Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 105 - 4. juni 2008 lýsingar Skúlatænari til Føroya Studentaskúla í Hoydølum Eitt starv sum skúlatænari er leyst at søkja á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði frá 1. august 2008. Uppgávur Uppgávurnar eru: Umsjón við og røkt av bygn- ingunum hjá stovninum, at røkja økið uttan um bygningarnar, eftirlit við hita-, vatn- og elskipan skúlans og at rigga til høli í sambandi við próvtøkur og onnur tiltøk og at vera til handa í dagligu viðurskiftum skúlans. Skúlatænararnir arbeiða í skift- andi vaktum og tí koma skeivar arbeiðstíðir regluliga fyri. Á skúlanum koma frá 1. august at starvast 3 skúlatænarar og verandi 1. skúlatænari er leiðari fyri skúlatænararnar og reingerðarstarvsfólkið. Førleikar Tann, ið settur verður eigur at hava handverkara- útbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva. Ávísur telduførleiki er ein fyrimunur. Fyri tann rætta persónin er talan um eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum. Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna. Starvið verður at seta frá 1. august ella skjótast til ber. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973 ella Holgar Johansen, skúlatænara, fartelefon 214613. Umsóknir við prógvum, viðmælum og frágreiðingum um arbeiðsroyndir skulu sendast til Føroya Stu- dentaskúla og HF-skeið, Sanatoriivegur 1, FO-188 Hoyvík, ella sum teldupostur til skrivstovan@ hoydalar.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni, kl. 12.00. Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar · FO-188 Hoyvík Telefon 312973 - Telefax 318624 Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30 Adressur í Húsavíkar kommunu Sambært § 7 í løgtingslóg nr. 17 frá 6. mars 2002 um adressur, er adressuskráin fyri bygdirnar Húsavík, Dalur og Skarvanes í Húsavíkar kommunu góðkend. Skráin er almenn og tøk á www.us.fo. Landsadressuskráin Boks 2048 · Tlf. 342400 FO-165 Argir www.us.fo · us@us.fo Fuglafjarðar skúli Fyribilsstarv sum varaskúlastjóri Í sambandi við at varaskúlastjórin fer í far- loyvi, verður starvið sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla lýst leyst til setanar í tíðarskeiðnum 1. august 2008 til 31. juli 2009. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni í skúlanum • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 32.2 og verður sett sum sátt- málasett starv, uttan so, at tann, sum sett/- ur verður, er tænastumaður frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir við ljósriti av prógvum og CV og møguligum viðmælum skulu verða sendar skúlanum. Freistin at søkja er 16. juni 2008 kl. 10 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á telefon 737761 ela við at senda teldupost til suni@ffs.fo Í Fuglafjarðar skúla verða komandi skúlaár umleið 290 næmingar í 16 flokkum, og her koma at starvast 34 fólk. Fuglafjarðar skúli Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður · Tlf. 737760 Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 290 næm- ingar í 16 flokkum, og her koma at starvast 34 fólk. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo Sølufólk/Lærlingur til Málingahandilin í Havn Søkt verður her eftir sølufólki/lærlingi til Málingahandilin við landavegin í Havn. Hevur tú hug at selja máling, tapet, persiennur o.a? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Málingahandilin søkir eftir lærlingi ella sølu- fólki at byrja skjótast tilberð. Vit hava selt máling síðan 1962, og ætla at selja máling í nógv ár enn. Fyrimunur er um tú hevur royndir við máling og koyrikort til persónbil. Krav til at blíva lærlingur er at tú hevur FHS útbúgving. Eru spurningar, so eru tygum altíð vælkomin at ringja 313825 og spyrja eftir Helga á Reynatrøð. Málingahandilin við landavegin. Tlf 313825 Litaval P/F · Box 1019 · 100 Tórshavn Sp/f Plan T L F . 2 1 4 9 3 7 Søkt verður eftir royndum maskinførara. Koyrikort krevst. Byrjað skjótast gjørligt Frítíðaravloysari m/k, søkist til fyritøku okkara frá ½ juni til ½ august til ymiskt fyrifallandi arbeiði. Løn sambært sáttmála við S & K. Send okkum eina umsókn, ella støkkið inn á gólvið áðrenn 12. juni 2008. Sp/f Lützen’s Timburhandil Skálatrøð 16 · 110 Tórshavn Tlf. 31 10 20 Frítíðaravloysari www.sosialurin.fo