mikudagur 4. juni 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. juni 2008 NORÐOYASTEVNAN 2008 23
ein ringur spentur fastur. Hesin
skal symbolisera ein sirkul,
sum, eins og ein giftiringur, er
eitt tekin um eina eind, nakað
sum varir og á nakað sum er
óendaligt.
- Eg ynski við hesum at vísa
á samanhaldið millum ta
gomlu og ta nýggju Klaksvík-
ina, sigur Heðin.
Gamalt grót
í nýggjan
býling
Fyri eini trimum vikum síðani varð av
álvara lagt til brots við laðingini av
varðanum.
Neyðugt var ikki at fara í hagan eftir
gróti. Tað hava teir fingið til vega úr
ymiskum niðurdotnum úthúsum í bønum á
Gerðum.
- Hetta hevur eisini eitt symbolskt virði:
Ein tekur grót sum áður hevur verið laðað í
einum gomlum býlingi. Nú kann ein brúka
tað aftur í einum nýggjum, sigur Heðin.
Síðani Heðin fyrstu ferð fekk hugskotið
um henda varðan, hevur hann havt eina
tíðarætlan í høvdinum.
Ætlanin var upprunaliga at hesin varðin
skuldi verða liðugur á norðoyastevnu í ár.
Men so verður ikki.
- Nei, veðrið hevur verið eitt sindur
ólagaligt til stál- og sveisiarbeiðið, og tí
náa vit tað ikki áðrenn vikuskiftið.
- Men tá verður í øllum førum ikki nógv
eftir, lovar Heðin.
- Vit kunnu eisini vera kreativ
her í Klaksvík, sigur Heðin
Ferjá Heldarskarð, sum
samstarvar við Karl Hera
Joensen úr Klaksvík og
Jackie Joensen úr Havn, og
sum her lyftir ein av mongum
steinum í stórum varða
- Tað vísti seg at øll í býráðnum
høvdu áhuga í at fáa henda varðan
laðaðan. Og hann verður eisini
ótrúliga vakur, tá hann er liðugur,
sigur Heðin Heldarskarð
» Tann blái liturin
er eitt tekin um
lív, og skal í
hesum sambandi
symbolisera tann
veruleikan, at lív
fer at koma í ein
nýggjan part í
býnum«