mikudagur 4. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 NORÐOYASTEVNAN 2008 Sosialurin 4. juni 2008
Laðing
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Klaksvík: - Hvat heldur tú,
Heðin? Passar hesin steinurin
ikki sera væl her uppi?!, spyr
Jackie.
Heðin skundar sær yvir til
starvsfelagan og løtu seinni
kemur tann triði maðurin. Teir
tríggir tosa saman eina løtu, og
semjast so um, at neyðugt er
við einum øðrum steini.
Tað er týðiligt at merkja og
skilja, at hesir ídnu grótlað-
ararnir her Undir Fossum
ynskja, at teirra arbeiði skal
vera væl úr hondum greitt.
Arbeiðið skal - í orðsins
sanna týdningi - standa sum
ein varði yvir gott og gamalt
føroyskt handverk og prýði.
- Ja, vit behøva ikki at fara
hoylt til Spanien fyri at finna
vakurleikan. Vit kunnu eisini
vera kreativ her í Klaksvík, slær
Heðin Heldarskarð fast.
Saman við Heðini laða Karl
Heri Joensen og hansara menn
úr Klaksvík og Jackie Joensen
úr Havn.
- Vit arbeiða sera væl saman,
slær Heðin fast.
Vegur og býlingur
Í eina tíð hevur verið arbeitt við
at gera nýggjan ringveg á
einum staði, tey nevna Undir
Fossum. Her fer eisini ein
nýggjur býlingur at síggja
dagsins ljós í næstum.
Hetta vegarbeiðið fer at lætta
munandi um ferðsluna inn til
býin og út aftur haðani. Fyri
Heðin og aðrar klaksvíkingar
hevur hetta sjálvandi sín
fyrimun, men hann sá eisini
heilt aðrar møguleikar í hesi
vegagerðini.
Heðin hevur áður staðið fyri
arbeiðinum at fríðka rund-
koyringina í miðbýnum í
Klaksvík. Og nú hevur hann
hug at royna seg aftur við
sama endamáli.
- Ein dagin koma tað til mín:
Hví ikki fríðka hesa rundkoyr-
ingina við onkrum rótføroysk-
um!, greiðir Heðin frá.
Lokalt hagagrót
Stutt var frá hugskoti til gerð.
Eitt uppskot varð gjørt og
síðani lagt fyri kommununa.
Í hesum uppskotinum var ein
ætlan um, hvussu ein best
kundi fríðka hetta økið:
Ein slakar tríggjar metrar
høgan varða, sum var laðaður
úr góðum og lokalum haga-
gróti úr Klaksvík.
Ein slíkur listamaður sum
Heðin dugir væl at síggja sym-
bolini í tí dagliga og at síggja
virðið í teimum.
Í Føroyum hevur verið gamal
siður at laða varðar, og sum í
øldir hava víst fólki á ta best
gongdu leiðirnar millum
bygdir.
- Tað var júst hetta sum kom
til mín: Her eru vit í ferð við at
gera ein veg og eina nýggja
leið inn til okkara bý.
- Og hví ikki vísa fólki á, at
tey eisini eru á leiðini til ein
nýggjan part av Klaksvíkini?,
sigur Heðin sannførdur á
málinum.
Á varðan eru festar fýra
sliskur, sum venda ímóti hvør
sínari høvuðsætt, júst sum
gjørt varð við listarverkið í
rundkoyringini í miðbýnum.
Hann hugsar eisini um
útlendsku ferðafólkini sum vitja
í Klaksvík. Fyri tey hevur tað
eisini sín týdning at vita, hvar
tey eru stødd og hvønn veg tey
venda.
Blátt ljós í allar ættir
Til tess at vísa – ella lýsa! –
týdninginum av einum varða
enn betri, skulu tær fýra sliskur
hava blá ljós lýsandi.
Tann blái liturin er eitt tekin
um lív, og skal í hesum
sambandi symbolisera tann
veruleikan, at lív fer at koma í
ein nýggjan part í býnum.
Ovarlaga á varðanum verður
»Hetta hevur eisini
eitt symbolskt virði:
Ein tekur grót sum
áður hevur verið
laðað í einum
gomlum býlingi.
Nú kann ein brúka
tað aftur í einum
nýggjum«
»Hví ikki fríðka
hesa rund
koyringina
við onkrum
rótføroyskum?!«
Varðin vísir
veg inn í
framtíðina
Tann nýggi varðin, sum í
hesum døgum verður laðaður
í Klaksvík skal ikki bert vera
til prýðis. Hann skal í fyrstu
atløgu vísa fólki á leiðina til
ein spildurnýggjan býling.
– Men so skal hann eisini skapa
hugna og trivna í býnum, sigur
Heðin Ferjá Heldarskarð, sum í
hesum døgum er í ferð við hetta
arbeiðið, saman við góðum
grótlaðarum