Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 5. juni 2008 29 Louisa Lamhauge Myndaevnini skipa framsýn­ ingina sundur í vatnrøtt, verti­ kal­ og loddrøtt, horisontal verk. Tey vatnrøttu myndaevnini lýsa bygdarlag, ella bert land og eingi hús, himmal og hav. Ráð­ andi liturin í hesum myndum er hin blái. Tey loddrøttu mynda­ evnini eru myndir við bjørgum og líðum. Tað eru myrkar myndir, men millum líðirnar síggjast ljósir glottar. Kári er á støðugari ferð í sín­ um myndamáli. Hansara eyð­ kendi abstrakt­ekspressionistiski málningur er ikki á hesari fram­ sýningini, ið sýnir ein listamann, ið er vorðin alt figurativari. Náttúran er keldan og drívmegin í hansara listarliga virki. Hug­ birtingar verða til á veg niðan gjøgnum fjallalíðina, í fleyg­ ingarsessinum í bjørgunum, úti á havinum, á ferð í haganum og fram við sjóvarmálanum. Náttúran hevur fastatøkur á honum og hann á henni. Og hevur tú verið í hansara atelieri við floymandi yvirljósi og bergtakandi útsýni úr stovuni, fær hetta alt samalt ikki verið øðrvísi. Hansara málningar er kátur og álvarsamur fagnaður til náttúruna. Myndligi framburð­ urin eru hugbirtingar av tí upplivaða og sædda. Við liti, formi, ljósi og innlivaðari evnis­ kenslu verða hugbirtingarnar settar saman á nýggjum og í einum persónligum listabúnaði umskapaðar á løriftinum. Vármorgun er blágrønur máln­ ingur við høgum sjónarringi. Myndarflatin er bygdur upp í fláum, ið eru fráskildar við sólarglæmu. Niðast er grá­ og taralitt fjøra við lítlum grønum slættlendi í vinstra horni, har tvey fólk eru á veg inn í mynd­ ina. Niðri í fjøruni høgrumegin flúgva hvítir fuglar út úr mynd­ ini. Grønligi sjógvurin er stórur litflati,­ uppiyvir er hvítur himmal við lágari sól og gyltum farra. Tað er silvitni, og vaknaður er songur vársins. Størsti málningurin á framsýn­ ingini er Vestur í hav 130 x 160 cm., ið eisini er landslagsmynd, og eru land, himmal og hav bygt upp á sama hátt sum í Vár­ morgun, men huglagið er tigandi og álvarsamt, hult í tokuljós. Blái himmalin er døkkur og sam­ drigin. Hvít froða skilir aqualitta havið frá landi, ið hevur eitt vet av dýpt, har fólk standa og skoða havið í ein vestan. Niðast í myndini er fallandi sól lýst við trimum grábláum rundingum, ið detta niður á grýtut land við tara og einstøkum violettum pensilsstrokum. Einki skin er latið í málingina, og myndarflatin er óskærur. Har myndin er bygd og sjógvur minnir myndingin í summum førum um eina flatamynd við rørslu inn í myndina, har ásko­ ðarin sær niður á hús, tún og skot. Ráðandi liturin í myndu­ num við bygdaløgum er hin blái, ljósið og hinar litirnar avger árstíðin, ið framburðurin er settur saman við. Á framsýningini eru nógvar heystmyndir. Málningarnir við loddrøttum myndaevnum eru myrkir, men verða lýstir upp við ljósrýpum, blettum og blunkum í bjørtum litum. ”Heystljós” er loddrættur málningur í fáum, reinum litum frá tí myrkasta ultramarine til hvítar flúgvandi fuglar. Reyðgul ljósglopp opna myndina og geva henni størri rúmd, har eru tvey myndarúm, ið eru fráskild við breiðum reyðgulum pensils­ stroki: eisini her eru fólk á ferð inn í myndina, annað undan hinum, í høgra myndarúmi flúgva tríggir fuglar út frá svarta berginum og út um mynda­ rammuna. Myndingin er nær hjá, og tú hoyrir fótafet og fuglalát. Afturvendandi spurningur, ið listaverkini við fólki og fugli seta, er: hvar fara vit øll? Tað, ið eyðkennir hesar myndir, er, at niðast á myndarflatanum í vinstra horni eru tvey fólk, og øll eru tey á ferð, venda áskoðaranum bakið og fara onkustaðni­ ikki út úr myndini, men inn í myndina, hvagar? Og fuglarnir, ið alla tíðina eru á flogi: hvar fara teir? Framsýningin í Listaglugga­ num vísir ein listamann, ið er á ferð á ferð … Eins og hjá einumhvørjum listafólki og tess framsýningum, so eru verkini hjá Kára á hesari framsýningini ymisk í dygd, men á fram­ sýningarvegginum hanga eisini málningar, ið eru góðir og neyðugir at síggja. Hugbirting Listagluggin N. Finsensgøta 25 Framsýningin er opin týsdag – fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 leygardag kl. 11.00 – 14.00 Vármorgun 100 x 140 cm Olja á lørift Fríggjadagin 6. juni, mentanarnáttina í Havn, letur upp í Listaglugganum málningaframsýning hjá Kára Svensson. Á framsýningini eru málningar, har myndevni og málingarlag leiða áskoðaran inn í kend og ókend rúm Heystljós 65 x 50 cm Olja á lørift mentanarnátt Eitt av tiltøkunum, sum verða á skránni mentanarnáttina er framsýning við barnatekningum úr realskúlanum í 50­unum teknaðar hjá J. M. Kjeld . Tekningarnar eru frá fyrst í 50´unum í Færøernes Mellem­ og Realskole í Havn, tá tekning var ein sjálvstøðug lærugrein. Kjeld hevði serútbúgving í tekning, teknimetodik og teknipsykologi, og var lærari við Realskúlan frá 1935 til hann doyði í 1965. Ein næmingur sigur: ­ Ofta sótu vit og vistu ikki hvat vit skuldu tekna. Tá kundi hann siga:”Nú fara vit niður á botn”, og so skuldu vit siga, hvat vit sóu fyri okkum, kanska blekkspruttur, krossfiskar, skipsvrak, tara o.s.fr.,­ og so fór fantasiurin í gongd. Vit lærdu at seta litir saman, tí síggja vit so nógvar abstraktar tekningar ella mynstur. Vit lærdu at seta skuggar á t.d. hús, og at skuggar høvdu litir o.s.fr. Alt hetta og meiri afturat, munnu mangir næmingar hava havt gleði av seinni í lívinum. Kjeld rættaði ongantíð tekningarnar, men kundi spyrja:”Hví hevur tú gjørt so”, og so fekk hann svar, og so segði hann:”Nú skilji eg.” Hann gekk ofta ímillum borðini og spurdi, um hann kundi sleppa at eiga eina tekning, og so valdu vit honum eina. Soleiðis er henda samling blivin til. Valið er sostatt ikki hansara, men næmingsins. Kjeld ferðaðist nógv millum skúlar í Danmark og í Noregi og hevði fyrilestrar og framsýningar við hesum tekningum, bæði einsamallur og saman við øðrum, og hava hesar tekningarnar fingið sera gott skodsmál allastaðni. Millum annað luttóku tær í europeiskari kapping, sum peningastovnar skipaðu fyri. Har vóru lætnar virðislønir og 50 eykavinningar. Har fekk Realskúlin 10 eykavinningar. Hesar tekningar komu ikki heim aftur. Gamlar tekningar hjá havnarbørnum