hósdagur 5. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 106 - 5. juni 2008
Grein 9
Tann veruliga upphæddin
fyri orðabøkur tey sein
astu 10 árini er 11 millj
ónir, ja tú las rætt!
Men fyrst vil eg seta
Mentamálaráðnum við
aðalstjóra og deildarstjóra
spurningin, hvar stendur
tað í stýrisskipanarlógini,
kunngerðum, viðtøkum
ella mannagongdum, at
Orðabókagrunnurin skal
hava monopol upp á orða
bøkur?. Hvar er heimildin
til, at Orðabókagrunnurin
skal hava øll orðabóka
handrit? Man orsøkin vera,
at Bjarni Djurholm í síni
grein: ”Gongd má sum
skjótast….” frá 1997 setur
Fróðskaparsetrið fremst, tí
um sama mundið er Móður
málsorðabókin við at koma
út. Hetta er gulløldin hjá
Orðabókagrunninum. Tí
koma Stiðin og síðan
Sprotin í aðru røð, sjálvt
um Stiðin er í ferð við at
geva Danskføroyska
orðabók út sama árið.
Signar á Brúnni sigur tað
greiðari í svari 1998 til
Bjarna Djurholm soleiðis:
” Vit hava í høvuðsheitun
um tvey forløg, ið geva út
orðabøkur. Bæði forløg
gera eitt stórt og gott
arbeiði.” Bæði forløgini
eru tað privata forlagið
”Stiðin”, (um síðan gjørd
ist til forlagið ”Sprotan”)
og ”Orðabókagrunnurin”.
Hetta skrivar Signar á
Brúnni í 1998 í sínum svari
til Bjarna Djurholm. Hetta
merkir stutt og greitt, at
Mentamálaráðið hevur
prioriterað Orðabóka
grunnin fram um tey
privatu forløgini. Hvat er
hetta fyri mannagongdir
sum smákongarnir í
Mentamálaráðnum fremja?
Hvørji argument hevur
Mentamálaráðið at kveistra
Stiðan og síðan Sprotan
burtur, sum hava givið 3.
alneyðugar orðabøkur út +
Samheitaorðabókina.
Hinvegin hevur Orða
bókagrunnurin givið eina
Italskføroyska orðabók út
við ongum næmingum í
okkara skúlaverki. Sami
grunnur stríðist við at geva
eina Russisktføroyska
orðabók, sum hevur kostað
Mentamálaráðnum knapp
ar 2 milljónir í studningi,
men aftur eingir næmingar
til orðabókina.
Niðurstøðan av hesi
mannagongd hjá Menta
málaráðnum er tann, at ein
grunnur fær ótarnað øll
orðabókahandrit fyri einki,
meðan hini forløgini verða
hildin uttanfyri. Skera vit
tað út í papp, so verður
Orðabókagrunnurin hildin
á lívi við kunstigum anda
drátti, meðan privatu for
løgini eru noydd at leita
sær eftir fyrstu hjálp. Hetta
man vera ljótasta almenna
kappingaravlaging og tað
við lít.
Mítt uppskot er tí, at tað
verður gjørt eitt býti mill
um tann sokallaða sjálvogn
ar stovnin, Orðabóka
grunnin, øðrumegin og tey
privatu forløgini hinu
megin, har Sprotin hevur
gjørt stórar íløgur í nýggja
tøkni. ”Gerið eitt býtið
millum Orðabókagrunnin
og Sprotan, so at td. Orða
bókagrunnurin fær serorða
bøkurnar, meðan Sprotin
fær skúlaorðabøkurnar.”
Katastrofan:
Yvir 10 – tíggju – milljónir,
heldur 11 milljónir brúktar
upp á orðabókagerð
Men hvar eru alneyðugu
orðabøkurnar til skúla
verkið. Stiðin og Sprotin
ikki íroknað, tí teir hava í
verki víst sín dugnaskap og
hava lokið sín setning.
Í roknskapinum fyri
orðabókagerð haldi meg
bert til árini 1998 – 2009,
sum kann lesast í fíggjar
lógini fyri hetta tiðarskeið
ið. Leggja vit allar upp
hæddirnar saman, so er
samlað upphædd ætlað
hesum týðandi arbeiðið
voksin til 9,84 milljónir,
sum eru fíggjaðar av
Løgtinginum við skatt
gjaldarans krónum. Leggja
vit síðan upphæddir frá
Orðabókagrunninum
afturat, sum ætlaði at geva
eina Tøknifrøðiliga orða
bók út, so var hon stuðlað
av oljufelagi, sum sæst av
sitatinum niðanfyri: Úr:
Fyrispurningur 1998:
”Umframt hesar nevndu
orðabøkur verður á Føroya
málsdeildini arbeitt við
einari tøkniligari orðabók.
Hetta arbeiðið hevur higar
til verið fíggjað av einum
oljufelagi, men tørvur
verður komandi ár á
landskassastuðli til hetta
týdningarmikla arbeiði”.
Henda orðabók hevur til
dags dato havt meira enn
10 ár at koma føroyingum
til gagns, tá hon nú verður
skírd at vera so týdningar
mikil, men hevur Orða
bókagrunnurin ella orða
bókarithøvundurin gloypt
einum ov stórum bita, og
hvat man oljufelagið hava
latið í studningi til verkið.
200.000 ella 300.000kr ella
meira? + studning (=
125.000kr) frá Mentamála
ráðnum. Hvat sigur orða
bókarithøvundurin sjálvur
til hesar spurningar?
Føroya Fróðskaparfelag
hevur ætlanir um at geva
Føroyskdonsku orðabók
ina út av nýggjum. Bókin
verður endurskoðað og
víðkað. Her kemur aftur
orðið ”ætlar” frá Føroya
Fróðskaparfelag, og so
bráðnar alt. Men henda
orðabók hevur eisini verið
ávegis í meira enn 10 ár,
og enn hevur eingin sæð
nakað til orðabókaverkið,
sum Mentamálaráðið av
einari ella aðrari orsøk ikki
vil upplýsa krónuupphædd
ina á í svarskrivi upp á
fyrispurning frá Jenis av
Rana um orðabókapolitikk.
Hví man Mentamálaráðið
dylja fíggjarligar upplýs
ingar av hesi orðabók? Tí
Jóan Petur Hentze skrivar í
skrivi dagfest 03. desember
2004: ”Mælt verður til at
játta Orðabókagrunninum
kr. 50.000 í stuðli av játtan
ini fyri 2004, men sam
stundis boða frá, at væntast
kann ikki stuðul í 2005
vegna tørvandi játtan.” Í
svarskrivinum til Jenis av
Rana skrivar Mentamála
ráðið, at Føroyskdonsk
orðabók hevur fingið ”kr.
0,00 (frá Mentamálaráð
num)” Hetta er beinleiðis
villleiðandi kunning til
Løgtingið. Sama skilið
sum hjá Regini Vágadal,
har Løgtingið fekk skeivar
upplýsingar frá embætis
verkinum. Tað vóru ikki
450.000 krónur, men
veruliga 650.000 krónur.
Menmentamálaráðið
garderar seg bara við
orðingini: ”Ávíst fyrivarni
verður tikið fyri upphædd
unum.”, og so roknar
Mentamálaráðið, at tað er
friður í málinum. Men so
er als ikki, tí í sama skrivi
frá 03. desember 2004
skrivar Jóan Petur Hentze,
fulltrúi, nú á bls 3 niðast,
”Orðabókagrunnurin hevur
higartil latið yvir kr. 1 mió
í stuðli.” Her eri eg noydd
ur at spyrja Petur Petersen,
aðalstjóra, og nú Martin
Næs, deildarstjóra, í Menta
málaráðnum og Orðabóka
grunnin, 1) hvussu nógvar
100.000 krónur yvir 1
milljón, og í øðrum lagi 2)
hvussu nógv er latið í
stuðli fram til 2009. Er tað
aftur 1 heil milljón, 1½
milljón ella meira? Hvussu
stór er henda upphædd í
veruleikanum, og hví
verður henda upphædd: ”
yvir kr. 1 mió í stuðli” ikki
upplýst í svarskrivinum til
Jenis av Rana? Hvør hevur
ringa samvitsku í Menta
málaráðnum? Eru tað und
anfarnir mentamálaráðharr
ar, Petur Petersen, Jóannes
Dalsgaard ella nú eisini
Martin Næs, sum nú hevur
fingið 940.000 krónur fyri
2009 at søpla burtur?
Hetta merkir, at í løtuni
liggur Orðabókagrunnurin
og bølir yvir 4 orðabóka
handritum fyri meira enn 5
milljónir krónur at teimum
11 milljónunum, sum
skattgjaldarin hevur goldið
meginpartin av, men einki
fingið afturfyri. Kann tað
vera rætt. Hvør hevur
ábyrgdina av hesum
skilaloysi?
Til tín Martin Næs. Tú
fekst gylt høvi at gera mun
in í hesum máli, tí tíðliga á
morgni nakrar minuttir
yvir 8 t. 25.01.08 hevði tú
fingið harraboð frá Peturi
Petersen um at ringja meg
upp og fáa fund í lag við
meg um orðabókina. Hesin
fundur var so bráðneyð
ugur, at eg trúði, at tað galt
lív. Fundurin var kl. 3
henda seinnapart, og avtal
að varð gjørd um, at tú
sum nýggjur deildarleiðari
skuldi brúka ein mánað at
finna eina sámiliga loysn.
Tað gingu heilar 5 vikur,
og so kom sokallaða svar
ið. Jánkasligari neyðaregg
man eg neyvan hava sæð.
Og tú skalt vera nýggjur
deildarleiðari. Brot úr
skrivinum eru t.d.: 1) ”…,
at Mentamálaráðið mælir
til, at tygum saman við
Orðabókagrunninum finna
eina semju í hesum máli.”
Tú veitst fullvæl, at eg og
Kári á Rógvi, formaður í
Orðabókagrunninum ikki
kunnu semjast, tí hann vil
hava eina pinkulinga orða
bók undir 40.000 leitorð,
meðan mín orðabók er
knapt 120.000 leitorð. 2)
”Sagt skal eisini vera frá,
at Mentamálaráðið hevur á
kunnandi fundi við Orða
bókagrunnin tann 20/2
2008, boðað grunninum
frá, at tað vil stuðla eini
skilagóðari semju millum
Kára Davidsen og Orða
bókagrunnin.” Eg veit ikki,
hvør ”Orðabókagrunnurin
er í hesum føri. Er tað bert
Kári á Rógvi, ella er tað
saman við nevndini, Jógv
ani í Lon Jacobsen og
Eivindi Weyhe, sum tað
ikki bragdar í. Longu her
átti tú at skilt, um nakar
dugur var í tær sum deild
arstjóri, at tú vart noyddur
at kalla inn til nýggjan
fund, tí tað verður tú, sum
skalt taka avgerðina um,
hvør ið skal hava studning
ta komandi tíðina. Skjótt
man Løgtingið fara at
ynskja sær nøkur ítøkilig
úrslit á orðabókaøkinum.
Her vart tú ein dyggur
svíkur, tú komst við einum
røttum píningsuppskoti.
Hvat ætlar tú at nýta
940.000 skattakrónur til, tá
ið eg ikki skal fáa somu
sømdir sum hinir? Td. Ulf
Timmermann, Johnny
Thomsen og Hjalmar
Petersen.
So nú er bert ein møgu
leiki eftir, og tað er Kris
tina Háfoss, mentamála
ráðharri, og har kemur mín
greinarøð væntandi at
enda.
Prikkurin yvir i’num
Kári DaviDsen
26. partur
Nahum profetur byrjar við
hesum orðum:
Spádómur um Nineve.
Bókin um tað, ið Nahum
Elkositur sá.
Nahum sigur, at Harrin
er strangur Gud og hevnari
, ein sum støðugt ber vreiði
móti fíggindum sínum.
Men eisini sigur hann, at
Harrin er góður, vernd
neyðardagin; Hann kennir
tey, sum líta á Hann. Hann
talar dóm yvir Nineve. Vit
minnast, hvusssu Nineve
menn vendu við, tá ið
Jónas prætikaði dóm yvir
teir. Men her hjá Nahum
talast einki um ,at teir
venda við.
Nineve var høvuðstaður
í Assýria, og tað vóru jú
assýrarnir, sum løgdu
Ísraelsríki í oyði. Í Esaias
10,57 lesa vit hetta:
Vei Assur, vreiðikoyrli
Mínum! Vreiði Mín er
stavurin, hann hevur í
hondini.
Móti vanheiløgum fólki
sendi Eg hann; móti fólki,
sum Eg eri illur við, biði
Eg hann fara, til at røva og
ræna og traðka tað niður
sum skarn á gøtuni.
Men hann, hann tekur
tað ikki so, hjarta hansara
hugsar ikki hetta; nei, til at
forkoma stendur hugur
hansara og til at oyða fólk
ikki fá!
Tíggjundi kapitul hjá
Esaiasi sigur okkum annars
frá um, hvussu Assýria
hugmóðar sær, men í fim
tanda versi lesa vit hetta:
Man øksin rósa sær móti
honum, ið høggur við
henni! Man sagin gera seg
stóra móti honum, ið sagar
við henni! Sum stavurin
hevði sveiggjað tann, ið
lyftir honum, sum putturin
hevði lyft honum, ið ikki
er av træ!.
Her síggja vit, hvussu
Harrin yvirstýrir øllum.
Hann kann brúka eina
gudleysa tjóð sum amboð í
hond síni. Síðani lesa vit,
her hjá Esaiasi, um dómin
yvir Assýria, men ikki bert
Assýria. Tjúgunda og
triðja vers sigur:
Tí oyðing og óvikiliga
avgjørdan dóm fullførir
Harrin, HARRIN Gud
herskaranna, á allari
jørðini.
Annar kapitul hjá
Nahum talar um frelsu
Ísraels:
Tí HARRIN reisir aftur
stórleika Jákups og stór
leika Ísraels; tí ránmenn
hava rænt teir og forkomið
víntrøum teirra. Vers 3.
Og seinasta versið í
fyrsta kapitli sigur hendan
dóm yvir kongin í Assýria:
Men um teg gevur
HARRIN hetta boð: Eingin
skal verða føddur meir,
sum ber navn títt; úr húsi
guds tíns skal Eg beina fyri
bæði útskornum og
stoyptum myndum; Eg skal
gera tær grøv til tí tú ert
funnin ov lættur.
Eisini triði kapitul er um
dóm yvir Nineve. Tá ið
Jónas prætikaði, vendi
Nineve við og varð frelst.
Á døgum Nahums vendu
tey ikki við, og ein øðiligur
dómur varð kunngjørdur
yvir tey. Øll mugu vit
venda við, annars verða vit
fordømd. Jesus sendi sínar
út at prætika, og hjá Lukasi
lesa vit hetta:
Og Hann segði við teir:
"So er skrivað, at Kristus
skuldi líða og triðja dagin
rísa upp frá hinum deyðu,
og at í navni Hansara um
vending og syndafyri
geving skal verða prædikað
fyri øllum fólkasløgum, og
byrjast í Jerúsalem
Jesus segði: Verður ein
ikki føddur av nýggjum,
kann hann ikki síggja ríki
Guds.
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
richarD
Danielsen
viðmerkingar