Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 4. juni 2008 33 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit møta væl einum liði, sum er eina tonn sterkari enn vit, og tí er uppgávan sum so einføld Jógvan Martin Olsen Á einum truplum vølli í Tallin í Estlandi kemur føroyska landsliðið heilt víst undir trýst. Men í so máta er uppgávan ikki øðrvísi, enn hon plagar at vera, sigur landsliðsvenjarin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Klokkan 17 føroyska tíð fer føroyska fótbóltslandsliðið á A. Le Coq Arena í Tallin í Estlandi, har fótbóltslands­ dystur skal spælast. Jógvan Martin Olsen hevur hesar seinastu dagar­ nar havt tríggjar venjingar við sínum monnum, og hann kann fegnast um, at eingir skaðar gera um seg í hópinum. Vána vøllur Størsta høvuðbrýggið hjá landsliðsvenjaranum er kanska, at vøllurin í Tallin ikki er nakað serliga góður. ­ Sum eg havi skilt tað, so var vatnflóð her í mars mánaði. Og tað hevur við­ ført, at vøllurin er illa farin. Og tað er í øllum førum nakað, sum vit mugu laga okkara spæl eftir. Eitt nú verður press­spælið á mið­ vøllinum sera týdningar­ mikið, tí roknast kann við, at talan verður um nógvar leysar bóltar. Og so mugu vit sjálvandi duga at veksla millum stutt og langt spæl, so vit í størstan mun sleppa undir trýstinum. Júst trýstið frá mótstøðuni er nakað, sum er at kalla gerandiskostur hjá føroyska landsliðnum. Og venjarin roknar ikki við, at talan verður um stórt øðrvísi uppgávu hesaferð. ­ Vit møta væl einum liði, sum er eina tonn sterkari enn vit, og tí er uppgávan sum so einføld. Vit skulu vera sera væl skipaðir í verjupartinum, og allir menn skulu vera uppi á 100%, um vit skulu koma nøkun lunda heilskapaðir av vøllinum. Nýggj nøvn Á úttøkulistanum hesa ferð eru fleiri nøvn, sum lítlar ella ongar royndir hava á landsliðnum. Og hóast Jógvan Martin ikki vil seta nøvn á teir fyrstu ellivu, so bendir alt á, at onkur teirra fyri fyrstu ferð sleppur at byrja inni. ­ Tað verður ikki fyrr enn seinnapartin í dag, at eg seti liðið endaliga. Men í nógvar mátar er talan um upplagdar spurningar. Í verjupartinum eru Einar Hansen, Fróði Benjaminsen og Johan Troest Davidsen heilt víst við, og so er spurningurin, um Jónas Tór Næss ella Herbert í Lon vera við frá byrjan, sigur Jógvan Martin Olsen. ­ Á sentrala miðvøllinum stríðast Tem Hansen, Súni Olsen, Kári Nielsen og Høgni Madsen um tvey pláss, og á kantunum skulu tvey pláss býtast millum Christian Høgna Jacobsen, Símun Samuelsen og Jákup á Borg. Og loksins er tað álopsparturin, har Rógvi Jacobsen, Christian Lam­ hauge Holst og Arnbjørn Hansen eru møguleikarnir, sigur landsliðsvenjarin. Barnaróður, dreingir 5 Frúgvin 6 Teistin 7 Jallurin 8 Junkarin 9 Títlingur 10 Havfrúgvin 11 Blikur 12 Spógvin Barnaróður, gentur 5 Teistin 6 Ørnin 7 Falkur 8 Junkarin 9 Títlingur 10 Kollur 11 Hvassi 12 Frúgvin 5-mannafør dreingir 5 Sílið 6 Junkarin 7 Strípan 8 Tjaldrið 9 Havfrúgvin 10 Teistin 11 Katla 12 Tambar 13 Blikur 6-mannafør, kvinnur 9 Gongurólvur 5-mannafør, gentur 5 Firvaldur 6 Drekin 7 Hvassi 8 Blikur 9 Teistin 10 Junkarin 11 Tambar 12 Jallurin 5-mannafør, kvinnur 4 Falkurin 5 Blikur 6 Teistin 7 Sílið 8 Ritan 9 Fípan Fagra 10 Katla 11 Frúgvin 12 Báran 13 Havfrúgvin 14 Erla Kongsdóttir 6-mannafør, menn 5 Lómur 6 Gongurólvur 7 Tvørabáturin 8 Riddarin 9 Sundabáturin 10 Víkingur 11 Jarnbardur 12 Rádni 8-mannafør 7 Argjabáturin 8 Heiðabáturin 9 Árnfirðingur 10 Knørrur 11 Kvívíkingur 10-mannafør 8 Ormurin 9 Havnarbáturin Uppgávan er einføld Gongurólvur er einasta kvinnumanningin, sum tekur lut í 6-mannafarsróðrinum á norðoyastevnu Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Umframt laku luttøkuna hjá kvinnunum í 6­manna­ førum, er talan eisini um lítla undirtøku í 10­manna­ farsróðrinum. Her var leingi ivamál, um nakar yvir høvur fór at kappast, men fimm manningar vórðu so teknaðar til FM­róðurin, og tvær teirra eru við á norðoyastevnu. Í aðrar mátar er talan tó um ein væl mannaðan stevnuróður, har til samans 44 bátsmanningar taka lut. Róðrarsambandið hevur kastað lut um, hvussu startrøðin verður hendan fyrsta róðuin. Eftir hetta verður startrøðing tengd at, hvussu bátarnir stóðu seg í undanfarna róðrinum. Bert eitt 6-mannafar hjá kvinnum Startrøðin á Norðoyastevnu: Seinasta part av kappingarárinum fekk Tem Hansen nógva spælitíð í Lyngby, og møguliga verður hann fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum, tá farið verður á vøllin í kvøld