hósdagur 5. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 106 - 5. juni 2008
Tað eru góð tíðindi
fyri eitt nú reiðarar
og fiskimenn, at
oljuprísurin fellir
olja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í grein á heimasíðuni hjá
Fiskeribladet Fiskaren verð
ur sagt, at norðsjóvarolja
við levering í juli verður
seld fyri 124,3 dollarar fyri
tunnuna. Hetta er eitt prís
fall í mun til teir 128 doll
ararnar, sum tunnan annars
hevur kostað um dagarnar.
Fiskimenn og onnur, sum
eru bundin av, at prísurin
fyri bunkring av olju ikki
verður alt ov høgur, kunnu
sambært norska blaðnum
nú kenna seg eitt sindur
lættari.
Framvegis høgur
Kortini skulu vit minnast
til, at oljuprísurin framhald
andi er ógvuliga høgur, og
tí skulu fiskimenn rokna
við at gjalda nógv fyri
bunkring.
Heimasíðan heldur, at
fleiri tekin eru um, at
oljuprísurin fer at fella.
Wall Street Journal skriv
ar, at í USA verður nú gran
skað, um prísirnir á olju
hava verið útsettir fyri
manipulatión.
Ein tunna av olju hevur
kostað 135,90 dollarar, men
seinastu tvær vikurnar hava
stór prísføll verið.
Stórt prísfall á olju
Granskarar eru farnir at
kanna, um manipulatión
er ein orsøk til høgu
oljuprísirnar
Dimmumyndir á Landsbókasavninum
Í sambandi við mentanarnáttina letur Ole Wich framsýningina ”Dimmumyndir – at
tekna blaðið” upp á Føroya landsbókasavni fríggjakvøldið 6. juni. Sýndar verða fram
myndir, sum Ole Wich hevur gjørt til Dimmalætting frá aug. 2005 og fram til í dag.
Flestu myndirnar eru tekningar, ið eru teknaðar við hond og síðani viðgjørdar við
teldu. Tær hava verið prentaðar í Skáanum, Blogguni og í Punktum.fo í Dimmalætting.
Framsýningin letur upp klokkan kl. 20.00, og Landsbókasavnið hevur opið til kl.
22.00 hetta kvøldið.
- Eg stúri fyri gongd-
ini, og óhugsandi er
ikki, at alt virksemið
kann fara av knóran-
um. Tá raksturin
er so vánaligur, og
útlitini eru so døp-
ur, er vandin altíð
til steðgar. Men vit
royna, og eg vóni
ikki, at tað verður so
galið, sigur stjórin í
Maru Seafood, Jóhan
Páll Joensen, sum fer
at hava aðalfund í
næstum
Kreppa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Samtakið Maru Seafood er
ein av teimum heilt stóru
fiskivinnufyritøkunum
í
Føroyum, sum bæði hevur
virkir og skip undir sínum
hatti.
Virkini, sum felagið rekur
í Klaksvík og á Eiði, hava
út við 200 fólk í arbeiði, og
einir 100 mans eru knýttir
at teimum átta skipunum,
sum felagið eisini hevur
undir sínum hatti.
Felagið hevur rikið trý
virkir, Kósina, Eystís, sum
er gamla Roykivirkið í
Klaksvík og Norðís á Eiði.
Á Eystís starvaðust eini
35 fólk, sum fingust við at
roykja hýsu og upsa, men
sama virksemi er eisini á
Eiði. Fyri eini tíð síðan helt
virksemið á Eystís uppat,
og
flestu
arbeiðsfólkini
endaðu á Kósini.
Bæði á Kósini, sum
serliga virkar portiónir úr
upsa og nakað av saltfiski
og á Norðís á Eiði, sum
roykir hýsu og upsa, hevur
verið nógv arbeiði.
Tað hevur gingið rímiliga
væl at manna Kósina,
meðan truplari hevur verið
at manna Norðís, har tørvur
alla tíðina er á arbeiðsfólki.
Skipini, sum Mary Sea
food eisini eigur meirilutan
í, eru teir seks ísfiska
trolararnir Navarin og Borg
arin, Nónhamar og Fjals
hamar og Safir og Smaragd.
Línuskipini eru Grani og
Fugltúgvan.
Fleiri feløg eru undir hatt
inum hjá samtakinum Maru
Seafood og stjórin, Jóhan
Páll Joensen, letur sera illa
at gongdini.
Lagnan óviss
Maru Seafood fer at hava
aðalfund ein av fyrstu
døgunum, og fyrr enn tann
fundurin
verður,
verður
heldur ikki endaliga greitt,
hvussu úrslitið hjá samtak
inum fyri farna ár verður.
Men tað er greitt, at
úrslitið verður vánaligt,
sera vánaligt, sigur Jóhan
Páll Joensen.
Hann ásannar, at raksturin
av virkseminum hjá samtak
Maru Seafood í gjaldføristr