hósdagur 12. juli 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 131 - 12. juli 2001
Nr. 131 - 12. juli 2001
7
Ein samd nevnd
gjørdi av at lata
Edwardi Fuglø
norðurlendsku
barnabókavirðis-
lønina
BARNABÓKA-
VIRÐISLØN
Eirikur Lindenskov
– Tað var ein samd nevnd,
sum lat Edwardi Fuglø
Norðurlendsku Barnabóka-
virðislønina fyri ár 2001.
Hetta sigur norðurlendska
Skúlabókavarðafelagið
í
tíðindaskrivi, nú tað verður
almannakunngjørt,
sum
Sosialurin skrivaði fyri
tveimum vikum síðani, at
føroyski myndlistamaðurin
fær virðislønina. Talan er
um somu virðisløn, sum
varð
heiðrað
Ólavi
Michelsen, sála, í 1991 fyri
»Rossini í Skoradali«.
Norðurlendska
barna-
bókavirðislønin hevur verið
latin av Norðurlendska
Skúlabókavarðafelagnum
síðani 1985. Lønin er eitt
diplom og eitt listarverk og
verður latin á »BogForum«
í Keypmannahavn 17. no-
vember.
Edward Fuglø fær lønina
fyri
illustratiónirnar
í
bókunum »Bókstavirnir«
1995, »Villini súgdjór í
Útnorði« (1999), »Veingj-
aða myrkrið« (2000) og
»Vinmenn« (2001).
Í grundgevingunum sigur
nevndin:
»Bókstavirnir er bók við
teksti hjá Sigurði Joensen.
Tekningarnar eru sterkar og
originalar, næstan hóttandi,
men hava góðar smálutir.
Bókstavirnir koma fram
sum persónar í einum
sjónleiki, sum eru í kjaki
hvør við annan, og á
hvørjari síðu verður borið
fram undir, hvør næsti
stavur verður.«
Um »Villini súgdjór í
Útnorði« verður sagt:
»Villini
súgdjór
í
Útnorði«: Tekstin hevur
Jenny Lydersen skrivað.
Ein einastandandi listarlig
fakbók um villu súgdjórini
í Norðuratlantshavi. Mynd-
irnar vísa ikki einans leit-
anina hjá djórunum eftir
føði og ansni fyri ungunum,
men eisini hóttandi vanda,
sum eru krógvaðir í um-
hvørvi teirra«.
Um »Veingjaða myrkrið«
verður sagt:
»Tekstin hevur William
Heinesen skrivað. Edward
Fuglø tók sjálvur stig til at
geva út hesa søguna úr
gomlu Havnini, har nógvar
av søgunum hjá Williami
Heinesen fara fram. Tvey
børn eru á veg út úr býnum.
Tann mildi augustseinna-
parturin er ikki so ósekur
meira, so hvørt ljósið
hvørvir, og hóttandi verur
koma til sjóndar. Heimurin
broytist. Edward Fuglø er
dugir óføra væl at gera
skapilsi, fanga huglagið og
alt tað, sum trínir fram í
barnasinni.«
Um »Vinmenn« sigur
nevndin:
»Vinmenn er eitt kvæði,
sum er gjørt eftir Føroy-
ingasøgu.
Bókin
vísir
ávirkan kvaðanna á før-
oyska
mentanarheimin.
Tekningarnar hjá Edwardi
Fuglø eru fyltar við huglag
og hóska væl til evnið, og
við vøkrum myndum ger
listarmaðurin
kvaðini
meira
tilgongilig
fyri
børn.«
Víðari sigur dómsnevnd-
in, at verkini hjá Edwardi
Fuglø vísa stóra listarliga
potentiali hansara.
– Hann er úr Klaksvík,
hevur lisið við Skolen for
Brugskunst í Keypmanna-
havn frá 1987-1991 og
hevur arbeitt innan sjó-
nleik, film og sjónvarp í
Danmark, Íslandi og í Før-
oyum, hann hevur teknað
bøkur og gjørt plakatir og
postkort.
Ein
onnur
síða
av
fjølbroytta virksemi hans-
ara er málingin. Í einum
nyrealistiskum, sensurreal-
istiskum stíli við duldum
yvirtónum verður filoso-
ferað um lív og eksitens,
sigur nevndin, sum hevur
latið honum heiðurin.
Edward Fuglø hevur havt
framsýningar í Birkerød
(1985), Smiðjuni í Lítluvík
(1990),
Norðurlanda-
húsinum (1999), Norður-
landahúsinum í Reykjavík
(2000), Listaskálanum í
Havn (2000) og Steininge-
slott Kulturcenter, Svøríki
(2001).
Í 1995 fekk Edward Fuglø
B a r n a b ó k av i r ð i r s l ø n
Tórshavnar Býráðs.
Í dómsnevndini sótu:
anna-Lena Lindekvist,
Svøríki
Bent Rasmussen, Danmark
Frida
S.
Haraldsdóttir,
Íslandi (formaður)
Gunnvør Joensen, Føroyar
Margareta
Rosenberg,
Finnland
Ragnhild Mydland, Noreg
Filosoferar um lív og eksitens
»Veingjaða myrkrið« er ein
av bókunum, har Edward
Fuglø hevur gjørt tekning-
arnar, hann nú verður
heiðraður fyri. Í november
fær hann norðurlendsku
barnabókavirðislønina, sum
er eitt heiðursbræv og eitt
listarverk
Í gjár varð tað trið-
síðsta av royntrøun-
um, sum stóðu fram
við Havnará aftan fyri
sparikassagarðin, felt.
Røturnar standa
undir í vatni, og
trøini doyggja spaku-
liga
GOMUL TRØ
Eirikur Lindenskov
Tað fellir mongum fyri
bróstið at síggja menn fella
gomul trø – soleiðis var
eisini gjáramorgunin, tá
menn feldu eitt av gomlu
royntrøunum millum Spari-
kassagarðin og Telefon-
verkið í Havn.
Seinastu árini er nógv av
gomlu trøunum, sum stóðu
fram við Havnará frá
Tinghúsvøllinum
niðan
móti Ebenezer, feld. Fleiri
fóru í ódnini í 1988, og í
dag standa bert tvey av
teimum eftir, og tey standa
beint aftan fyri kioskina hjá
Astu.
Michael Jacobæus hjá
býargartnaranum í Havn
sigur, at hesi trøini ikki
hava tað so gott. Tá
Havnará varð løgd undir
heilt, varð stoyptur kassi
oman á ánna. Hetta hevur
við sær, at røturnar til trøini
standa undir vatni. Tískil
eru røturnar rotnaðar, og
trøini doyggja spakuliga.
Gjøgnum árini eru nógv
trø feld í miðbýnum í Havn.
Michael Jacobæus sigur, at
vit mugu sláa okkum til tols
við, at hetta er verðins
gongd. Summi trø klára seg
betur enn onnur, men vit
mugu bara royna at planta
nýtt so hvørt – tí eitt er vist,
at trøini eisini hava sína tíð.
Hann vísir á, at stóru
ahorntrøini, sum standa
framman
fyri
Gamla
Bókhandil er um 150 ár.
– Aðrastaðni vita vit, at
ahorntrø gerast upp til 600
ára gomul, men hvussu tað
er í Føroyum, vita vit av
góðum grundum ikki, sigur
hann. Býargartnarin hevur
annars fleiri ferðir tikið av
trøunum við Bókahandilin,
so krúnan ikki gerst ov høg,
og hetta hjálpir væl, sigur
Michael Jacobæus.
Hóast ahrontrøini mið-
býnum ikki hava tær bestu
liviumstøðurnar, so klára
tey seg eftir umstøðunum
væl. Michael Jacobæus
vísir á, at tey trøini sum
standa í urtagørðum – ella
tey, sum fáa frið, klára seg
betur. Men býargartnarin
hevur plantað fleiri stór
ahorntrø, sum eru um seks
metur høg – í gamla
Kommunuskúlagarðinum
og í Gongugøtuni. Hesi
klára seg væl, og av tí at tey
eru so stór, so klára ótangar
ikki eins væl at bróta tey.
Stóra træið, sum stendur
framman fyri trappuna hjá
Ebenezer, varð tikið úr
viðarlundini fyri eini 15
árum síðani. Tað var tikið
upp við rót saman við ein-
um rúmmetri av mold eina
náttina, og plantað framm-
an fyri Ebenezer – og tað
klárar
seg
væl,
sigur
Michael Jacobæus, sum
leggur afturat, at býargart-
narin sjálvandi heldur eyga
við trøunum og roynir at
planta nýtt innímillum, so
tað ikki verður so tómligt,
tá stóru trøini fara.
Gomlu trøini fella
Í gjár varð hetta royntræið felt. Tað stendur í vegin fyri útbygginginihjá løgtinginum
Mynd: Eirikur Lindenskov
Michael Jacobæus, gartnari hjá býráðnum í Havn. Stóra ahorntræi í gongubreytini hinumegin
hevur tað gott, men tey bæði roynitrøini aftan fyri kioskina fara skjótt…
Mynd: Eirikur Lindenskov
Tingfundurin ólav-
søkudag skal haldast,
sjálvt um ólavsøku-
dagur fellur á ein
sunnudag. Hetta er
lógarfest í nýggju
stýrisskipanini frá
1995
TINGFUNDUR
John Johannessen
Tingformaðurin er noyddur
at
seta
ólavsøkutingið
sunnudagin 29. juli í ár, og
tingfólk hava skyldu at
møta, eins og vanligt.
Tað er nevniliga í nýggju
stýrisskipanini lógarfest, at
tingið verður sett ólavsøku-
dag, sjálvt um hesin fellur á
ein sunnudag.
Tí hevur Finnbogi Ísak-
son,
løgtingsformaður,
ongan møguleika at taka til
eftirtektar mótmælið frá
Hendriki Old og skrivligu
áheitanina frá Fólkaflokk-
inum um at flyta tingfundin
til mánadagin eftir ólav-
søkudag.
Ópolitiskur fundur
Í sambandi við arbeiðið at
gera nýggju stýrisskipanina
var nógv orðaskifti í nevn-
ini, ið arbeiddi við hesum,
hvørt haldast skuldi fram
við gomlu regluni, um at
ólavsøkufundurin
skuldi
flytast til mánadag, um
ólavsøkudagur fall á ein
sunnudag.
Men nevnin kom til ta
niðurstøðu, »at tað ikki
kann haldast at ganga ímóti
kristna grundarlag føroy-
inga at halda henda serliga
hátíðarliga tingfund sunnu-
dag, vegna tess, at guds-
tænasta verður hildin fyrst
og einki politiskt kjak fer
fram henda dag, men bert
løgmansrøðan um støðu
landsins verður hildin«.
Nevnin gjørdi sostatt av
at strika ásetingina í gomlu
tingskipanini, ið segði, at
fundurin skuldi setast dagin
eftir, um ólavsøkudagur var
sunnudag.
Eingi fundarboð
Í nýggju tingskipanini í
nýggju stýrisskipanarlógini
er greitt ásett við lóg, at
tingfundur skal haldast
klokkan 13 ólavsøkudag,
har tingið verður sett og
løgmaður heldur ólavsøku-
røðu sína. Eisini er skrúð-
gongan lógarfest.
Tí er ikki so mikið sum
neyðugt hjá tingformann-
inum at senda fundarboð út
til fundin. Fundurin er á-
settur við lóg, og skal tí
haldast, líkamikið, hvat
tingformaðurin ella aðrir
tinglimir halda. Hetta er
eisini greitt staðfest í við-
merkingunum til tingskip-
anina.
Sunnudagsfundurin er lógarfestur
Tað er ikki góður sið-
ur at byrja ella gera
arbeiði ein sunnudag.
Hetta heldur Fólka-
flokkurin, sum hevur
sent formansskap-
inum í løgtinginum
bræv við áheitan um,
at flyta setanina av
løgtinginum til
mánadagin eftir
ólavsøku
TINGFUNDUR
John Johannessen
Fólkaflokkurin hevur sent
formansskapi løgtingsins
skrivliga áheitan um at
flyta setanina av løgting-
inum og ólavsøkurøðuna í
ár til mánadagin eftir ólav-
søku.
Orsøkin er tann, at ólav-
søkudagur í ár fellur á ein
sunnudag, og ikki hevur
verið vanligt, at tingið kem-
ur saman sunnudag.
Fólkaflokkurin viðgjørdi
málið á fundi týsdagin, og
samdist um at senda for-
mansskapinum skrivliga á-
heitan um at flyta fundin.
Gamal siður
»Ólavsøkudagur í ár fellur
á ein sunnudag, og tað hev-
ur í Føroyum ikki verið
hildin at vera góður siður at
byrja ella gera arbeiði ein
halgidag«, skrivar Fólka-
flokkurin millum annað í
stutta brævinum til for-
mansskapin í løgtinginum.
Í brævinum vísir Fólka-
flokkurin eisini á, at setanin
og ólavsøkurøðan áður eru
flutt til mánadagin eftir
ólavsøku, tá ólavsøkudagur
hevur verið sunnudag.
Tað er løgmaður, ið skal
halda ólavsøkurøðuna. Og
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, er limir í Fólkaflokk-
inum.
Men Óli Breckmann, for-
maður Fólkafloksins sigur,
at avgerðin um at heita á
formansskapin um at útseta
røðuna er tikin í fullum
samráð við løgmann.
– Eg tosaði við løgmann,
áðrenn eg skrivaði brævið
til formansskapin, og vit
vóru samdir um, at tað var
rætt at senda áheitanina av-
stað, sigur Óli Breckmann,
formaður Fólkafloksins.
Noktar at møta
Tað er ikki bara Fólka-
flokkurin, ið er ímóti, at
ólavsøkutingið í ár verður
sett sunnudag. Í Sosialinum
í gjár var samrøða við
Hendrik Old úr Javnaðar-
flokkinum, sum segði seg
hvørki fara at møta til ting-
fundin ella skrúðgonguna á
ólavsøku, orsakað av, at
formansskapurin
hevði
gjørt av at byrja arbeiðsárið
sunnudag.
Í Sambandsflokkinum og
Miðflokkinum eru eisini
fólk, ið eru ímóti at møta í
løgtinginum sunnudag. Al-
fred Olsen, tingmaður fyri
Sambandsflokkin segði við
Sosialin í gjár, at hann onga
meingin sá í at seta tingið
ein sunnudag, og at flokk-
urin fór at taka hetta upp á
fundi. Jenis av Rana, for-
maður Miðfloksins, segði
seg fara at heita á ting-
formannin um at flyta
fundin til mánadagin eftir
ólavsøku.
TINGFUNDUR
John Johannessen
– Tað er ikki eitt prinsipp
fyri meg, at tingfundurin
á ólavsøku skal haldast
sunnudag. Men eg havi
onga heimild at flyta
hann.
Hetta sigur Finnbogi
Ísakson, tingformaður, í
sambandi við, at tingfólk
hava mótmælt, at ólav-
søkutingfundurin í ár
verður settur sunnudag.
– Um eg hevði heimild
at flyta fundin, skuldi eg
fegin gjørt tað, men tað
havi eg ikki, tí fundurin
er
lógarfestur,
sigur
Finnbogi
Ísakson
í
stuttari viðmerking.
Finnbogi Ísakson, tingformaður:
– Eg havi einki val
Fólkaflokkurin vil flyta ólavsøkufund
Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins, hevur sent formans-
skapi løgtingsins skrivliga áheitan um at flyta tingsetanina og
ólavsøkurøðuna í ár til mánadagin eftir ólavsøku. Orsøkin er,
at ólavsøkudagur í ár fellur á ein sunnudag
Løgtingsformaðurin hevur
ongan møguleika at bíða við
at seta tingið til mánadagin
eftir ólavsøku, ein og tingfólk
ynskja. Fundurin ólavsøku-
dag er lógarfestur
C
M
Y
K
7
6