Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 106 - 5. juni 2008 Konsertumrøða Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir; Jens Kr. Vang Tað var veruliga lagt upp til góða konsert 4. juni 2008 á Tórsvølli, tá maðurin við teim mongu heimshittunum vitjaði Tórsvøll. Hann eig­ ur sangir, sum nærum hvørt mansbarn kennir. Nevnast kunnu Heaven, Summer of 69, When you’re gone og Can’t stop this thing we star­ ted, men listin er longri. Veðrið var av sonnum til vildar mikukvøldið; stilli og sól. Og eini 5­6000 glaðir føroyingar. Føroysk upphiting Fyrstir á pallin komu menn­ inir í bólkinum 4, sum júst hevur givið góða fløgu út. Og meðan fólk streymaði innar á Tórsvøll, leiktu teir sangir av fløguni. Hetta er krem fyri oyruni, tí talan er um countrykendan tónleik, ið gongur væl inn hjá teim­ um flestu. Og 4 stillaði upp við talmiklari og sterkari manning, og tað gav eisini úrslit, tí framførlsan var góð. Jens Marni Hansen átti síðani pallin. Hann er nær­ um klárur við nýggjari fløgu og spældi løg av fløg­ uni, umframt onkran gaml­ an kenning. Afturat sær hevði hann manning í danska X­Factor bólkinum, og teir svíkja sjálvandi ikki, men lata úr hondum gott hondverk. Saman við góðu rockrøddini úr Kollafirði riggaði hetta óføra væl. Lív­ ligt og melodiøst. At tosa um ljóðgóðsku og slíkt, tá talan er um upp­ hiting, er nyttuleyst, tí dent­ ur verður ikki veruliga lagd­ ur á at gera tað heilt stóra burturúr upphitingini í so máta. Men føroysku avrikini á Tórsvølli vóru í lagi, og ljóðið var ikki vánaligt Bryan Men tað var Bryan Adams, ið fólk vóru komi at hoyra og síggja. Hann legði beinanvegin út við at spæla sínar kendu sang­ ir, og teir hevur hann eina rúgvu av. Kanska meira, enn tey flestu geva sær far um. Longu sum nummar tvey á skránni kom Can’t Stop This Thing We Started, og so var jú beinanvegin nomið við innara lurtarasavnið hjá áhoyrarunum, tí hetta er eitt av mongu løgunum, sum hava verið heimshitt. Veruligt lív kom í og Bryan Adams spældi Back to You. Og skift var ofta millum lívligar sangir og teir í stilla endanum, men longu eftir 45 minuttum kom Summer of 69, sum øll á Tórsvølli óivað kendust við. Sangurin telist millum teir kendastu hjá Adams, og mong høvdu óivað væntað, at hann kom aftarliga í sang­ skránni, ella sum eykalag. Men sjálvandi setti hetta lív og hita í fjøldina, tí lagið er ein rockklassikari. Føroyska Paula á pall Og so kom annars eitt tyssi av góðu løgunum, nevnast kann Everything I do, Cuts Like a Knife og ikki minst Heaven. Men har var eisini ógloym­ andi løtan, tá Bryan vildi hava ein áhoyrara á pall at syngja við sær. Tað er van­ ligt, at ein (kvinnuligur) áhoyrari sleppur at syngja partin hjá Melanie C í lagnum When You’re Gone, sum Bryan og Melanie C sungu saman síðst í nítiár­ unum. Og tað gjørdist Paula av Stongunum av Eiði, ið slapp á pallin. Og hon var bæði lívlig, glað og ósmæð­ in, so hennara leiklutur var spældur á tamb. Hon megn­ aði eisini sangin heilt væl, og tá hon so bæði klemmaði Bryan og dansaði við hon­ um í eggjandi stíli, so var framførslan fullkomin. Men framførslan náddi hæddirnar, tí tá Bryan spurdi Paulu um ymiskt, so kom fram, at hon arbeiddi á Hotel Føroyum, har Bryan og hansara menn hildu til, og hon segði seg gera reint á kamarinum hjá Bryan. Og sjálvsagt undraðist Bryan og helt tað vera løg­ ið, at hann av øllum áhoyr­ arunum á Tórsvølli skuldi velja sær hana, ið gjørdi reint á kamariinum, sum hann svav á. Hann tók mynd av Paulu og hon og vinkon­ urnar fingu T­troyggjur. Hetta var av sonnum ein undirhaldandi løta á kon­ sertini. Samband Sum heilt megnaði Bryan at hava ófatuliga gott sam­ band við áhoyrarafjøldina. Hann spurdi um ymiskt, og greiddi frá um sangir og ymisk viðurskifti. Millum annað fregnaðist hann um mjørkan, sum miðskeiðis í konsertini hevði hug at sníkja seg oman yvir Tórs­ vøll, men sum tó ongantíð veruliga kom. Men kuldin gjørdi eitt sindur um seg, serliga á pallinum, har Bryan mátti blása í hendur­ nar, tí fingrarnir høvdu hug at stirna. Men alt hetta tók Bryan við einum smíli, og hann tóktist veruliga fegn­ ast, og gav fjøldini Heaven. Lagið, ið er millum hansara allar kendastu. So var liðugt, men Bryan spældi nøkur eykaløg; Run to you, Straight fram the heart (við munnhørpu og kassaguitari), og lagið All for one, All for Love. Eftir ein tíma og trý korter var Bryan liðugur. Hann lovaði at siga øllum vinum sínum frá fagra land­ inum, ið nevnist Føroyar, tí hann hevði havt eina góða uppliving. Tað øvdu áhoyr­ ararnir eisini. Talan var í roynd og veru um eina góða konsert. Kanska hevði hon verið lív­ ligari, um hon ikki lá mitt í viku. Manglandi orka Talan var næstan um eina intimkonsert, tí ljóðið var ongantíð serliga hart á Tórs­ vølli, og kanska tað eisini gjørdi sítt til, at framførlsan ikki var merkt av orku ella “power”. Tónleikaliga var alt sum tað skuldi, bæði løg Ein farri av Heaven Konsertin við Bryan Adams á Tórsvølli miku­kvøldið er óivað størsta einstaka tónleikatiltak í ár í Føroyu­m, og í fagrasta veðri var lagt u­pp til góða konsert. Og konsertin var góð. Tó hevði kaldi mjørkin hu­g at sníkja seg nakað tætt at Tórsvølli. Sól og nakað av mjørka; hetta kann kanska nýtast su­m ímynd av konsertavrikinu­m, har sólglottarnir tó avgjørt vóru­ við yvirlu­tan Millum fimm og seks túsund føroyingar fingu eina góða konsertuppliving á Tórsvølli saman við heimsstjørnuni Brian Adams, Jens Marna og 4