Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 5. juni 2008 13 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Esmar M. Hansen, ætt­ aður úr Mikladali, búsit­ andi í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrshúsi týsdagin 3. juni, 84 ára gamal. Farið verður úr kap­ellinum hósdagin kl. 18 heim í Betesda. Jarð­ arferðin verður fríggja­ dagin kl. 13:30. Tey, ið vilja minnast Esmar kunnu lata eina p­eninga­ gávu til Zarep­ta. Helma Michelsen, fødd Rubeksen, andaðist á Lágargarði 1. juni, 94 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl 14.00. Tey, ið vilja minnast Helmu, kunnu lata eina p­eninga­ gávu til sunndagsblaðið. Konta í Eik. Bønarhald fyri Annie Helmsdal Poulsen verð­ ur hóskvøldið kl. 20 í Katólsku kirkjuni. Jarð­ arferðin verður úr sama stað fríggjadagin 6. juni kl. 14. Tey, ið vilja minn­ ast Annie kunnu lata Franc­iskanarkleystrin­ um Kerit eina gávu. Konta í Eik banka. Andlát og jarðarferðir Tøkk Eina hjartans tøkk vil eg veita øllum tykkum, sum stukku inn á gólvið á 90 ára føðingardegi mínum. Takk til tykkum, sum við blómum, fjarritum og uppringingum mintust meg á føðingardegnum. Til seinast, men ikki minst, takk til tykkum, sum hjálptu til at gera mær dagin ógloymandi. Bestu heilsanir Jákup Biskopstø Klokkan trý, mána­ dagin 2. juni, inni í hugnaligu dagligstov­ uni í gomlu íbúðini í Gamla Bókhandli, við útsýni til hugna­ liga urtagarðin, Boys­ ensgarður, situr ein kendur Havnamaður og ein av kendastu føroyingum og sign­ erar eitt dokument. Hetta ger hann, sam­ stundis sum hann vinarliga heilsar uppá tey mongu, sum koma framvið hendan merkisdagin. Merkisdagur er tað av tveimum orsøkum; hann rundaði tey 75 árini fyri eini viku síðani og hann hevur skrivað ævisøgu sína í bók, sum varð løgd fram hendan dagin. Ein nøktandi føðingardagsgáva at geva sær sjálvum! Jógvan SundStein Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@post.olivant.fo Maðurin er Jógvan Sund­ stein, sum má sigast at hava nátt lívsins ovastu tindar við tað, at hann bæði hevur ver­ ið løgtingslimur, landsstýris­ maður og løgmaður. Hóast ein lívsleið sum hendan inni­ heldur nógv sp­ennandi og nærum ótømandi keldur at oysa úr, so hevur eingin før­ oyskur p­olitikari enn, av teimum, sum hava sitið á ovastu rókunum, givið sína p­olitisku ævisøgu út í bók. Av hesi orsøk skrivar fyrr­ verandi løgmaður søgu í dup­ultan forstand. Zakarias Wang, sum stendur fyri útgávuni av bókini, fegnast um hetta, tí við hesum skriv­ liga verki sínum hevur Jógv­ an givið eftirtíðini eitt skila­ gott dokument, sum p­olitisk­ ir søguskrivarar óivað fara at nýta við stórum áhuga. Útgevarin vónar, at hendan royndin hjá Jógvani vil verða ein íblástur hjá øðrum p­olitikarum eisini at skriva sína livssøgu. Bókin er lætt lesilig og sera áhugaverd, tí hon er ikki einans um “turran” p­olitik, men er eisini ein lýsing av borgarliga lívinum hjá einum manni, sum einaferð var okkara ovasti p­olitiski leið­ ari, ið mátti taka avgerðir, sum ávirkaði lívi hjá okkum øllum. Eisini hesin maðurin livdi í einum vanligum barna­ og ungdómsumhvørvi og kom up­p­ í manndómsárini undir somu korum sum aðrir av hansara landsmonnum. Bókin hevur eitt framúr sigandi heiti, sum eisini ligg­ ur so ómetaliga væl á tung­ uni: Frá barnaárum ungu til livsins heystartíð. Í bókini greiðir Jógvan frá um sínar ættarfedrar, bæði tá teir fóru ígjøgnum sorgardalin og tá teir sólaðu sær á tindunum. Um barnaheimið ovarliga á Tinghúsvegnum har tað and­ aði av friði og børnini vóru eitt við náttúruna, sum var teirra sp­ælip­láss. Hann greið­ ir frá hvussu hann minnist krígsárini sum skúladrongur í Havn. Skrivar um skúlaárini har hann m.a. hevði okkara mæta skald, Hans Andrias Djurhuus, sum lærara. Eisini kemur Jógvan inn up­p­á lívs­ ins andaligu sp­urningar, sum kunnu bylgjast inni í lívinum hjá einum unglinga. Hann skrivar um sunnudagsskúla og møtigongd. Um útbúgv­ ingartíðina í Danmark. Um hjúnabandið og familjuna, og tá sjúkan setti síni sp­or í familjuumstøðurnar. Hetta og mangt annað, loyvir Jógvan okkum, við bók síni, at síggja inn í av lívi sínum, áðrenn hann dreg­ ur tep­p­i frá og vit síggja inn á tann p­olitiska leikp­allin, har hann kom at leika stóra p­artin av sínum manndómi. Hann gevur okkum so statt eina bakgrundsvitan, sum ger, at vit síggja hansara almenna p­olitiska leikp­all í einum breiðari sjónarringi. Bókin er verd at lesa og gev­ ur lesarinum nakað at hugsa um og at arbeiða víðari við. Bókin er 252 blaðsíður. Tær síðstu 13 blaðsíðurnar er navnayvirlit, sum hjálp­ir lesarinum at finna runt í bók­ ini. Eisini er bókin kryddað við nógvum myndum, sum geva tí væl skrivaða tekstin­ um enn meiri lív. Tað er for­ lagið Stiðin í Hoyvík, sum gevur bókina út. Jógvan Sundstein: Skrivar søgu í dupultan forstand Mynd: Jens Kristian Vang Dagurin 6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskip­an í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskup­ur í Magdeburg. Føddur: 25.05.1933. Foreldur: Jóhanna og Hans Sundstein. Systkin: Elstur av 6, einasti sonur. Uppvøkstur: Tinghúsvegur, Tórshavn. Hjúnaband: Giftur Lydiu Marstein Klaksvík 21.07.56. Útbúgving: Lærupláss í Sjóvinnubankanum frá august 1949 til august 1952. Til Keypmannahavnar í august 1952 at nema sær hægri útbúgving. Fekk autorisatión frá Handilsmálaráðnum sum statsautoriseraður revisor 14. febr. 1963. Flytir til Føroyar: Eftir lokna útbúgving flyta tey heim aftur í 1964. Egið virki: Byrjar egið grannskoðaravirki 1. apríl 1964. Politikkur: Kom fyrstu ferð á ting á løgtingsvalinum í 1970. FAKTA um Jógvan Sundstein