hósdagur 5. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 106 - 5. juni 2008 ]
Nú hava 109
spælarar umboðað
Føroyar í 119
altjóða skrásettum
fótbóltslandsdystum
NÝGGIR SPÆLARAR
Jákup Mørk
Tveir spælarar royndu seg
fyri fyrstu ferð á landslið
num í Tallinn í gjárkvøldið.
Jónas þór Næs var á høgra
vongverja frá fyrsta bríksli.
Hann var á vøllinum alla
tíðina, og tað er ikki óhugs
andi, at ágrýtni og skilagóði
Køge vongverjin fer at fáa
boð aftur, tá ið næsta roynd
in fer at verða á skránni.
2. hálvleikur var tólv
minuttir gamalur, tá ið Høg
ni Madsen fyri fyrstu ferð
steig á vøllin sum landsliðs
spælari. Hann loysti Tem
Hansen av. At Høgni fekk
landsliðsboð segði venjarin
í sambandi við úttøkuna
komst av, at hann hevur
staðið seg so væl í heimligu
kappingini. Høgni var sen
tralur miðvallari ta løtuna,
tá ið Føroyar skoraðu trý
mál, og tað var um reppið,
at Súni Olsen eftir upplegg
frá Høgna Madsen legði
Føroyar á odda.
Jónas þór Næs var 108.
og Høgni Madsen 109.
landsliðsspælarin, sum hava
umboðað Føroyar í altjóða
skrásettum
landsdystum.
Dysturin í Estlandi var
nummar 119 í røðini, síðani
tann fyrsti var á skránni í
Íslandi 24. august í 1988.
Tríggir føroyskir spælarar
sótu á beinkin um allar 90
minuttirnar. Felags fyri teir
allar tríggjar er, at teir fram
vegis bíða eftir at sleppa
framat fyri fyrstu ferð. Teir
tríggir eru eykamálverjin
René Tórgarð, verjuspælarin
Herbert í Lon Jacobsen og
Áki Petersen. Hesin síðsti
var fyri fyrstu ferð í lands
liðsferðalagnum,
meðan
hinir báðir longu hava bíðað
á beinkinum fleiri ferðir.
Tað eru fleiri dømi um, at
spælarar ongantíð koma
landsliðnum nærri enn at
sita á beinkinum. Tað eru
eisini dømi um spælarar,
sum hava sitið leingi á
beinkinum, áðrenn teir hava
fingið møguleikan. Besta
dømið á liðnum, sum spældi
í Tallinn í gjárkvøldið, er
málverjin og liðformaðurin
Jákup Mikkelsen.
Jákup sat á beinkinum í
fyrsta landsdystinum í Íslan
di 24. august 1988. Fyrsta
ferðin Jákup fekk høvi at
verja málið var í vinardyst
inum í Neskaupstaði 2. juli
í 1995 ella knappliga sjey
ár eftir, at hann fyrstu ferð
hevði sitið á beinkinum. Nú
hevur Jákup vart málið 56
ferðir!
Hóast hann fleiri
ferðir hevur verið
tætt við, so var tað
ikki fyrrenn í 11.
landsdystinum, at tað
eydnaðist Christian
Lamhauge Holst at
skjóta mál á landslið
num
TVÍFALDUR
MÁLSKJÚTTI
Jákup Mørk
Eingin ivi er um, at hann
hevur nøs fyri málmøguleik
um og málum. Aftur og aft
ur hevur Christian Lamhau
ge Holst verið málskjútti á
superligu liðnum hjá Lyng
by.
Í farna kappingarári skor
aði Lyngby 33 mál og flutti
niður. Christian Lamhauge
Holst skoraði níggju av mál
unum, og tað rakk til sætta
plássið á máltindinum.
Á
landsliðnum
hevur
Christian Lamhauge Holst
ofta víst, at hann hevur nøs
fyri málmøguleikum. Men í
tíggju teimum fyrstu lands
dystunum eydnaðist tað
honum ikki at skjóta mál,
og tað var einki at siga til,
at hann og hinir á og kring
landsliðið vóru farnir at
ivast í, um tað yvirhøvur
fór at eydnast hjá honum at
skjóta mál fyri Føroyar.
Mikukvøldið
eydnaðist
tað so rudduliga. Í 63. min
utti varð hann spældur leys
ur mitt fram eftir vøllinum
av Súna Olsen. Lamhauge
maðurin skundaði sær fram
manfyri verjuna og fram
ímóti málinum, har innskifti
málverjin Artur Kotenko
hevði hug at tveita seg niður
í bóltin, sum. Christian kalt
og sannførandi lyfti upp um
málverjan og mitt í málið.
Tríggjar minuttir seinni
var Christian Lamhauge
Holst aftur á rætta staðnum
í røttu løtuni, og aftur eydn
aðist honum at skjóta mál.
Hesa ferð var tað eftir horna
spark og eitt sindur av aftur
og fram dygst undir máli
num. Tá ið tað sjey minuttir
eftir fyrsta málið varð bríks
lað fyri brotssparki, sum
Súni Olsen sendi upp í horn
ið til høgru fyri seg sjálvan,
varð dømt, tí verjuspælari
hevði havt hond á bóltin
um.
Christian Lamhauge Hol
st er 26. spælarin, sum hev
ur skorað mál fyri Føroyar í
altjóða skrásettum lands
dystum,
síðani
Føroyar
gjørdust limir í altjóða fót
bóltsfamiljuni fyri knappli
ga tjúgu árum síðani.
Tað eru næstan fýra
ár síðani, at Føroyar
hava skorað fleiri enn
eitt mál í landsdysti,
og hetta var fyrsta
ferðin, at Føroyar
hava skorað trý mál
og ikki vunnið
MÁLINI
Jákup Mørk
Føroyar hava ikki skorað
meiri enn eitt mál í sama
dysti síðani 9. oktober í
2004. Tann dagin var úrslit
ið í HM undankappingar
dystinum á útivølli ímóti
Kypros 22. Ta ferðina vóru
Claus Bech Jørgensen og
Rógvi Jacobsen málskjút
tar.
Føroyar hava ikki skorað
trý mál í einum og sama
landsdysti síðani 18. august
í 2004, tá ið vinardystur á
heimavølli ímóti Malta end
aði 32.
Dysturin í Tallinn miku
kvøldið
var
tann
119.
altjóða skrásetti fótbólts
landsdysturin hjá Føroyum.
Føroyar hava ongantíð skor
að fleiri enn trý mál í einum
dysti. Mikukvøldið var sæt
ta ferðin, at Føroyar hava
skorað trý mál í einum dys
ti, og hetta var fyrsta ferðin,
at Føroyar ikki hava vunnið,
tá ið tað hevur eydnast at
skjóta trý mál.
Hinar ferðirnar, tá ið Før
oyar hava skorað tríggjar
ferðir:
FøroyarSan Marino 30
25. mai 1995,
San MarinoFøroyar 03
11. oktober 1995,
FøroyarLiktinstein 31
19. august 2002,
FøroyarKasakstan 32
27. apríl 2003
FøroyarMalta 32
18. august 2004.
Tað eydnaðist ikki
toppskjúttanum at
skjóta mál, tá ið Rógvi
Jacobsen var fyri 50.
ferð á landsliðnum
50. FERÐIN
Jákup Mørk
Tað er ikki á hvørjum degi,
at føroyska landsliðið skor
ar trý mál. Soleiðis var tað
hesa ferð. Merkisvert var
tað, at toppskjúttin, Rógvi
Jacobsen, sum hevur skorað
mest sum øll málini nógvu
tær seinastu ferðirnar, hesa
ferð ikki taldist millum mál
skjúttarnar.
Tað var eisini merkisvert,
at Rógvi Jacobsen í Estlandi
mikukvøldið fyri 50. ferð
umboðaði føðilandið. Róg
vi royndi seg fyri fyrstu
ferð á landsliðnum miku
dagin 18. august 1999, tá ið
Føroyar á heimavølli taptu
vinardyst ímóti Íslandi 10.
Ta ferðina varð Rógvi Jacob
sen fimm minuttir fyri leik
lok skiftur inn fyri Julian S.
Johnsson.
Rógvi Jacobsen, sum er
føddur 5. mars í 1979 og
harvið er 29 ára gamal, er
níggjundi føroyski lands
liðsspælarin, sum røkkur
hálvt hundrað landsdystum.
Hinir eru Óli Johannesen
(83), Jens Martin Knudsen
(65), Julian S. Johnsson
(62), John Petersen (57),
Jákup Mikkelsen (56), All
an Mørkøre (54), Jákup á
Borg (53) og Øssur Hansen
(51).
Tveir teir næstu í røðini,
sum tað er sannlíkt skulu
røkka hálvt hundrað lands
dystum, eru Fróði Benja
minsen (48) og Christian
Høgni Jacobsen (41). Frá
teimum báðum er langt lop
niður til næsta mann, sum
er Súni Olsen, ið miku
kvøldið umboðaði Føroyar
fyri 32. ferð.
Endiliga var eydnan
við Lamhauge
Toppskjúttin
gullbrúdleyp
Jónas og Høgni fyri
fyrstu ferð
Langt millum
stóru tølini
Rógvi Jacobsen er millum teir,
ið hava rundað 50 landsdytir
Suni Olsen skoraði uppá
brotsspark