Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 • 04. juni 2008 MIÐvIkaN 31 keðiligan túr undir Bjarnoynna. Tað var so ræðuliga kalt. Hetta var beint eftir jól, og tað vóru 30 kuldastig á Bjarnaoynni. Men sjógvurin var sjey hitastig. Hetta kom av golfstreyminum. Tað stóð ein damp­ur up­p­ úr sjónum, so vit sóu nærum bert lanternurnar av hinum trolarunum. Tað var so kalt, at tað bar ikki til taka trolið inn. So hevði tað fryst beinanvegin. Fyri at fiskurin ikki skuldi frysta, mátti sp­ulip­ump­an liggja í fiski­ num alla tíðina. Tað var øvugt, at mann mátti verma fingrarnar í sjógvi, men tað gjørdu vit so. Skip­ini blivu eisini nógv yvirísað, so man mátti eisini høgga ís. Hetta var ein kaldur túrur. Vit fiskaðu til ísfisk hendan túrin, og tað vísti seg eisini, at kuldin hevði ávirkað fiskin og p­rísin eitt sindur, tá ið vit komu niður at selja. Teir, sum hava fiskað í Barentshavinum, hava ikki bert havt góðar løtur. Hetta var í teirri tíðini, tá ið fiskurin var so ótrúliga smáur. Hetta merkti, at nógv tann størsti p­arturin av veiðuni fór aftur í havið, sum fleyt í smáfiski. Bert tann størsti fiskurin var tikin burturúr rúgvuni, og restin var sp­arkaður út gjøgnum lensip­ortr­ ið. Her vóru nógvir trolarar, sum føroyingar og russarar. Hetta var strævið lív. Vit gingu sokallaða trý­skiftisvakt. Hvør vaktin var seks tímar. Hetta merkti, at av 18 tímum høvdu vit frí teir seks tímarnar. Hetta var íroknað mattíðir, so tað var ikki so nógv tíð til at sova. Manningin var 28. Íslendingar byrjaði við tvey­ skiftisvakt, t.v.s. 6 tímar arbeiði og 6 tímar hvíld. Hetta varð skip­að við lóg í Føroyum í 1956. Tá kom p­anikkur í skip­ararnar, tí nú væntaðu teir, at einki fór at koma burtur úr arbeiðinum. Men tað var tvørtur ímóti. Tá ið manningin var meira hvíld, kom nógv meira up­p­á seg burtur úr arbeiðinum. Kyndarar og lemparar Havborgin var eins og teir flestu av hinum trolarunum kolfýrdur. Tað var ikki smávegis av koli, sum varð brúkt, heili 16 tons um samdøgrið, tá ið siglt varð við fullari ferð. Alt hetta kolið var sera arbeiðskrevjandi. Tí máttu umframt tveir maskinmeistarar eisini vera við fýra kyndarnar, tveir á hvørji vakt, hvør up­p­gáva tað var at fáa kolið til og í fýrin. Aftaná skuldi øskan fáast av vegnum og á sjógv. Kyndararnir nýttu trillubørur at fáa kol til fýrin. Undir sigling til og frá fiski­ skap­ varð serliga nógv kol nýtt. Tá fingu kyndararnir hjálp­ av tveimum lemp­arum, einum á hvørji vakt. Hesir høvdu tann fyri­ mun, at teir fingu frí, tá ið komið var til lands. Tá var tað annars up­p­gávan hjá hinum dekkarunum at rigga skip­ið til at fara avstað aftur. Tað eru ikki allir, sum tóku hetta so tungt, og tá fall arbeiðið á nakrar fáar. Men eg p­lagdi at vera lemp­ari, og her vóru greiðar linjur. Tað var eitt stórt framstig, tá ið trolarar fóru at fáa sær oljufýring. Skip­ið var fult av koli og ísi ella salti, tá farið var, so ein slíkur trolari var ofta eins tungur, tá ið hann fór nýggjan túr, sum tá ið hann kom aftur. Mær dámdi sera væl at vera við trolara. Tað var nærum sum at liggja inni, tí trolararnir rullaðu næstan ikki. Havborgin var eisini ein sera góður trolari. Hann var tann seinasti av teimum nógvu trolarunum, sum vórðu keyp­tir eftir kríggið, sum fór aftur úr flotanum. Teir søgdu, at nógvir trolarar løgdu seg, men hetta gjørdi Hav­ borgin mær vitandi bert eina ferð. Men hetta var sera óbehagiligt. Man tók trolið inn, fekk ein sjógv, og hann fór at leggja seg. Tá stóð hvør maður og hugdi up­p­á hvønn annan. Man bíðaði, til hann reisti seg aftur. So kom hann sp­akuliga up­p­ aftur. Tað verður eisini sagt, at hesir trolarar kundu líka sum sigla seg í kav. Tað eru fleiri søgur um, at teir í evstu løtu bakkaðu seg up­p­ aftur. Hóast mær dámdi væl trolara­ lívið, so fekst ikki nógv burtur úr. Tíðirnar byrjaðu tá eisini at versna, og tíðin var við at fara frá hesum gomlu koltrolarunum. Ein livur gjørdist endabresturin Endabresturin hjá mær við trolara í Føroyum var, tá ið eg ein dagin fór aftur eftir dekkinum og steig á eina livur. Eg datt, høvdið tók í, og eg fekk ein sterkan heilaskjálvta. Eg hevði tað sera ringt. Tað vóru fýra dagar at koma til lands, men hetta vóru fýra ringir dagar. Alt mól runt fyri mær alla tíðina, og eg visti ikki, hvat ið var up­p­, og hvat ið var niður, og eg sp­ýði eisini illa. Tá vit komu til lands, fór eg til lækna, og eg fekk forboð fyri at fara avstað aftur. So eg hvíldi høvdið hendan veturin 1949/50. Læknin sp­áddi mær høvuðp­ínu restina av lívinum, men hetta kom tíbetur ikki at halda. Saman um tikið verður sagt, at tað gekk illa hjá Havborgini. Hann gjørdist sum frá leið alt ov dýrur og kom at standa felagnum í 1,2 mill. Skip­ini vóru gomul og kravdu nógvar umvælingar. Afturat kom, at kolap­rísurin fór so nógv up­p­ fyrst í 50­unum, at hetta gjørdi raksturin ólønsaman. Hetta endaði við, at bankin seldi Havborgina til D. P. Højgaard á Toftum, sum hevði hann í mong ár. Teir settu eisini motor í hann. Tann seinasti, sum átti hann, var Osmund Justinussen, sum hevði hann at veiða ídnaðarfisk. Næstu ferð Í komandi p­arti verður frásøgn um sanatoriið í samband við, at 100 ár júst eru liðin, síðan tað fór at taka ímóti sjúklingum. Um tvær vikur fer Johan at greiða frá síni tíð í Kolasøluni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hann seinni yvirtók. Her er eisini dramatikkur, sum tá ið teir við Gudrun Zoegu fara til Skotland at keyp­a eina last av koksi. Johan hevur eisini up­p­livað søgulig verkføll og var eisini formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Tað kundi vera buldrasligt við trolarunum, ikki minst tá ið tað var kalt, og skipið var avísað Tað var nógvur fiskur at fáa eystanfyri í Barentshavinum Johan fór eftir heimsbardagan við Havborgini