hósdagur 5. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 106 - 5. juni 2008
Prísurin á olju til
fiskiskipaflotan í
evropeiskum havn
um er øktur umleið
240% síðan 2004,
men fiskivinnu
kommiserurin í
ES heldur ikki, at
oljustuðul er nøkur
gongd leið
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskivinnukommiserurin
í ES, Joe Borg, heldur, at
aktuellu trupulleikarnir,
sum fiskiflotin í ES er
komin í, botna í bygnað
arligum ósambæri mill
um stødd av fiskiflota og
burðardygga veiðu.
Hesir trupulleikar eru
bara vorðnir nógv størri av
stóra vøkstrinum í oljuút
reiðslunum seinastu árini.
Joe Borg vísir á, at
prísirnir á olju til fiski
flotan eru øktir eini 240%
síðan ár 2004.
Hann sigur, at skjót
hjálp kann veitast til at
bjarga og umleggja fiski
flotan, um hetta sam
stundis ger veiðina meira
burðardygga.
Vit fylgja væl við
gongdini og royna at
finna vegir til loysnir
saman við vinnuni. Neyð
ugt er at gera fiskiflotan
føran fyri at vinna á
álvarsligu trupulleikunum
og fremja neyðugu bygn
aðarligu broytingarnar.
Joe Borg ásannar, at
skeivar avgerðir eru ikki
vegurin fram í eini slíkari
støðu og vísir á, at eitt nú
størri kvotur, sum onkur
hevur mælt til, bara høvdu
gjørt støðuna uppaftur
truplari sum frá líður.
Hann heldur eisini, at
møguligur
oljustuðul
hevði gjørt, at trupulleik
arnir í fiskiskipavinnuni
fara at halda fram, og at
kollapsið hevði verið upp
aftur størri, tá tað kemur.
Niðurstøðan hjá ES
fiskivinnukommiserinum
er greið:
Neyðugt er at gera
okkurt nú fyri at umleggja
fiskiskipaflotan,
sigur
Joe Borg.
Tað er heimasíðan hjá
Danmarks Fiskeritidende,
sum ber hesi tíðindi.
Bygnaðar
broytingar í
fiskiflotanum,
sum fremja
burðardygga
veiði, er leiðin
burtur úr
kreppuni
Joe Borg,
fiskivinnu
kommiserur
í ES, heldur,
at møguligur
oljustuðul hevði
gjørt kollapsið
í fiskivinnuni
uppaftur størri,
tá tað kemur
Loysnir saman
við fiskivinnuni
Føroya Tele økir um breiðbandið
Allir privatkundar hjá Føroya Tele, fáa nú tvífalt so høga ferð á breiðbandinum
fyri sama prís. Fyri breiðbandshald við háferð fýrafaldar Føroya Tele ferðina í
ávísum førum, soleiðis at Føroya Tele bjóðar 8mbit flatrate fyri 2 mbit prís. Á
fleiri privatum haldum við kvotu, tekur Føroya Tele kvotuna burtur og bjóðar
veruligt flatrate fyri sama prís. Hartil varðveitir Føroya Tele nakrar lágferðir, við
møguleika fyri at velja nýtslukvotu ella flatratehald. Føroya Tele broytir haldið
sjálvvirkandi, soleiðis at allir privatkundar hava fingið hægru ferðirnar innan
15. juni, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi
Toskaaling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð fara sviar
nú at ala tosk.
Ætlanin er at fara undir
toskaaling har suðuri við
Skånestrondina í Svøríki.
Sambært svenskum sjón
varpi er toskur eitt av
truplastu fiskasløgunum at
ala, tí fiskurin helst skal
hava æti at eta, til hann er
vorðin 5 sentimetrar langur.
Í
svenskum
sjónvarpi
verður annars vísti til góðu
royndirnar, sum norðmenn
hava av at ala tosk.
Sviar ala tosk
upulleikum
inum bæði á landi og sjógvi
hevur verið vánaligur.
Jú, eg stúri fyri gongdini,
sigur hann, tá vit spyrja, um
hugsandi er, at virksemið
hjá felagnum kann fara av
knóranum.
Jóhan Páll sigur, at í tíð
um sum hesum, tá so nógv
viðurskifti ganga ímóti, er
man altíð útsettur fyri, at
tað ringasta kann henda.
Men vit royna, og eg
vóni ikki, at tað verður so
galið kortini.
Alt kann henda
Vit spurdu eisini stjóran í
Maru Seafood, um hugsandi
er, at nakað kann henda á
aðalfundinum, sum ger, at
alt virksemið hjá samtak
inum steðgar í einum.
Tá raksturin er so vána
ligur, og útlitini eru so døp
ur, er vandin altíð til steðar.
Bæði
fiskavirkisvinnan
hjá Maru Seafood og Faroe
Seafood, sum eru størstu
samtøkini av sínum slagi í
Føroyum og skipavinnan
hjá somu feløgum hava tað
sera trupult í løtuni.
Broytast fyritreytirnar
ikki við stagnatión ella
lækking í oljuprísunum, og
raksturin í vinnuni á landi
gerst meira lønandi, hevur
virksemið ongan møguleika,
sigur stjórin.
Tað vísir seg, leggur hann
aftrat, at tá tað gongur væl,
gongur alt væl – og tá tað
gongur illa, gongur bara alt
illa.
Treingir samanum
Stjórin í Maru Seafood
ásannar, at trupult er at fáa
pening
til
rakstur
av
virkseminum.
Alt treingir saman um,
og tað er sera trupult at reka
vinnu, soleiðis sum umstøð
urnar eru í løtuni.
Toskaveiðan undir Føroyum
er í løtuni á tí minimala, og
hetta sæst eisini aftur í allari
fiskivinnuni.
Toskurin hevur 45 ferð
ir so góðan prís, sum eitt nú
upsi, og tí er greitt, at tað
merkist um alla vinnuna, tá
toskurin svíkur.
Jóhan Páll Joensen sigur,
at vónin hjá skipavinnuni
er, at oljuprísurin stagnerar
– og helst lækkar – sam
stundis, sum meira verður
at fáa av toski.
Neyðugt er eisini, at
raksturin av fiskavirkjunum
gerst meira lønandi aftur,
sigur stjórin í einum av
størstu fiiskivinnusamtøkum
í Føroyum við umleið 300
fólkum undir sínum hatti.
Broytast fyritreytirnar ikki við stagnatión
ella lækking í oljuprísunum, og raksturin í
vinnuni á landi gerst meira lønandi, hevur
virksemið ongan møguleika, sigur Jóhan
Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood