mikudagur 4. juni 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 105 • 04. juni 2008
Í hesum partinum eru vit
komin til endan av siglingini
hjá Johan Norðfoss undir
krígnum. Hetta hevur verið
sera áhugavert, og Johan
hevur upplivað nógv, eisini
í samband við siglingina til
Bretlands at landa fiskin.
Í Aberdeen var serlig
tænastu fyri teir siglandi.
Lutvíst hevði tað almenna ein
umboðsmann í Aberdeen, og
var hetta í fyrsta umfari Elias
í Rættará. Men so var Hans
Jacob Ellingsgaard eisini
í Aberdeen sum sjómans
trúboðari. Hevur nakrantíð
verið tørvur á tí, má tað hava
verið undir slíkum umstøðum.
Fyri at fullfíggja frásøgnina
hjá Johan um hendan partin
av okkara sjómannasøgu
fara vit fyrst at endurgeva
part av teirri lýsing av Hans
Jacob Ellingsgaard, sum
Sofus Poulsen, okkara
umboðsmaður í Aberdeen, í
meira enn hálva øld hevði í
FFblaðnum í 2005:
Tað fyrsta sambandið, eg hevði
við Ellingsgaard, sum hann var
kallaður í Aberdeen, var eftir, at
eg var komin niður higar í apríl í
1946. Tá var ein lesistova í Broad
Street, har okkara sjómenn kundu
vitja, og her virkaði Ellingsgaard.
Hann kom niður higar at vera
okkara sjómonnum til hjálpar,
og var tað Heimamissiónin, sum
stóð aftanfyri hansara starv her.
Hann kom niður í 1941 við Juvel,
sum var eitt av norsku skipunum,
sum við manningini rýmdi undan
nasistunum í Noregi. Seinni hevði
hann konuna og yngru børnini
Jensinu, Katrin, Brynjálv og
Signhild við sær.
Ellingsgaard var altíð umborð á
skipunum, tá ið tey komu í havn.
Umframt at geva teimum "góð
orð", hevði hann eisini ymiskt
til lesna at geva teimum, sum
tey føroysku bløðini, sum bæði
lesistovan og umboðsstovan
fingu sendandi niður hvørja viku.
Ein svenskur sjómansprestur
var eisini í Aberdeen, pastor
Nordin, ein rættur gentlemaður.
Okkara sjómenn fingu so høvi
at fara niðan á lesistovuna at
lesa bløðini ella at skriva brøv
og annað, og fingu teir sjálvandi
eisini ein kaffimunn og køku.
Eftir kríggið komu sera nógvir
svenskir snurruvodsbátar higar
at landa. Svenska kirkjan keypti
ein kirkjubygning, sum stóð
miðskeiðis inn frá longu trappuni
frá havnini upp á Castle Gate,
nærhendis har Salvation Army
Head Quarters er. Ein annar av
okkara sjómonnum vælkendur
bygningur var eisini har á leið,
nevniliga "Hunters" møbul og
"altmøguligt" handil.
Nevnda kirkja varð so sett í
stand og varð vígd av svenska
Biskop Eidem. Umframt kirkjuna,
so vóru eisini onnur hølir har. Her
var lesistova, útvarp, spælistova
og matstova, har ein fekk kaffi og
køkur. Ein føroysk lesistova var
eisini har. Har komu eisini nógvir
danir og norðmenn, og kirkjan var
vanliga nevnd The Scandinavian
Church. Umframt fiskiskip
komu eisini nógv skandinavisk
farmaskip til Aberdeen, og komu
hesar manningar eisini á vitjan
hagar, tí bløð vóru her frá øllum
teim skandinavisku londunum,
sum hesir sjómenn so kundu lesa
fyri at frætta hvat fyrifórst heima.
Umframt gudstænastur plagdi
Ellingsgaard og pastor Nordin at
fyrireika útferðir við bussum. Eitt
nógv vitjað pláss var "up Royal
Deeside" til Glentanar Estate.
Kona Lord Glentanar var norsk, og
vóru skandinaviskir sjómenn altíð
vælkomnir at vitja hagar.
Var ein hetja
Ikki mundi tað altíð vera so lætt
at vera sjómannstrúboðari. Men
Ellingsgaard var ein sera fittur
maður, og hann var við síni stillu
medferð væl búgvin til hetta
starv. Skandinavar, sum búðu á
Aberdeenleiðini, vitjaðu sjálvandi
eisini The Scandinavian Church.
Her vóru av og á eisini Musical
Evenings, fyrilestrar og annað
hildið í kirkjuni.
Ellingsgaard var í Aberdeen
fleiri vetrar eftir krígslok, tí tey
flestu av okkara skipum hildu
fram at landa ísfisk her líka til
byrjað varð at byggja flakavirkir
heima, har fiskurin kundi vera
landaður. Men fleiri hildu fram
við at koma niður at landa.
Seinni árini av lívsstarvi
sínum var Ellingsgaard okkara
sjómonnum í Grønlandi til hjálpar,
einamest á Ravns Stóroy. Hann
var sjálvandi eisini ein góður
stuðul hjá Kirkjuliga Missións
felagnum heima á ellisárunum,
og hann var yvir 90 ára gamal, tá
ið hann fór foldum frá. Ein sonn
hetja og okkara sjómonnum ein
trúgvur tænari meginpartin av lívi
sínum.
Birita
Annars skrivar Hans Jacob
meira um sína tíð í Aberdeen í
endurminningarbók síni Birita,
sum var navnið á báti hansara,
sum hann hevði síni mongu ár í
Grønlandi. Vit fara at endurgeva
okkurt av tí, sum hann skrivar um
tíðina í Aberdeen:
Tað vóru nógvir føroyingar,
sum vóru sjúkir gjøgnum árini,
meðan eg var í Aberdeen, og
sum noyddust at fara í land á
sjúkrahús. Tá fór eg á sjúkrahúsið
at vitja teir. Tá ið teir so vóru
útskrivaðir, hjálpti eg teimum at
fáa innivist, til teir sluppu heim.
Tá gingu ofta fleiri dagar, áðrenn
teir sluppu heim, og tá skuldi
fremmandaskrivstovan vita av.
Skip vóru eingi at fara heim við
uttan tey føroysku, men her vóru
skipararnir vanliga beinasamir.
Ein maður var sendur heim,
sum eingin vón var kom. Hann
doyði dagin eftir, at hann var
heimkomin.
Tað hendu eisini vanlukkur, har
menn saknaðust av skipinunm,
meðan teir lógu inni. Summir
funnist aftur druknaðir, meðan
aðrir ikki komu aftur. Hetta vóru
tungar løtur.
Fiskimenn høvdu nógvan
pening um hendur og keyptu
nógv í Aberdeen, sum til dømis
klæðir, súklur, barnavognar og
seymimaskinur. Hetta vóru lutir,
sum teimum restaði heima,
og bíligt var tað tey fyrstu
krígsárini, serliga klæðini. Ein
mansjettskjúrta kostaði seks
shillingar, ein frakki tvey til trý
pund og skógvar um eitt pund.
Pundið lá tá um 20 krónur.
Vanliga keyptu teir eisini brúkt
ar møblar úr pawntshoppum. Ein
av teimum var hjá Alex Hunter,
sum allir føroyingar kendu. Nógv
var keypt, men góðskuna skal eg
siga minni um.
Her var ógvuliga ógóðsligt og
skitið inni, og so var eisini fýrur í.
Í garðinum stóð ein gomul
steinkirkja, sum var niðurløgd.
Hon hoyrdi eisini til Hunter, men
tað var ikki meira enn hon sást í
øllum hurlivasanum.
Seinni varð hon keypt av
svensku kirkjuni til sjómanskirkju,
og her kom føroyska sjómans
missiónin eisini at halda til,
soleiðis sum Sofus greiðir frá.
Hans Jacob kom eisini at
uppliva bumbing og kríghend
ingar.
Eg minnist hann sjálvur í
Aberdeen í 60unum. Hann tænti
okkara sjófólki leingi og væl.
Hans Jacob Ellingsgaard:
Ein sjómansins hetja
Hans Jacob Ellingsgaard millum fiskimenn (Hans Jacob er maðurin í hatti)
Hans Jacob skipaði fyri útferðum fyri føroyskar fiskimenn. Kennir nakar hesar?
Brynjálvur og Signhild hjá Hans Jacob Ellingsgaard umborð á Polarstjørnini
Næstu ferð
Um tvær vikur hava vit seinasta partin av frásøgnini hjá Albert Norðfoss,
pápa Johan. Hann er leingi óarbeiðsførur eftir at hava brotið beinið við
enskum trolara. Eingin hjálp er. Hann missir húsini, men fótar sær aftur