hósdagur 5. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 106 - 5. juni 2008
Ester kom við flaggi
Tað stóð ikki á hjá Rás2 at skaffa kanadisk fløgg til
konsertina við Bryan Adams í Havn í gjárkvøldið. Í gjár
manglaði kanadiskt flagg, sum skuldi brúkast til
konsertina hjá Bryan Adams á Tórsvølli. Rás2 og
Portalurin eftirlýstu kanadiskt flagg, og fleiri hildu seg
kunna hjálpa. Poul Michelsen hevði eitt flagg liggjandi,
og tað sama hevði Olaf Olafsen. Ester Christiansen kom
við flagginum úr Eysturoynni.
Norðoyastevnu-
sending á Rás2
Í dag og í morgin millum 9.05 og 12, og 13 og 15 sendir
Rás2 úr Klaksvík. Í sendingunum, sum verða sendar úr
Studio Pegasus, verður nógvur tónleikur at hoyra, sum
hevur samband við Klaksvík og Norðoyggjar. Gestir
koma í studio, og reportari fer runt Klaksvíkar bý, og runt
Norðoyggjar, og kemur inn við reportasjum. Norðoya
stevnusendingin er hósdagin og fríggjadagin, báðar
dagarnar millum 9.05 og 12, og millum 13 og 15.
Fíggjarmálaráðharrin
verður nú noyddur
at útseta tiltiknu
kunngerðina um at
nokta tollfríari sølu
av tubbakki
Tollfrí søla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Karsten Hansen sleppur
ikki at seta tiltiknu kunn
gerðina í gildið, sum bannar
øllum innflutningi av tollfrí
um sigarettum og øðrum
tubbaksvørum.
Men tað verður bara fyri
bils, tí somuleiðis eru útlit
fyri, at hetta verður seinasta
summarið, at føroyingar og
ferðafólk kunnu keypa toll
fríar sigarettir við sær í
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum hevur annars
lýst eina kunngerð, sum bann
ar øllum innflutningi av
sigarettum og øllum øðrum
tubbaksvørum frá 1. juli í ár.
Hetta hevur bæði loypt
øði í ferðavinnuna og í rest
ina av landsstýrinum og
seinnapartin í gjár varð Kar
sten Hansen kallaður á fund
við løgman og Bjørt Sam
uelsen, landsstýrsiskvinnu í
vinnumálum.
Niðurstøðan á hesum fund
inum er, at Karsten Hansen
nú noyðist at lýsa eina nýggja
kunngerð, har forboðið ímóti
at innflyta tollfríar tubbaks
vørur, verður útsett til 1. okto
ber.
Vit komu ásamt um, at
kunngerðin ikki skal koma
í gildi fyrrenn tann 1. okto
ber, so at ferðavinnutíðin í
summar verður av, áðrenn
broytingar verða gjørdar og
so at ferðavinnan fær stund
ir at tillaga seg, sigur løg
maður.
Hann sigur, at eftir hans
ara uppfatan, skuldi Karsten
Hansen fara útaftur í fíggj
armálaráðið
at
venda
støðuni nakrar ferðir og so
skuldi hann venda aftur og
kunngera, at gildiskoman
er útsett til 1. oktober.
Sostatt verður tað ikki
eitt krav, at kunngerðin heilt
verður heilt slept, men ein
ans at gildiskoman verður
útsett.
Vil hann í minsta lagi
ikki útseta gildiskomuna,
mugu vit taka málið uppaft
ur og so viðgerða vit tað
víðari haðani frá.
Góðtekur ikki
framferðina
Annars er tað greitt, at allar
seinasta orðið er ikki sagt í
hesum máli.
Bjørt Samuelsen sigur,
hon tekur ikki undir við, at
tollfría sølan verður bannað
og í fyrstu atløgu vil hon
hava kunngerðina heilt strik
aða ella í minsta lagi vil hon
hava gildiskomuna útsetta.
Eg haldi, at vit kunnu
máa støðið undan einum
parti í ferðavinnuni, uttan at
viðgerða tað í samgonguni.
Hon leggur afturat, at her
er talan um eitt mál, sum
røkkur rættiliga djúpt inn í
vinnumálaráðið. Tí kann
hon undir ongum umstøðum
góðtaka, at landsstýrismað
urin í fíggjarmálum av sín
um eintingum setir eina
kunngerð í gildið, sum hev
ur so stóra negativa ávirkan
á ferðavinnuna, uttan at
vinnumálaráðið so mikið
sum er eftirspurt.
Landsstýrið kann rætt og
slætt ikki arbeiða upp á
hendan mátan og skal hetta
verða arbeiðslagið, er tað
ein stórur trupulleiki í sam
gonguni, leggur hon afturat.
Landsstýriskvinnan
í
vinnumálum sigur, at hon
kennir onki til málið yvir
høvur og fyrstu ferð, hon
frættir um tað, var í farnu
viku og tað heitti løgmaður
staðiliga á hann um at bíða
við kunngerðini.
Kortini fer hann í sjálv
drátt og lýsir kunngerðina
og tað er rættiliga alvorligt.
Men her er tað, at Bjørt
Samuelsen og Karsten Han
sen eru rúkandi ósamd.
Karsten Hansen hevur
ongantíð
viðgjørt
hetta
málið á fundi, har eg havi
verið til staðar, sigur Bjørt
Samuelsen.
Møguliga hevur hann
ført tað fram á fundum, har
eg ikki havi verið til staðar.
Men taka eitt mál fram, tá
ið landsstýriskvinnan ikki
er til staðar, kalli ikki at við
gera tað.
Sjálvur er Karsten Hansen
fullkomiliga ósamdur, tí
hann segði við Rás2 í gjár,
at tá ið fíggjarlógin, varð
spurningurin til viðgerðar
um at avtaka tollfríu søluna.
Tað var semja um tað og
inntøkurnar av tí eru sostatt
við í inntøkugrundarlagnum
á fíggjarlógini.
Og landsstýrisfólkini
vóru eisini skjót at brúka
pengarnar.
Karsten Hansen sigur, at
málið var eisini fyri á lands
stýrisfundi í apríl og har
vóru heldur ongar viðmerk
ingar.
Landstýrismaðurin í fíggj
armálum heldur, at tað er
ikki fyrrenn nú, at limir í sam
gonguni eru farnir at leggja
eitt øgiligt trýst á samgong
una, at rumbul kemur í.
Annars staðfestir hann, at
hann hevur fulla heimild at
seta kunngerðina í gildi
uttan at tað skal viðgerðast
í landsstýrinum.
Hinvegin skal hann kunna
um ætlanina og tað hevur
hann gjørt og tað vóru
ongar viðmerkingar.
Eidesgaard átalar,
at landsstýrisfólk
keglast alment ístaðin
fyri at viðgerða mál
ini innanhýsis
PoliTikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, er ikki serliga fegin
um arbeiðslagið í lands
stýrinum.
Fleiri ferðir hesar seinastu
vikurnar er tað komið fyri,
at
landsstýrisfólk
hava
klandrast alment í fjølmiðl
unum.
Og hetta hóvar als ikki
løgmanni.
Tað er ógvuliga óheppið,
at landsstýrisfólk liggja og
keglast alment ístaðin fyri
at viðgera tey ymsum mál
ini innanhýsis í samgonguni,
sigur hann.
Hann heldur somuleiðis,
at tað er eitt sera óheppið
signal at senda almenning
inum, at landsstýrisfólk
liggja í opnum stríði sína
millum í fjølmiðlunum.
Serliga óheppið heldur
hann at tað vera, at lands
stýrisfólk alment keglast
um mál, sum ein loysn
longu er funnin á.
Hann sipar til spurningin
um forboðið fyri tollfría
sølu av tubbaki, har avgerð
er tikin um, at útseta for
boðið til 1. oktober, men
kortini eru Karsten Hansen
og
Bjørt
Samuelsen
í
almennum hornatøkum aft
aná, at avgerðin er tikin.
Hann heldur, at sjálvandi
kundi hann, sum samgongu
leiðari, kravt størri disiplin
í landsstýrinum, men hann
heldur eisini, at tað er ein
spurningur,
hvussu
tey
ymsu landsstýrisfólkini upp
fata sítt starv.
Fleiri dømi
Í síðstu viku vóru Hans
Pauli Strøm og Karsten Han
sen í almennum orðadrátti
um Landssjúkrahúsið.
Men løgmaður eigur eis
ini eisini sín lut í hesum, tí
á tingsins røðarapalli fanst
hann herfyri alment at Krist
inu Háfoss, landsstýris
kvinnu í mentamálum, tí
hon var farin til Eysturríki
at lata eina listaframsýning
upp, heldur enn at vera í
Løgtinginum, tá ið stórmál,
sum skúladepilin í Markna
gili var til viðgerðar.
Tað fekk landsstýriskvinn
una at geva ilt av sær og at
loysa frá posabandinum og
skjóta løgmann aftur við, at
hann skuldi heldur roynt at
fingið hansara egna flokk,
Javnaðarflokkin, at funni
semju innanhýsis, tí so var
ongin trupulleiki.
Løgmaður góðtekur ikki alment klandur
Karsten noyðist at bakka
Karsten Hansen fekk ikki makt, sum hann hevur akt. Hann ætlaði, at hetta skuldi vera slutt
longu um ein mánaða, men nú verður hann í fyrstu syftu noyddur at útseta bannið ímóti
tollfríum sigarettum til 1. oktober