarðar, fyri at greiða teimum frá týdninginum av at halda tenninar. Úrslitið av hesum arbeiðinum er eisini til at staðfesta. - Eg síggi væl, at tey ungu hava verið ófør at busta sínar tenn heilt frá barnaárunum. Og úrslitið er, at tey hava sera góðar tenn í dag! Hinvegin so er eingin loyna at tey ungu eta nógv góðgæti og drekka nógv sodavatn. Sær ein tannrøktari nakra avleiðing av hesum, hetta er serliga galdandi fyri sodavatnirnar. - Ja, sodavatnirnar smakka uttan iva væl, men tær gera tíverri eisini stóran skaða á tenninar hjá fólki. Tað nógva sukrið í teimum ger hol í tenninar. Men tað sum er uppaftur verri, er at sýran í sodavatninum etsar emaljuna av tonnunum, sigur Berghild. Og hon leggur síðani aftrat: - Bustingin er kortini hon sum hevur allar størsta týdning: Bustar ein tenninar væl og virðiliga tvær ferðir um dagin og brúkar haraftrat tanntráð, so er ein væl farin. - Ja, tað er sum vit plaga at siga tað: Tannbesta bustin er tannbustin! »Tað er sum vit plaga at siga tað: Tannbesta bustin er tannbustin« »Eg síggi væl, at tey ungu hava verið ófør at busta sínar tenn heilt frá barnaárunum. Og úrslitið er, at tey hava sera góðar tenn í dag« »Tað vísir seg tíbetur, at tað gerst lættari hjá teimum at fara til tannlækna, tá vit soleiðis hava tosað saman eina løtu« Nógv av teimum ungu í Klaksvík hava sera góðar tenn. – Hetta er eitt úrslit av, at nógv hevur verið kunnað og upplýst um tannheilsu, sigur tannrøktarin Berghild Gullaksen