Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 NORÐOYASTEVNAN 2008 Sosialurin 4. juni 2008 - Mær hevur dámt væl at spælt urgu, sigur Gudrid Søren- sen á Viðareiði. Í samfull fimmti ár hevur hon sunnudag eftir sunnudag røkt starvið sum urgu- leikari við Viðareiðis kirkju. – Tað gingu kanska eini 20 ár, áðrenn eg hevði mína fyrstu veruligu summarferiu sum urguleikari, sigur hon UrgUleikari Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Viðareiði: - Ja, eg havi altíð havt gleði av at spæla til gudstænastur, sigur Gudrid, sum nú er farin um tey 75 árini. Tað gjørdi hon eisini ein sunnumorgun í apríl mánaði, tá Sosialurin var til gudstæn- astu, sum henda góðveðurs- dagin varð skipað við lestri, ið deknurin Dánjal Lydersen las. Eftir at klokkurnar høvdu kallað til gudstænastu, spældi hon eitt præludium, síðani teir fýra sálmarnar og regluligu aftursvarini, áðrenn gudstæn- astan endaði við einum post- ludium. Hóast hetta er sama manna- gongd sunnudag eftir sunnu- dag, ár eftir ár, so hevur hetta ikki minkað um hugin hjá Gudrid at treða urguna. - Hugurin at spæla hevur altíð verið góður. Og tað er hann enn, hóast fingrarnir ikki eru eins fimir í spælinum í dag, sum teir vóru áður, sigur hon. Tá hon byrjaði at spæla á Viðareiði á sinni var ein traðki- urga í kirkjuna, men fyri umleið 30 árum síðani fekk kirkjan eina nýggja urgu, har ikki var neyð- ugt at hugsa um annað enn spælið. At spæla uppá gomlu urguna, hevði kanska sína sjarmu, men sum Gudrid tekur til við brosi á kinn: - Tað var mangan hart at pumpa. Kanska er tað orsøkin til, at eg í dag havi so ring knø! 13 ár og ikki konfirmerað enn Gudrid veit alt um eitt lív og eina trúgva tænastu á einum urgubeinki. Hon byrjaði í roynd og veru at spæla í kirkju fyri 62 árum síðani í heimbygdini Árnafirði. Í barnaárum sínum, í hesi lítlu bygdini á eystursíðuni á Borðoynni, vóru tey heppin at hava ein lærara – Niklái Poulsen – sum veruliga brendi fyri tónleikinum. Og hansara størsta ynski var, at so mong sum gjørligt av bygdarbørnunum skuldu fáa sama áhuga fyri tónleiki og spæli sum hann. Lítið mundi hann duga at ímynda sær, at ein ung genta haðani skuldi gerast urguleikari í eini kirkju á Viðoynni á ung- um aldri, og framvegis spæla, tá hon var farin upp um tey 75! - Ja, eg minnist væl, tá eg spældi fyrstu ferð í kirkjuni í Árnafirði, henda eina sunnu- dagin í mars mánaði í 1947. - Eg var jú ikki meiri enn 13 ár tá. Eg meini, eg var ikki eingang konfirmerað. Og so skuldi eg brádliga spæla, hóast eg ikki var liðug at læra, sigur Gudrid brosandi. »Jesus, din søde forening at smage« Hóast sín unga aldur gekst henni væl at spæla sálmarnar til hesa fyrstu gudstænastuna. Enn í dag minnist hon tveir av sálmunum henda minniliga dagin! Hon fer eftir teirri kendu bókini hjá mongum føroyskum urguleikarum – nótabókini hjá Bielefeldt við teimum sera góðu harmoneringunum. Hesa nótabókina dámar henni framvegis best at spæla úr. - Her síggjast nótarnir best. Nótarnir í øðrum bókum eru mangan so fínir og so tættir, at tað er trupult at lesa teir, sigur Gudrid. Hon blaðar í henni eina løtu, og vísir síðani til nr. 117 og 118 í nótabókini – teir so vælkendu sálmarnir og enn so nógv brúktu løgini: “Jesus, dine dybe vunder” og “Jesus, din søde forening at smage”. - Tá sungu vit á donskum. Eg helt at teir vóru nokkso sverir at spæla, men tað gekk, hóast eg var rættiliga nervøs, sigur hon og brosar. Hann sang bara víðari Fyrimunurin hjá Gudrid og hinum ungu spælarunum í Árnafirði var helst hann, at tey mundu vera eitt sindur hart vand av lærara teirra. Tey byrjaðu longu at spæla til morgunsangin í skúlanum. Og seinni gjørdist skipanin eisini hon, at tann sum spældi til gudstænastuna um morgunin, spældi eisini um kvøldið, tá møtið vórðu hildin í bygdini. - Eg kann minnast, at tað ikki altíð gekk so væl hjá okkum at spæla í skúlanum. Men Niklái hevði ein góða rødd. Hóast tónleikurin steðgaði, so sang hann bara víðari, inntil hin fann lagið aftur! Her í lítla bygdarskúlanum í heimbygdini varð grundin løgd til ta drúgvu tænastuna innan kirkjugátt, sum Gudrid enn stendur í sum urguleikari á Viðareiði. Fyrstu ferð hon spældi her var í september mánaði 1957. Síðani hevur hon verið urgu- leikari her, saman við góðum avloysarum. - Tað blívur líkasum ein vani at spæla, sigur Gudrid Sørensen. Við sama lag í fimmti ár - Mong undra seg helst yvir at ein tímir at blíva við at spæla. Hetta blívur líkasum ein vani, og tí hevur einki nakrantíð hindrað mær í at røkja hesa tænastuna, sigur Gudrid Sørensen »Hóast vit fingu børn, høvdu handil, høvdu kríatúr og maðurin var sjúkur, so ótu vit kortini altíð døgurða sunnudag« »Eg var jú ikki meiri enn 13 ár tá. Eg meini, eg var ikki eingang konfirmerað. Og so skuldi eg brádliga spæla«