Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 5. juni 2008 11 Tørvurin á at verða virdur sum menniskja broytist ikki, fyri tað um man eldist. At blíva eldri er náttúrligt og ein gáva, og er tað ein fantastisk gáva hjá okkum starvsfólkum, at sleppa at arbeiða við eldri fólki. At vera um tey og vera ein partur av teirra lívi. Sagt verður, at ein er ikki eldri enn ein kennir seg, og er tað so púra rætt. Tað er umráð­ andi at hava lívsmót og lívs­ gleði. Og tí hevur tað týdning, at eldri fólk fáa góðar virkismøguleikar. Nógv er hent á eldraøkinum í Føroyum, frá tí tá kvinnan hevði uppgávuna at taka sær av teimum viknaðu og røktarkrevj­ andi eldru. Kvinnan í familjuni hevði hesa uppgávu, og sam­ felagið hevði ongi tilboð. Í 1950unum varð heimarøktin sett á stovn, og møguleiki var nú fyri at fáa hjálp til røkt, at keypa inn og at vaska húsið. Sjúkrasystrar, og ófaklærd høvdu hesar uppgávur. Síðani hava flestu heimahjálpirnar fingið útbúgving sum heilsu­ hjálparar og aðrir starvsbólkar eru komnir inn í heimarøktina so sum heilsurøktarar, ergo­og fysioterapeutar og onnur. Tey síðstu 50 árini eru fleiri heim fyri eldri sett á stovn, bæði stór og smá. Flestu heim­ ini hoyra til Heimatænastuna. Hetta eru heim, sambýli, har eldri flyta saman í kollektiv sum eru mannaði við røktar­ starvsfólki. Á hesum kollektiv­ um er kanska ikki líka festligt, sum vit kenna tað frá kollektiv­ um aðrastaðni, men vónandi er tað eitt sindur festligt. Sum røktarstarvsfólk er tað okkara fínasta uppgáva, at tann eldri fær eitt gott lív, aftan á at hann er fluttur inn á eitt heim. Tað er týdningarmikið, at búð­ fólkið verður stuðlað í at vera virkin, at halda sínar førleikar við líka, bæði kropsliga og andaliga . Umráðandi er at lívið hjá búðfólkum ikki er keðiligt, tað vil siga, at tey bara fáa grundleggjandi røkt og mat í munnin og so annars sita og bíða eftir tí næsta máltíðini ella vitjandi. Tað er ikki eitt gott lív. Um bert vit sita og móttaka og ikki eru við til at geva, følna vit. Vit skulu gera nyttu eftir førimuni alt lívið, at brúka tað spontana í gerandisdegnum, at fáa fríska luft hvønn dag, at vera við í tí dagliga virkinum, so sum at gera mat og annað. Um førleikin er so illa farin at ikki ber til at vera við í tí dagliga virkinum, kann man sita og njóta luktin av mati, hoyra og síggja og brúka sansir­ nir. Tað er umráðandi at síggja tilfeingi hjá tí einstaka menn­ iskjanum, og at gagnnýta tað til fulnar. At síggja allan persónin við sínari lívssøgu og brúka tað í røktini, so at vit varðveita okkara samleika, og ikki missa okkum sjálvi burtur, um førleik­ in er farin á summum økjum. Tað hevur týdning fyri eldri fólk sum ikki koma nógv út ella sum eru einsumøll, at vera mill­ um onnur fólk. Kring landið eru ymisk tilboð til pensionistar við ymiskum innihaldi og fyri fólk við ymiskum førleikum. Vit hava prátað við Katrin Dahl, Sjúkrarøktafrøðing og politikari, sum var við til m.a at seta Tilhaldið í Tórshavn á stovn, og hon staðfestir hetta: ­ Tað er gott at blíva gamal í Føroyum. Vit hava eitt gott netverk og hava familjuna tætt at okkum. Í summum førum, tá gomul flyta inn á eitt heim, verða tey gloymd av familjuni, og er tað umráðandi at sam­ bandið verður hildið við líka. At tey gomlu tildømis koma heim á jólum, og tað at hava eina ommu á røktarheimi er náttúrligt og ein partur av lívinum. Meira átti at verið gjørt burtur úr at hava samrøður og samstarv við avvarðandi, tá gomul fólk flyta inn á eitt heim. Eitt hjartamál hjá Katrini er, at tað er spell at sambylini ikki verða nýtt til tað, tey uppruna­ liga vóru ætlaði til: til pension­ istar sum eru rættuliga væl fyri, og hava gagn av at búgva sam­ an við øðrum. Tá tey gerast røktarkrevjandi skuldi tað verið gjørligt at flytat úr sambýli til eitt heim sum hóskar betur til røktarkrevjandi búðfólk. Tilhaldið, sum hevur 10 ár á baki, er ein góður møguleiki at halda seg virknan aftaná at ein er pensioneraður. Har er teldu­ skeið, matgerð, felagssangur, útferðir, fyrilestrar og mangt annað. Eitt annað dømi um stovn, sum gevur pensionistum møgu­ leika at halda seg virknan er Virkisstovan á Lágagarði, sum hevði 20 ára jubileum 1. mars í ár. Hetta var sostatt fyrsta dag­ tilboðið til heimabúgvandi pensionistar sum eru sjálv­ hjálpin, og sum hava hug til at koma út millum onnur fólk og taka lut í tilboðunum sum eru á Virkisstovuni. Her verður mill­ um annað sungið, málað bund­ ið, lisið, vovið, møguleiki er at gera fimleik, og styrkivenja. Starvsfólkið á Virkisstovuni hava fjølbroytta útbúgving: hjálparfólk, skraddari, pedagog, ergoterapeutur, heilsurøktari, og verður arbeitt tætt saman við fysioterapiina har fysiotera­ peutar og sjúkrahjálpari starvast. Í arbeiðinum á Lágagarði eru nógvar stjørnuløtur. At arbeiða við eldri fólki er fantastiskt. Fakliga og persónliga kann ein spæla á øllum streingjum. At vera fakliga beinrakin og væl funderað soleiðis at fólkini sum koma til venjing fáa tað burtur úr, sum gransking vísur hevur stórstan týdning: styrki. Styrkivenjing er týdningarmikil, og tað er ongantíð ov seint at byrja at styrkivenja. Menniskjaliga er tað sera gevandi at hava kontakt við eldri fólk, at skapa lív og gleði, hava tað stuttligt, tí eldri fólk eru positiv og eldhugaði. Samanumtikið eru vit á góð­ ari leið. Tað er gott at blíva eldri í Føroyum ­ vit muga bara minnast til at tíðirnar broytast, tørvurin hjá teim eldru broytist. Ynskiligt er um tey, sum hava tørv á røkt, aktivering, heilsu­ fremjandi­ og sjúkufyribyrgj­ andi venjing, uppafturvenjing, viðlíkahaldandi venjing, sosial­ um aktivitetum, samveru, ja ein kundi hildið áfram, fáa tað. Og vit mugu ásanna at tilboðini eru her, tey eru bara ov fá og ikki nóg væl samskipaði. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Tíðargreinin tíðargreinin Johanna Køtlum, heilsurøktari og Marjun Poulsen, fysioterapeutur, hugaleiða um eldraøkið fyrr, nú og framtíðar visjónir At liva væl alt lívið