Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 105 • 04. juni 2008 bretar annað at hugsa um enn at keypa fisk, og prísurin var hareftir. Eitt var tó friður, men tað tók kortini sína tíð, til viðurskiftini vóru normal aftur. Ein leivd frá krígnum helt tó fram í Bretlandi í enn fleiri ár, og tað var skamtanin av neyðsynjarvørum. Hetta var eisini galdandi í Føroyum. Eg var eisini staddur í Aber­ deen, tá ið kríggið varð av í Kyrra­ havinum nakrar mánaðir seinni. Hetta var í august, tá ið kjarn­ orkubumburnar vórðu sleptar yvir Hiroshima og Nagasaki. Tá var eisini nakað gjørt burturúr, men kortini ikki so nógv sum í mai. Eg var við Hjalmar til seinni í 1945. Hjalmar Petersen fór av í 1944. Havi eisini verið saman við Hjalmar Hann sum skrivar hesa frásøgn hevur eisini sjálvur verið saman við Hjalmar Petersen. Hetta kann vera nevnt í samband við, at í gjár 3. juni vóru júst liðin 50 ár, síðan eg fór til skips. Hetta var við Báruni úr Gøtu, sum var ein vanlig slupp. Vit fóru í sjálvdrátt til Íslands. Skipari var Meinhard Jensen, vanliga kallaður Hellu Meinhard. Nakað seinni kom Hjalmar við sum bestimaður. Hann var sera raskur og vildi hava alt at henda skjótt. Viljasterkur var hann eisini. Hann var ringur av sukursjúku og skuldi sproyta seg tvær ferðir um dagin. Umstøðurnar fyri hesum vóru ikki góðar umborð á eini slupp. Men hann vildi sigla kortini. Veiðan við Báruni tá var garna­ veiða eftir sild, hon var eisini á ísfiskaveiðu, og landað varð í Aberdeen. Vit vóru saman fram til 1961. Minnist eisini, at hann tosaði um tíðina við Hjalmar. Hjalmar doyði knappliga nøkur ár eftir, at vit vóru saman. Kona hansara var úr Kollafirði, og eg práti onkuntíð framvegis við børn hjá honum. (ÓJ). Eystnes Aftaná Hjalmar gjørdist Tummas á Signabø skipari. Jens Petur av Signabø var stýrimaður tá.Teir vóru fitttir og raskir. Jens Petur gjørdi alt sjálvur, sum hann kundi biðið hinar umborð gera. Tá ið kríggið var liðugt, snurraðu vit onkuntíð niðri í Norðsjónum. Tað gekk framvegis hampiligt. Í 1946 fór eg við Eystnesi. Dánjal, sum var giftur við dóttir Fjarð­Hanus í Havn, var skipari. Hann hevði verið við Yokun, einum av teimum grønu donsku bátunum. Kjølbro hevði keypt Eystnes, og hann sigldi út frá Skála. Vit snurraðu eisini niðri í Norðsjónum. Vit fiskaðu á slíkum reinsaðum øki, sum var uppmerkt við boyum. Vit vóru eisini undir Íslandi, men har fingu vit einki. Nú vóru aftur skipaði viðurskifti, so tá slapst ikki longur at fiska, sum sum einum lysti, sum vit gjørdu við Vestland og Den røde Djævel. Tí kom einki serligt burtur úr. Vit fóru niður í Norðsjógvin í apríl mánaða. Vit komu ikki aftur fyrr enn í september. Alt summarið fiskaðu vit út frá Aberdeen. Allar hesar býirnar har niðri Dundee, Fraserburgh, Peterhead, Buckie, teir kendi eg væl. Vit vóru so nær, at tá ið tað var vestan í ættini, tá luktaðu vit hoyggj í hoyggingartíð. Men tá ið vit snurraðu niðri móti Hollandi, og ættin var eystan, tá kundu vit lukta tulipanir, sum jú er ímyndin av Hollandi. Mær dámdi einki serligt at fiska í Norðsjónum. Har var so krappsjógvað. Hetta var tí, at tað var grunt. Hetta merkti kortini, at tað var gott at snurra. Sigldu við útróðrarfiski Um veturin 1946/47 sigldu vit nið­ ur til Aberdeen við útróðrarfiski úr Klaksvík. Kjølbro átti jú ein hóp av útróðrarbátum, sum vit fingu fiskin frá. Útróðramenn fingu sín prís, og vit fingu fasta løn. Tá kom tað ann uppá prísin, hvussu nógv Kjølbro fekk burturúr. Vit vóru gjarna fimm ella seks mans við. Vit vóru við til at taka ímóti fiskinum umborð og ísa hann í lastini. Seinni sigldi Poppy niður við fiski. Tá vóru stórt sæð eingi flaka­ virki. Tann stóri toskurin kundi lønandi virkast og flekjast í Føroyum, meðan einki kundi gerast við hýsuna. Tann eina túrin, vit fóru niður, gjørdist so ringt veður. Vit lógu og krokaðu inni á Skála. Tá ið vit fóru avstað tann morgunin, var ferðamannaskipið Dronning Alexandrine eisini komin inn har at kroka, so ringt var veðrið. Hendan túrin upplivdi eg nakað, sum eg ikki havi upplivað fyrr. Vit komu út um Eystnes. Tað var sera ringur sjógvur, og báturin var tungur. Ta einu ferðina báturin var á veg upp eftir eini aldu, kláraði hann ikki at koma upp um hana. Hann fór eftir reyv niður aftur. Tað var eitt undarligt fornemilsi at fara øvugtan veg niður av eini aldu. Hetta var ein keðilig reisa, tí tá vit komu í Pentland Firth lupu vit framav eini aldu. Tað er líka ringt. Tá sprakk verkið úr dekkinum. Tískil máttu vit restina av ferðini sova í oljuklæðum. Men hesir menn vóru vanir at arbeiða á skipasmiðjuni á Skála, so teir fingu tilfar til at sláa bátin aftur við, bik og verk. Hetta var gjørt í Aberdeen. Tað var turt og nossligt, tá ið vit lógu inn, so tað var skjótt at teir orðnaðu dekkið. Tað imponeraði meg nógv. Á sild við gørnum Vit vóru eisini ein túr undir Íslandi. Vit driftaðu við gørnum eftir sild uppi undir Grimsoynni saman við sluppini Harald. Tað gekk ikki framúr væl, men vit høvdu so næstan fult skip. Sildin varð saltað í tunnur. Hetta var meira róligt at hanga í einum garnatrossa. Sett var um kvøldið og drigið morgunin eftir. Seinni og fram til 1968 gjørdist veiða eftir sild við gørnum ein týdningar­ mikil veiða í Eysturdjúp. Hetta var millum Føroyar og Ísland. Henda vinnan kom eisini at geva nógv arbeiði av sær á landi við at pakka sildina til útflutnings. Í 1947 gjørdis Johannes Johannesen av Skála skipari. Har var fólk av Skála við. Tey árini, eg var við, vóru tveir motorpassaar. Ein var Jammus, hann er ein­ nevndur, og hin var Karl Olsen. Tá vóru vit eisini í Norðsjónum og undir Íslandi. Vit vóru eisini á sild við Grimsoynna. Fór við trolaranum Havborgin Tá eg so kom heim móti jólum í 1947, fór eg við Havborgini. Hetta var ein trolari, sum havnarmenn høvdu keypt. Stigtakarar til hetta keyp vóru Ásbjørn Poulsen, Jóannes Árting og Meinhard Andreassen. Teir mæltu til at gera eitt partafelag, har arbeiðsmannafelagið og kommunan áttu meirilutan. Partapeningurin var ætlaður at vera 300.000 kr. Felagið kom at eita p/f Sælingahella, og Havnar Arbeiðsmannafelag kom at seta kr. 40.000 í felagið, sum var meirilutin av tí endaliga partapeninginum. Tað vóru eisini privatpersónar, sum áttu í. Skipari var Niels í Skúvoy. Bestimenn vóru Frits hjá Gøtu­ Anthon og Valbjørn Dalsgarð á Argjum. Meistari var Poul Juul í Grótinum í Klaksvík. Vit fóru so til Íslands, har vit trolaðu nógv. Vit vóru eisini yviri við Bjarnoynna. Her var eg við í 1948 og 1949. Her vóru so at siga bara havnar­ menn við. Hetta var ein sera røsk manning. Frammanundan vóru fleiri trolarar í Havn, sum Norðbúgvin og Stella Argus, og nógvir menn høvdu verið við teimum. Tað gekk hampiliga væl at fiska. Ein skiftisskipari, sum var við annað árið, var Gimmi, Arngrim Reinert, seinni kendur sum Seiða­Gimmi, sonur Gustav á Sundi. Hann var umrøddur í greinarøðini, vit høvdu við Jakku á Sundi. Kaldur túrur Arngrim kom undir ein sera Johan hevur verið við til at landa mangan stertin til fiskamarknaðin í Aberdeen. Her er ein føroyskur línubátur á veg inn Johan var ein av teimum fyrstu við sildagørnum. Her verða gørnini drigin Sildin gav eisini nógv arbeiði á landi