hósdagur 5. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 106 - 5. juni 2008
H. N. Jacobsens
bókahandil kenna
tey flestu. Men tey
eru kanska ikki nógv,
sum vita nakað um
mannin sjálvan.
Hann liggur millum
kend og ókend í
gamla kirkjugarði
H. N. Jacobsen stendur fyri
Hans Nicolai Jacobsen, van
liga kallaður Hans Niklái.
Hann livdi frá 1832 til 1919.
Sum
hjá
so
mongum
havnarfólki vóru foreldrini
av
bygd.
Pápin,
Jakob
Niclassen, var úr Sumba.
Mamma Hans Nikláa æt
Sigga. Hon var vevkona á
garðinum á Oyri við Sunda
lagið, har Jákup var hús
kallur. Tey giftust í Fugloy á
sumri í 1829 og búsettust
um heystið í Gongini í Havn.
Tey fingu tvey børn: dóttrina
Marionnu, sum giftist við
Tummasi niðri í Húsi í Koltri
– tað er hann, sum skrivaði
kvæðabókina
Koltursbók,
og sonin Hans Nikláa, sum
varð kendur um alt landið
sum Bókbindarin.
John Davidsen skrivar
um Hans Nikláa, at hann
var evnaríkur, dugdi væl í
skúlanum og raskur at
hjálpa pápa sínum á trøðni.
Harumframt fekk hann ann
að og meira frá foreldrum
sínum: Ta siðmenning, ið
sermerkti
hitt
føroyska
samfelagið frammanundan
fríhandlinum. Hon gav seg
serliga til kennar í skemti
og álvara, í dansi og guds
ótta. Sum vant hjá ungum
evnaligum havnardreingj
um í teirri tíðini beyð hann
sær í 1849 til at vera jekari.
Hann kom at vera væl kend
ur við hægsta yvirmann sín,
hin ráðaríka, men vælmeinta
amtmann Dahlerup. Amt
maðurin fekk tokka til
henda vituga og virkisfúsa
drong og eggjaði honum til
at seta sær hægri mál enn
bert at vera tøðhólkur.
Hetta er í tíðini, tá ið
kongligi handilin er einasti
inn og útflutningsvirki í
landinum. Eitt av starvs
fólkunum har var hosna
maðurin Niels Skaale, fyrr
umrøddur í hesi røð. Hann
bant eisini bøkur inn – mest
álmanakkar og sovorðið.
Hann legði Hans Nikláa lag
á bókabinding. Av tí, at tað
lá stak væl fyri, beyð Hans
Niklási sær til at binda
bøkur inn fyri fólk. Hetta
gav honum so nógv at gera
og góða inntøku, so hann
kundi giftast bara 20 ára
gamal við Jóhonnu Mariu
úr Koytu heima á Sandi,
fødd í 1817. Hon var 15 ár
eldri enn hann.
Hans Niklái fer
niður at læra
Dahlerup
amtmaður
og
forvaltarin í kgl. handlinum,
Kauffeldt,
hjálptu
Hans
Nikláa at skriva umsókn
um studning at fara til
Keypmannahavnar í 1853
at læra meira um bókabind
ing. Hetta er í monopol
handilstíðini, tá ið eingin
kundi
fáa
handilsloyvi.
Men bókabinding var hand
verk,
sum
ikki
kravdi
handilsloyvi.
Hans Niklái gjørdi skjótt
av. Frá mai til oktober 1854
lærdi hann bókabinding í
Keypmannahavn, og var
síðani jekari og bókbindari
í Havn til hann í mai 1863
fór úr jekaraliðnum.
Fólkatalið var vaksið,
regluligur skúli var skipað
ur, og tí øktist eftirspurn
ingurin eftir bókum. Fólk
bóðu tí bókbindaran fáa sær
bøkur, og Hans Niklái skriv
aði til Ursin, lærumeistara
sín, og kom so líðandi í
samband við danskar bóka
og pappírshandlarar. Í nov
ember sama ár fekk hann
handilsloyvi og bókahandil
in var stovnaður ólavsøku
dag 1865.
Handilin í Gongini
Hetta virksemið var alt
heima í Gongini. Handilin
var í húsinum, har Jórun í
Dali hevði teknistovu fyri
nøkrum árum síðani. Vit
hava eina mynd av húsinum
við skelti, har tað stendur
Boghandel.
Her
fingust
bæði neyðug amboð og
stóra upplivingar
Í Tann deiliga Havn
skrivar William Heinesen
um gamla handilin:
Her laa ogsaa bogbinder
ens handel. En høj trapppe
førte op til dette røde
eventyrhus, hvor man kunde
købe “aftrykningsbilleder”
og
store
ark
med
papirsoldater. Aftryknings
billederne var graa og
uanselige, men naar man
klæbede dem til den indre
side af et bogbind og visk
ede paa dem med en fugtet
finger, sprang de under
fuldeste kulørte billeder
frem, skære og nye som
unge insekters vinger, det
var som at skue ind i et af
Tusindogennats eventyr
fra Østerland.
Tá ið tað gjørdist ov
trongt har, fluttu bókbind
arahjúnini inn hjá dóttrini
Sigrid Niclasen, sum búði í
Quillingsgarði, og bóka
handil og bókbindarí vóru
eftir. Sigrid stílaði fyri
handlinum, Hans Niklái
hevði bókabindingina, trøð
na og kýrnar um at vera.
Sigrið
keypti
húsini
á
Bakka, sum standa oman
fyri, at hava goymslu í, men
tá ið realskúlin flutti niðan,
har Kommunuskúlin var
fram til 1956, seldu tey ogn
irnar í Gongini og Quillings
garð og keyptu gamla
realskúlan, sum handilin
hevur húsast í síðani.
Framúr álitismaður
H.N. Jacobsen var annars
virkin innan nógv onnur
øki enn bókahandilin. Hann
kendi eina sterka samfelags
skyldu, og bar seg ongantíð
undan at taka lut í sam
felagsuppgávum, har alt var
lønarleyst.
Í nógv ár var hann limur í
Nótafelagnum
og
hevði
ymisk álitisstørv í felagnum,
eisini sum formaður.
Í 40 ár var hann stjórnar
limur fyri Føroya Amts
bókasavni. Hann var skúla
nevndarlimur fyri almúgu
skúlan og realskúlan í
nærum 20 ár. Í 30 ár var
hann limur av valstýrinum í
Suðurstreymoy. Kirkjuverji
var hann í 25 ár. Hann var
ein av fyrstu limunum í
Avhaldsfelagnum og var
nevndarlimur í 15 ár. Sum
slíkur fekk hann í uppdrag
saman við øðrum at gera
uppskot til felagslóg fyri
Sygekassen for Thorshavn
og Omegn.
So var hann eisini við til
at kalla inni til hin tiltikna
jólafundin annan jóladag í
1888, sum kom at hava so
stóran týdning.
Eftur tilmæli frá Rytter
amtmanni gjørdist H.N.
Jacobsen eisini í 1911
riddari av Dannebrog.
Hann náddi at halda fimti
áradag sum bókahandlari.
Tá varð stór veitsla hildin
fyri honum.
Hans
Niklái
sovnaði
stillisliga 17. juni 1919.
Keldur: HNJ
ÓLI JACOBSEN
olij@sosialurin.fo
H. N. Jacobsens bókahandil
er meira enn 140 ár
HANS NICOLAI JACOBSEN
F. 4. MAI 1832
17. JUNI 1919
JOHANNE MARIE
JACOBSEN
1. JANUAR 1817
D. 26. JUNI 1899
Fremst sita tey bæði Hans Niklái og Jóhanna Maria.
Standandi f.v. standa Sigrid og málmaður Jacob Jacobsen.
Kvinnan uttast til høgru mann verða
systurin Anna ella kona Jákup
Her byrjaðu H. N. Jacobsens Bókhandil.
Ofast á myndini sæst skelti "Indgang til boghandelen"
Soleiðis kenna vit bókhandilin
Næstu ferð:
Komandi partur
verður um Elias
Johansen, í Rættará,
sum er kendur sum
bátasmiður