Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 131 - 12. juli 2001 Nr. 131 - 12. juli 2001 5 Fyrsta útgávan av braga í ár er á tremur við áhuga- verdum greinum og ummælum MENTAN Turið Kjølbro At kunna og leiðbeina lesaran um tað forvitn- isliga í bókmentaheim- inum er tann krevjandi og spennandi uppgávan hjá braga, ið er føroyskt tíðarrit fyri bøkur og mentan. Eitt sovorðið tíðarrit er ein ómissandi táttur í røktini av før- oyskari bókligari ment- an, til at tryggja, at hon framvegis verður livandi ogn okkara, og at hon ikki trænar og stirðnar, sigur Turið Sigurðar- dóttir, lektari á Fróð- skaparsetri Føroya, í oddagreinini í braga. Í nýggjastu útgávuni av braga eru viðgerðir av nýggjari og eldri bókmentum. Anne-Kari Skarðhamar, bókmenta- frøðingur, hevur skrivað grein um náttúruskald- skapin hjá Christiani Matras undir heitinum meginmáttur, sjálvta- sæla, skapandi friður. Greinin lýsir lyndi og hugsanir í náttúrulýrikki Christians, sum vísa, at skaldskapur hansara er ávirkaður av og hevur fingið íblástur av før- oyskari náttúru, men hevur nógv víðari og djúpari sjónarhorn enn tað føroyska. Katrin Næs ummælir metsøluskaldsøguna Anna, Hanna og Jó- hanna eftir Marianne Fredriksson, sum Jákup í Skemmuni hevur týtt, Jóan Petur Ludvig ummælir Aftur á slóðina eftir Aksel Sandemose, sum Hans Thomsen týddi, Andrias Justesen ummælir Tann bráð- vakra hugsjónin, ið er savn við greinum og fyrilestrum eftir Hanus Kamban, Bergur Ras- mussen ummælir Sangir til frælsi, ið er minnis- fløga til Bjørn Afzelius, Bergur Rasmussen um- mælir Harry Potter eftir Joanne K. Rowling, sum Gunnar Hoydal hevur týtt, og Marna Jakobsen ummælir Hvør av øðr- um, sum er doktararit- gerð eftir Maluna Marn- ersdóttir. Turið Sigurðardóttir skrivar grein um yrk- ingasøvnini hjá Jóanes Nielsen, og Firouz Gaini, antropologur, skrivar grein við heitin- um oyggjarnar aftur til Keypmannahavnar. Katrin Næs umrøður virðislønina innan bók- mentir sum Jhumpa Lahiri hevur fingið. Kinna Poulsen hevur samrøðu við Hanna Bjartalíð, listamann, og Høgni Iversen skrivar grein um skaldsøguna og høvuðspersónin Huckleberry Finn. Um- framt eru aðrar greinir og onnur ummæli í ritin- um. Fýra stjórna braga. Tey eru René Hjelm, Firouz Gaini, Bergur Rasmussen, og Willam Heiberg. Myndina á kápuni hesa ferð hevur Hanni Bjartalíð gjørt. - Eg vóni, at tað eydnast mær at út- vega fólkaskúlanum so mikið stóra játtan í komandi fíggjarlóg, at trupulleikarnir í skúlanum, sum hava verið frammi seinastu árini, verða loystir, sigur Óli Holm, landsstýrismaður FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Fólkaskúlin er framvegis í trongum skóm hóast kreppuárini eru av. Hann verður framvegis ikki rað- festur so høgt, at hann megnar at liva upp til krøvini í nýggju fólka- skúlalógini. Og einki bend- ir á, at karmarnir, ið lógin leggur upp til, verða fyltir í bræði. Hetta tekur alt tíð, sum nýggi landsstýris- maðurin í mentamálum, Óli Holm, tekur til, men stendur tað til hann fær fólkaskúlin størri játtan á komandi fíggjarlóg. - Ynskiligt er, at fólka- skúlin fær so mikið størri játtan, at trupulleikarnir í føroyska skúlanum, sum hava verið frammi seinastu árini og ikki minst í seinastuni, verða loystir og at hann klárar at fylgja teimum ásetingum, sum eru í lógini. Skúlin tørvar eina munandi størri játtan, og eg vóni, at tað eydnast mær at útvega eina hægri játtan, sigur Óli Holm. Á hvørjum ári søkir Ser- námsdepilin vegna skúlar- nar kring landið Menta- málastýrið eftir tímum til næmingar við serligum tørvi. Til komandi skúlaár varð biðið um gott og væl 2500 tímar. Tá ið avtornaði gjørdist kvotan slakir 1200 tímar. Eingin skúli hevur fingið tað biðið er um, nógvir næmingar hava ongar tímar fingið, aðrir alt ov fáar tímar, hóast allar umsóknirnar til serligan tørv eru væl grundaðar sambært virkandi stjóra á Sernámsdeplinum. - Eingin ivi er um, at tímarnir til serligan tørv eru alt ov fáir. Men játtanin til fólkaskúlin er á einum støði sum ger, at tað er ógjørligt at útvega fleiri tímar til serligan tørv. Løgtingið hevur sagt, at fólkaskúlin fær ikki fleiri pengar at ráða yvir í hesum fíggjarárinum. Til komandi fíggjarlóg fari eg at royna at gera alt eg kann fyri at útvega størri játtan til serligan tørv. Øll kunnu verða samd um, at støðan als ikki er nøktandi. Hvussu stór umbønin frá fólkaskúlanum verður næsta ár til serligan tørv, vita vit ikki enn, men landsstýrismaðurin slær fast, at tímatalið skal økjast. Hvussu nógv torir hann ikki at geva eitt boð uppá. Fólkaskúlin er fyri øll børn uttan mun til brek ella tørv, men skúlin megnar ikki at liva upp til hetta sum viðurskiftini eru, kunnu lærarar, fakfólk, foreldur og onnur ásanna. Lógin er nóg góð, prinsippið somu- leiðis, men pengarnir vanta at fylla karmarnar út, sigur landsstýrismaðurin. - Hetta er neyðugt at arbeiða við í komandi tíðum. Lógin fevnir sera vítt, og nøkur viðurskifti ber ikki til at loysa eftir fáum árum. Næstu fýra- fimm árini er umráðandi, at vit gera okkum greitt, hvørji viðurskifti skulu rað- festast fyrst. Skúlastjórar, Sosialurin hevur tosað við, vísa allir á, at tað hevur bráðskund at fáa eitthvørt sertilboð til næmingar sum so ella so fella uttan fyri skúlan. Hesir fáa ikki ta undirvís- ing teimum tørvar, tí skúlin vantar orku, og summir næmingar krevja so mikið, at aðrir næmingar fáa minni undirvísing. Royndir eru gjørdar í Føroyum við at taka næmingar úr flokk- num í ein serflokk, men tað sum skúlastjórarnir eftir- lýsa er eitt sertilboð til hesar næmingarnar, har orkan fylgir við. Óli Holm kennir hesar trupulleik- arnar frá sínum drúgvu royndum sum lærari. - Nógv bendir á, at trupulleikarnir við næm- ingum sum hava trupulleik- ar verða størri og størri. Um vit skulu gera eitt sertilboð ella serflokkar, er ein spurningur, vit kunnu taka upp. Ein møguleiki er so at gera serflokkar har tveir-tríggir lærarar eru knýttir til. Men eisini her snýr tað seg um pengar. Fólkaskúlin er fyri øll børn uttan mun til brek ella tørv, men skúlin megnar ikki at liva upp til hetta sum viðurskiftini eru, kunnu lærarar, fakfólk, foreldur og onnur ásanna Savnsmynd Bragi inn í 21. øld Fólkaskúlin skal hava fleiri pengar - Næstu fýra-fimm árini er umráðandi, at vit gera okkum greitt, hvørji viðurskifti í nýggju fólkaskúlalógini skulu raðfestast fyrst, sigur Óli Holm, landsstýrismaður Mynd: Jens Kristian Vang Á ólavsøku í ár verður stórur dentur lagdur á at hava trygdartil- tøk, um eitt óhapp skuldi komið fyri, so trygdin á ólavsøku er í lagi HEINI Í SKORINI ólavsøka Jan Christiansen, borgar- stóri í Havn, hevur saman við øðrum á býráðnum lagt størri dent á trygdina á ólavsøku í ár samanborið við undanfarin ár. - Tá vælkendi midnáttar- sangurin er á skránni, eru millum 7000 og 10.000 fólk savnað í miðbýnum, og tá kann ein neyðstøða lættliga koma fyri, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn. Jan Christiansen sigur, at tá so nógv fólk eru trunkað saman á so lítlum øki, er alneyðugt við trygdartil- tøkum, og at serkøn fólk eru hjástødd, um eitt óhapp skuldi komið fyri. - Vit ætla at hava sjúkra- bilar til reiðar, og Reyði Krossur verður eisini til staðar. Tað hava vit til ólav- søkuna í ár mett at vera týd- ningarmikið, sigur borgar- stjórin í Havn undan ólav- søkuni 2001. Hóast vit ikki eru von við stór óhapp til slíkar hend- ingar her á landi, má hetta metast sum eitt sera skila- gott tiltak hjá býráðnum. Tí tá nógv fólk koma saman er sera skjótt, at eitthvørt ó- væntað skuldi komið fyri. Úti í heimi síggja vit ofta, at vanlukkur henda til stór tiltøk so sum á Roskilde- festivalinum og til fótbólts- dystir, og tískil eiga vit eis- ini at vera til reiðar á ólav- søku, so sum býráðið nú hevur fyriskipað. Trygdartiltøk á ólavsøku Nýggja kolvetnis- skattafyrisitingin fer ikki bara at liggja í Norðoyggjum, men eisini í Suðuroynni. Endamálið er at skapa trivnaðar- møguleikar í økjunum, sigur Karsten Hansen FYRISITING Stefan í Skorini Kolvetnisskattadeildin undir Toll- og Skattstovuni, sum fyri stuttum er sett á stovn, fer at vera bæði í Norðoyggjum og í Suður- oynni. Í gjár skrivaðu vit, at deildin fór at liggja í Klaks- vík, men ein partur verður eisini í Suðuroynni. Hetta boðar Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, frá í tíðindaskrivi. – Tílík umsiting krevur útbúgvið fólk og kann saman við vinnuvirksemi skapa betri trivnaðarmøgu- leikar bæði í Suðuroy og í Norðoyggjum, sigur Karst- en Hansen. Grunnar til Suðuroynna Samstundis sum oljuskatta- deildin skal til Suðuroyar og Klaksvíkar verður um- sitingin av ymsum grunn- um flutt úr Tórshavn til Suðuroyar. Tað eru Frí- tíðarlønarskipanin, Frítíð- argrunnurin og Arbeiðs- marknaðareftirlønargrunn- urin, sum skulu umsitast í Suðuroynni. Landsstýrismaðurin met- ir, at tað at flyta kolvetnis- skattafyrisitingina og um- sitingina av almennum grunnum út um miðstaðar- økið er í samsvari við tilmælini í økismenningar- álitinum og í samsvari við løgtingssamtyktina um, at virksemi av kolvetnisvinnu eisini skal vera í útjaðar- anum. Karsten flytir umsiting til útjaðara Olaf Olsen, reiðari, arbeiðir í løtuni við at byggja tveir nýggjar trolarar á skipa- smiðju í Spania. Byrjað verður eina av fyrstu døgunum, eftir at seinastu smá- lutirnir eru komnir uppá pláss SKIPABYGGING Stefan í Skorini Um eitt ár fer Olaf Olsen, reiðari á Beta Fish, at hava tveir nýggjar trolarar í reið- arínum. Hann sigur, at byggingin av teimum nýggju trolarunum byrjar heilt skjótt. – Tað eru nakrar smá- vegis broytingar, sum skulu fáast uppá pláss, áðrenn byggingin kann fara í gongd, sigur Olaf Olsen, sum væntar, at trolararnir vera klárir at flota um eitt ár. Teir hava havt brævasam- skifti við skipasmiðjuna í Spania og við peninga- stovnar um garanti og aðrar orðingar í sáttmálanum, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Tikið longri tíð Olaf Olsen sigur, at tað hevur tikið longri tíð enn væntað, men tað er ikki líkt til, at nakrir stórvegis trupulleikar stinga seg upp nú. Talan er um tveir trolarar fyri fyrst, og reiðaríið hevur síðani ein møguleika í sátt- málanum um at byggja fleiri trolarar. Forkeyps- rætturin tryggjar teimum møguleika at fáa fýra nýggjar trolarar afturat hes- um báðum, um áhugi er fyri tí. Hesir trolararnir skulu loysa teir gomlu cuba-trolararnar av. Cuba-trolararnir eru átta í tali, og avtalan við sponsku skipasmiðjuna er, at hon skal kunna veita Beta seks aðrar trolarar ístaðin fyri teir gomlu. Nýggju skipini vera 37 metrar til longdar og eru eini 460 bruttotons. – Enn er avgerð ikki tik- in, um vit fara at byggja fleiri enn tveir trolarar. Tá hesir báðir hava verið til fiskiskap í eitt ár ella so, taka vit avgerð, um fleiri skulu byggjast, sigur Olaf Olsen. Drúgvar fyrireikingar Olaf Olsen greiðir frá, at teir fóru undir at kanna møguleikar at byggja nýtt skip fyri einum ári síðani, og teir komu fram til, at spanska skipasmiðjan var tann bíligasta. – Fyrst kannaðu vit møguleikarnar fyri at keypa gamlar bátar, men tann loysnin var ikki nøktandi. Tí valdu vit at byggja nýtt, sigur Olaf. Teir nýggju trolararnir fara at royna á somu leiðum sum cuba-trolararnir. Tað er undir Føroyum við tað før- oyska markið, greiðir Olaf Olsen frá. Olaf Olsen endurnýggjar flotan: Byggingin byrjar fyrsta dagin Olaf Olsen væntar, at spanska skipasmiðjan fer undir bygging av nýggjum trolarum fyrsta dagin Mynd: Jens Kr. Vang Jan Christiansen, borgarstjóri, hevur tikið stig til trygdartiltøk á ólavsøku C M Y K 5 4