Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 131 - 12. juli 2001 Nr. 131 - 12. juli 2001 3 Eivin H. Jacobsen Borgarstjóri Sum lesarin veit, verður Vestanstevnan hildin í ávikavist Vestmanna, Sandavági, Miðvági og Sørvági. Í ár er tað okkara túrur. Og tað, at stevnan er her, er nakað serligt fyri okk- um, sum hava slitið barnaskógvarnar her. Vit minnast hesar stevnur, sum verið hava her, sum nakað serligt. Tær fáu stevnur, sum eru í okkara barna- og ungdómslívi, hava fest seg í minnið fyri lívið, sjálvt um skráirnar ikki hava verið so fjølbroyttar, sum tær nú mangan eru. Vit minnast fløggini, kappróðurin og vin- og skyldfólk, sum komu á vitjan. Og vit minnast fólk í góðum veitslulag. Í ár er tað aftur okkara tørn at vera vertur fyri stevnuni. Børnini hava summarfrí, og tað hava foreldrini at flestu børn- unum eisini. Hetta høvið at hava frí frá dagligum stríði og strevi skuldi verið góður karmur um hetta vikuskiftið á há- sumri, sum samstundis er seinasta FM-stevnan í kappróðri fyri ólavsøk- una. Bygdarráðið hevur eftir førimuni roynt at hampað og hugnað um bygdina, og tað hevur fólkið eisini gjørt. Vestanstevnunevndin hevur roynt at lagt eina so fjølbroytta skrá, at øll skuldu kunnað farið til okkurt tiltak, sum hevur teirra áhuga. Við hesum fáu orðum fari eg so bygdarráðsins vegna at bjóða øllum hjartaliga vælkomin á Vestanstevnu í Sørvági ár Rudding og asfalter- ing standa framma- laga hjá Sørvágs Kommunu, nú Vest- anstevna verður í bygdini um vikuskift- ið STEVNUPRÁT Edvard Joensen Sørvági: Tað verður rudd- að og asfalterað í Sørvági um dagarnar. Fólk mála hús og onkur snøggar sær eisini bátin, meðan gongd er í málingapenslinum kortini. Sørvágur ger seg til at taka í móti fremmandafólki á Vestanstevnu. Eisini inni á Kommunu- skrivstovuni eru teir í ferð við at snøgga. Myndirnar, sum hava hingið á vegg- inum, eru burtur. Spartlað er í okkurt hol og klárt er at mála. Eivin Jacobsen, borgar- stjóri, biður blaðmannin umbera óruddið. Men tað treingir eisini til eina hond her soleiðis av og á. Og tað skilja vit væl. Almennur ruddingardag- ur hevur verið í Sørvági, og skúlabørnini ganga eisini við spaka og kusti um bygdina og taka upp slíkt, sum stevnugestirnir ikki skulu síggja. –Jú, sørvingar eru rætti- liga farnir at fríðka um, greiðir Eivin frá. Umleið eina millión krónur ætlar Sørvágs Kommuna at brúka upp á asfaltering av kommunalum vegum í bygdini. Og tað skal verða liðugt til Vestanstevnu, sig- ur hann, hóast hann sam- stundis heldur, at tað var kanska nakað seint, byrjað varð. Tey vænta væl av fólki á vitjan og fáa eisini út- lendska vitjan á Vestan- stevnu, sigur hann. Sørvágur og Akranes í Ís- landi eru vinarbýir, og Sør- vágs Kommuna fær al- menna vitjan av Akranesi á Vestanstevnu. Millum ann- að kemur eitt rættiliga gott, íslendskt kór á vitjan, sigur Eivin Jaocbsen. Kórið fer at hava konsertir í Sørvágs kirkju á Vestanstevnu. Meira samstarv Eivin Jacobsen, borgar- stjóri, hevur sjálvur verið við til at fyrireika onkra Vestanstevnu, sum verið hevur. Hann heldur, at sam- starvið millum teir ymsu stevnufyrireikararnar kundi verið meira, enn tað er. Tá meinar hann við tær ymsu bygdirnar, sum skiftast um stevnuna. Eitt nú eru maskinur og tílíkt, sum brúkt veðrur til undirhalds, sum stevnufyri- reikararnir í oynni væl kundu gjørt felags íløgur í heldur enn at leiga tey aðra- staðni frá hvør sær, hvørja ferð stevna verður hildin. Han ivast ikki í, at slíkar íløgur høvdu loyst seg. Og so høvdu tær eisini spart ar- beiða í seinna enda, tá hvør sær hvørja ferð skal út at finna tað, sum brúkast skal. Tí tað plagar vanliga at verða tað sama ferð eftir ferð kortini, vísir hann á. Eitt annað, Eivin Jacob- sen heldur átti at verðið broytt, er býtið av stevnuni. Sum er eru tað tær størru bygdirnar í Vágum og Vest- manna, sum skiftast fjórða hvørt ár um Vestanstevn- una. Men tað átti at verið so, heldur hann, at stevnan var ein Vágastevna burturav. Hann heldur, at tað tað er ov leingi at bíða fýra ár eftir stevnuni. Og varð hon hild- in í Vágum burturav, fingu feløgini í oynni eisini betri úrtøku burtur úr henni. –Tað er jú eingin ivi um, at tað eru pengarnir til raksturin hjá lokalu feløg- unum, hugsað verður um á eini slíkari stevnu, við- gongur hann. Hjá kommununi eru tað so at siga bara útreiðslur av at hava slíka stevnu, um hugsað verður bara pen- Vælkomin á Vestanstevnu Sørvágur tekur í móti stevnugestum Sørvágur ger seg út til at taka í móti gestum á Vestanstevnu Mynd: Edvard Joensen Høvuðstiltakið á Vestanstevnu verður kappróður á Sørvágsfirði Mynd: Edvard Joensen Áhugafelagið Selvík í Sørvági fer á Vestan- stevnu at sýna fram dekksbátin Selvík, sum gjørdur er í stand og settur upp á land í Sørvági FRAMSÝNING Edvard Joensen Sørvági: Tað stendur ein ístandgjørdur dekksbátur á landi niðri við fótbóltsvøll- in í Sørvági. Hann verður standandi á landi, og høvið verður hjá vitjandi at síggja bátin á Vestanstevnu. Tað er áhugafelagið Sel- vík í Sørvági, sum fyri um- leið hálvumøðrum ári síðan keypti bátin við tí endamáli at seta hann í stand, soleiðis at fólk kunnu siggja hann og gleðast um hann, sigur Esbern Joensen, sum er ein teirra, sum stendur aftan fyri felagið. Talan er um 19 sørvingar, sum hava tikið seg saman til hetta tiltakið, sigur hann. Nakað av nostalgi er uppií, viðgongur hann. Endamálið við hesum til- takinum er at fáa ein bát, sum kann minna á gomlu útróðrarbátarnar í Sørvági og samstundis vera eitt prýðið fyri bygdina. Teir hava eina tíð leitað eftir einum slíkum báti, men tað gekk einki soleið- is. Prísirnir vóru ikki slíkir, at teir hildu tað vera skila- gott. Men so varð hesin bátur- in knappliga tøkur, og teir keyptu hann. Tað gjørdi tað so ikki verri, at báturin í síni tíð varð smíðaður júst til Sørvágs. Tá æt hann Sel- vík, so sjálvsagt var, at hann fekk upprunaliga navnið aftur. Tað vóru Sigmundar- dreingirnir í Sørvági, sum lótu bátin smíða í 1914. Lauritz Debes, Lauritz í Mortansstovu, í Havn, smíðaði bátin, sum kom til Sørvágs tann 6. november 1914, eftir sum upplýst er, greiðir Esbern Joensen frá. Ætlanin er, at báturin skal verða standandi á landi. Tað verður bæði lættari og bíligari at halda hann tá, metir Esbern Joensen. Á Vestanstevnu fer hann at standa við fótbóltsvøllin. Men enn er ikki endaliga avgjørt, hvar hann verður settur permanent. Tað fer Sørvágs Kommuna at av- gera. Men møguleiki er fyri, at hann bara verður verðandi har, hann nú er. Málið hjá teimum, sum eiga bátin var, at hann skuldi verða liðugur til Vestanstevnuna í ár. Esbern Joensen sigur, at tað eydnaðist so gott sum. Tó so, at niðri undir er hann ikki heilt liðugur enn. Men kortini soleiðis, at motorur er settur í. Teir hava fingið ein gamlan Tuxham motor, sum teir hava havt í gongd. Og gongur eftir ætlan, verður hann eisini settur í gongd á Vestanstevnu, sig- ur Esbern. Tað kostar sjálvandi at keypa ein slíkan bát, seta hann i stand og røkja hann. Hóast felagslimirnir hava lagt stórt arbeiði í hetta til- takið, hevði tað als ikki borið til uttan tann stóra stuðul, teir hava fingið frá sørvingum bæði burturi og heima, umframt øllum hin- um, sum hava stuðlað til- takinum. Alt tiltakið sum tað er, er fíggjað við stuð- uli, sigur Esbern Joensen, sum er ein teirra, sum stendur aftan fyri Áhuga- felagið Selvík, sum eigur dekksbátin Selvík. Selvík á Vestanstevnu Dekksbáturin Selvík varð smíðaður til Sørvágs í 1914 og er nú aftur komin til heimbygdina Mynd: Edvard Joensen ingaliga. Men sjálvandi verða ting gjørd til slíkt høvi, sum annara kanska høvdu ligið á láni, tekur Eivin Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági aftur í aftur. Sørvágur væl fyri Hóast onkuntíð hevur verið tungt, er Sørvágur rímiliga væl fyri í dag, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri. Hann greiðir frá, at tá ringast stóð til undir krepp- uni, sum var, var komm- unuskuldin rættiliga stór. Í dag er hon komin niður á eina hálva álíkning. Og alt hevur kommunan klárað at goldið sjálv. Har hevur eingin sanering verið, sigur hann errin og fettir sær líkasum eitt sindur á. Men hann viðgongur tó, at okkurt, sum kanksa átti at verið gjørt, hevur ligið heldur leingi. Eitt nú asfal- teringin av kommunalu vegunum, sum nú verður gjørd til Vestanstevnuna. Borgarstjórin heldur ikki, at tað er rætt, tá onkuntíð verður sagt, at Sørvágur er ein sovibygd. –Tá flakavirkið koyrdi upp á tað besta, arbeiddi væl av fólki har. Tað er rætt. Og tey sóust eisini væl aftur, tá tey fluttu seg til og frá arbeiði, heim til døgurða og aftur til arbeiðis. Tá eini 60-70 fólk ferðast Út á Bakka fleiri feðir um dagin, merkist tað. Nú eru tey ikki har, men aðrastaðni til arbeiðis. Eini 20-30 arbeiða tó á alivirk- inum, og tey síggjast eisini. Men so eru tað øll hini, sum eru á eitt nú flogvøll- inum, og ikki hava sama ferðingarmynstur, sum tey á havnarlagnum. Men hann harmast tó um, at Vesturvarði er seldur av bygdini. Tað er greitt, at tað eisini fer at merkjast, at hann ikki fer at landa til móttøkuna í Sørvági. –Tað átti í grundini at verið ein treyt, at eitt ávíst tal av fiskiloyvum skuldi ligið í útjaðaranum, heldur borgarstjóri í Sørvági. Og hann heldur ikki, at tað er nøkur góð grundgeving fyri, at so ikki er. –Hatta við fríu markn- aðarkrefturnu kunni vit gott gloyma, sigur hann. Tí vit hava kravt, at alt, sum brúkast skal í oljuvinnuni, skal um føroyskan bryggju- kant. Og so hava vit slept tí ideologiini. So har er einki, sum forðar fyri, at vit kunnu leggja eina slíka binding á fiskiloyvini eis- ini, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. Í hesum umhvørvinum fara nógv av stevnutiltøkunum at verða hildin Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2