hósdagur 5. juni 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Á mentanarnáttini bjóðar
matstovan Gourmet
gestum sínum fimm
serstakar føroyskar/
norðurlendskar rættir
MatMentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Føroyskar og norðurlendskar
rávørur seta sín serliga dám á
matskránna hjá matstovuni
Gourmet á mentanarnáttini.
Jákupsskeljar og
rabarbusymfoni
Sjálva mentanarnáttina fer
Gourmet at bjóða gestum sínum
fimm rættir, sum allir hava støði
í norðurlendskum og føroyskum
rávørum. Møguleiki er at velja
alla matskránna ella at velja
einstakar rættir út.
Matskráin á Gourmet mentan
arnáttina sær soleiðis út:
Forrættur
Ravioli, føroyskar jákupsskeljar
við froða av turrum fiski.
Reyðsprøka við fennikel
og marinadu av grønmeti
Høvuðsrættur:
Timian saltað oksakjøt,
róturtrar og piparrótskrem.
Ostarættur:
Ostur, protvínsglaseraðar
nøtur og oliventabinata.
Dessert:
Rabarbusymfoni við sjokolátu og
hvonn
Skúm av turrum fiski ...
Kokkurin og leiðarin á Gourmet,
Leif Sørensen, heldur
mentanarnáttina vera eitt frálíkt
høvi hjá fólki at royna ymsar
rættir við støði í okkara egnu
mentan. Hann vísir á, at
útlendingar rósa teimum
føroysku rávørunum, tá ið tær
verða rætt viðfarnar og bornar
fram á rættan hátt og í stíl við
rákið.
Sum dømi nevnir Leif
Sørensen millimetur tunnar
skivar av skerpikjøti, skúm av
turrum fiski, kips av turrum fiski
og ís av saltfiski. Hann heldur at
føroyingar eiga eisini at vera
forvitnir, áhugaðir og ernir av
gomlu føroysku rávørunum, og
síggja møguleikan í at vera heilt
øðrvísi enn øll onnur.
Nr. 106 - 5. juni 2008
mentanarnátt
Føroyskt við stíli á Gourmet
Tilverunar ringrás er
evnið á framsýning hjá
grafikaranum Oggi
Lamhauge, sum letur upp
í Stephanssons Húsi á
mentanarnáttini
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tilverurnar ringrás, ein ævig
rørsla í tíð, har náttúran verður
niðurbrotin og endurskapt, er
bakgrundin fyri framsýningina
»Ringrás« hjá grafikaranum
Oggi Lamhauge, sum letur upp í
Stephanssons Húsi á
mentanarnáttini klokkan 15.
Viðspæl og mótspæl
Við undran eygleiðir grafikarin
og listamaðurin náttúrunnar
ringrás og tulkar hana í
prentmyndum við fokus á
spenningsøkið millum skapan,
niðurbrótan og endurskapan. Við
prentmyndunum fer grafikarin út
um tað tvívíddu flatuna og út á
gólvið, har sjónarhorn
hyggjarans broytist og
samstundis gevur rúminum
viðspæl og mótspæl.
Trúarsymbol
Oggi Lamhauge arbeiðir serliga
við samtíðarlist við trárligum
symbolum. Í 2006 fekk hann trý
ara starvsløn, ið hevur givið
honum møguleika at halga seg
listina burturav.
Oggi Lamhauge er sera virkin
á listarliga økinum, bæði her á
landið og útlendis. Kendasta verk
hansara er uttan iva altartalvan í
Hattarvíkar kirkju, sum varð latin
kirkjuni í 2001. Oggi hevur eisini
gjørt serprent fyri stovnar og
virki og undirvíst í tekning,
máling og grafikki.
Listaframsýningin »Ringrás«
letur upp mentanarnáttina,
fríggjadagin tann 6. juni.
Fernisering verður frá kl. 15.00
til 17.00
Oggi í »Ringrás«
Tilverunar ringrás er evnið í prentmyndunum hjá Oggi Lamhauge í Stephanssons Húsi
Føroyingar eiga at vera forvitnir
eftir og ernir av gomlu føroysku
rávørunum, heldur Leif Sørensen,
kokkur og leiðari á matstovuni
Gourmet