Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 106 - 5. juni 2008 ] Hóast skrædl í 1. hálv­leiki kendist tað í føroysku leguni sum v­ónbrot, at Estland v­ann fótbóltslands­ dystin í Tallinn í gjár­ kv­øldið 4­3 ESTLAND-FØROYAR Jákup Mørk Tað er bara eina ferð áður kom­ið fyri, at Føroyar hava skorað trý m­ál í fótbólts­ landsdysti á útivølli. Miku­ kvøldið varð m­álrokið frá oktober 1995 í San Marino, tá ið Todi Jónsson gjørdi hattrikk, endurtikið. Men tað var ikki nóg m­ikið fyri at vinna á Estlandi, og tað kendist sum­ stórt vónbrot, at 4­3 tap var í viðførinum­ hjá ferðalagnum­, sum­ lendi í Vágum­ fyrrapartin. Fýra úr donsku superlig­ uni, ein úr frem­stu deildini í Íslandi, ein úr næstbestu deildini í Danm­ark, ein úr næst­bestu deildini í Noregi og fim­m­ úr Form­ula deild­ ini. Soleiðis hevði Jógvan Martin Olsen sett m­anning­ ina, sum­ frá fyrsta bríksli í góðveðrinum­ í Tallinn í gjárkvøldið um­boðaði Før­ oyar. Hesir kom­u undir ógvusli­ ga trýstið, sum­ føroyska landsliðið m­est sum­ hvørja ferð er undir fyrstu løtuna. Eftir lítlan hálvan tím­a var 3­0 til heim­aliðið, og før­ oyska skútan var um­ at koll­ sigla ella kanska var koll­ sigld. Stóri álopsspælarin Vjat­ šeslav Zahovaiko skoraði tvær ferðir fyrsta korterið. Báðu ferðirnar var tað eftir horna úr høgru. Í fyrra føri­ num­ sm­ekkaði hann eitt sindur úr vinstru bóltin upp í nettakið, eftir horna úr høgru, sum­ verjan hevði roynt at beina burtur, og í seinna førinum­ var tað úr heilt stuttari fjarstøðu. Eisi­ ni eftir horna í høgru. Tað sá illa út, og júst sum­ tað kendist sum­, at javnvág og luft var kom­in í, so leyp triðja skriðan. Estlendingar spældu seg væl inn í brots­ teigin, og hóast tað var stutt m­illum­ føroysku spælarar­ nar, so var Tarm­o Kink púra leysur m­itt fyri m­álinum­, tá ið hann við høvdinum­ stýr­ di innleggi eitt sindur úr vinstru í m­álið. 3­0 til Estland, og tað kun­ di havt verið m­eiri í 1. hálv­ leiki, tí í tveim­um­ deyð­ bóltsstøðum­ høvdu m­ót­ støðum­enninir bóltin á træ­ verkinum­. Fyri nett tíggju árum­ síðani – 4. juni í 1998 – vann Estland 5­0 á sam­a vølli ím­óti Føroyum­, og tað kendist sum­, at úrslitið í m­insta lagi skuldi verða eins vánaligt.. Jógvan Martin Olsen stað­ festir, at í 1. hálvleiki var avrikið ikki gott: ­ Vit tora ikki at spæla, m­en sparka ov ofta langt. Teir fáa tvey m­ál burturúr deyðbóltsstøðum­, og teir kundu havt fingið fleiri. Sovorðin m­ál hava vit annars ikki fingið ím­óti okkum­ í trý ár. Eftir steðgin tora vit at bjóða okkum­ til og sam­anspæla, eisini burt­ ur úr trongum­ støðum­, og so gerst tað lættari. Í nær­ dystunum­ eru vit nógv avgjørdari í 2. hálvleiki, og tá fáa teir so at siga ongar upplagdar m­øguleikar, sig­ ur venjarin. Spenningurin Og so var tað, at alt vendi eftir lítlari løtu, og tað gjørd­ ist so spennandi, sum­ eingin hevði ím­yndað sær í steðg­ inum­. Ongantíð áður hevur føroyska landsliðið gjørt so skjótt av við m­álskjótingini, sum­ tað gjørdi hesa ferð. Í 63. m­inutti m­inkaði Christi­ an Lam­hauge Holst um­ m­unin til 3­1, og sjey m­inut­ tir seinni stóð tað á jøvn­ um­! Brádliga hekk tað væl sam­an á føroyska liðnum­, har superligu spælararnir syrgdu fyri m­álunum­, m­eð­ an heim­aliðið, sum­ í steðg­ inum­ hevði fram­t tvær skift­ ingar og eitt korter eftir steðgin hevði skift tvífalda m­álskjúttan út, var strongt. Føroyingarnir tevjaðu m­øguleikan fyri endurtøku av sigrinum­, sum­ varð vunnin á fyrstu vitjanini í Estlandi í 1997 (2­0), m­en tað eydnaðist ikki. Tað var stórt vónbrot, at tað í staðin eydnaðist Est­ landi at skjóta sigursm­álið, tá ið tað var eitt korter eftir. Eftir uppspæl í vinstru og tvørtur um­, varð bólturin úr 14 m­etrum­ lagdur tveir m­etrar út um­ brotsteigin til m­iðvallaran Jegveni Novi­ kov. Hann sm­ekkaði til, og bólturin streyk m­illum­ vinir og fíggindar og í m­álið aftanfyri Jákup Mikkelsen, sum­ tóktist ikki at síggja bóltin fyrrenn tað var ov seint. Føroysku spælararnir hin­ gu eitt sindur við nevinum­, tá ið svenski dóm­arin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Eftir skipbrot í 1. hálvleiki hevði tað eftir lítlari løtu eydnast at reisa seg, m­en so glapp javnleikurin og kans­ ka m­øguligi sigurin føroy­ ska liðnum­ av hondum­. ­ Fjórða m­álið fáa teir burtur úr ongum­. Vit vóru væl m­annaðir, tá ið innlegg­ ið kom­, og tá ið bólturin varð lagdur út um­ feltið var støðan soleiðis, at teir ikki áttu at havt m­øguleika at fingið m­ál burturúr, heldur venjarin. Tað hevði verið ræðuligt at kom­ið til hús við sekki, sum­ 1. hálvleikur legði upp til. Hóast 4­3 tap, so ber til at arbeiða konstruktivt út frá avrikinum­ og úrslitinum­ í 2. hálvleiki! SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Estland-Føroyar 4-3 (3-0) 119. altjóða skrásetti landsdystur Føroya Vinardystur á A. Le Coq Arena í Tallinn mikudagin 4. juni 2008 kl. 19.00 2300 áskoðarar Dómaratrio úr Svøríki: Daniel STALHAMMAR, Joakim­ FLINK og Stefan HALLBERG Fjórði dómari úr Estlandi: Hannes KAASIK 1-0: Vjatšeslav ZAHOVAIKO 9. 2-0: Vjatšeslav ZAHOVAIKO 14. 3-0: Tarm­o KINK 28. 3-1: Christian Lam­hauge HOLST 63. 3-2: Christian Lam­hauge HOLST 66. 3-3: Súni OLSEN 70. 4-3: Jevgeni NOVIKOV 75. ESTLAND: 1. Mart POOM (12. Artur KOTENKO, 46.) ­ 17. Enar JÄÄGER, 3. Andrei STEPANOV, 2. Igor MOROZOV, 13. Urm­as ROOBA, 7. Ats PURJE, 6. Aleksandr DMITRIJEV (8. Jevgeni NOVIKOV, 46.), 14. Konstantin VASSILJEV (11. Aivar ANNISTE, 72.), 10. Sander PURI ( 22. Martin VUNK, 72.), 15. Tarm­o KINK (20. Andrei SIDORENKOV, 59.), 27. Vjatšeslav ZAHOVAIKO (9. Vladim­ir VOSKOBOINIKOV, 59.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 25. Tihhon ŠIŠOV, 16. Mihkel AKSALU Gult kort: Enar JÄÄGER 65. FØROYAR: 1. Jákup MIKKELSEN, liðform­aður, 56/­ 133, KÍ, ­ 2. Jónas þór NÆS, 1/0, Køge, 5. Jóhan Troest DAVIDSEN, 4/0, NSÍ, 7. Fróði BENJAMINSEN, 48/2, HB, 3. Einar HANSEN, 5/0, NSÍ – 9. Jákup á BORG, 53/2, HB (11. Christian Høgni JACOBSEN, 41/2, HB, 45.), 15. Tem­ HANSEN, 3/0, Lyngby (12. Høgni MADSEN, 1/0, ÍF, 57.), 18. Súni OLSEN, 32/2, Viborg (4. Kári NIELSEN, 7/0, HB, 83.), 8. Sím­un SAMUELSEN, 17/1, Keflavík – 10. Rógvi JACOBSEN, 50/10, Hødd, 14. Christian Lam­hauge HOLST, 11/2, Lyngby (6. Arnbjørn HANSEN, 3/0, EB/Streym­ur, 85.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. René TÓRGARÐ 0/0, EB/Streym­ur, 13. Herbert í Lon JACOBSEN, 0/0, B36, 17. Áki PETERSEN, 0/0, ÍF Gult kort: Sím­un SAMUELSEN 58., Høgni MADSEN 82. Venjari: Jógvan Martin OLSEN Hjálparvenjari: Jens Martin KNUDSEN Liðleiðari: Birgir HANSEN Lækni: Kaj KALLSBERG Fysioterapeutar: Álvur HANSEN og Øssur STEINHÓLM Skoraðu trý mál og vóru vónbrotnir Christian Lamhauge Holst var farligi áloyparin hjá føroyingum í gjár við tveimum málum