hósdagur 5. juni 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 106 - 5. juni 2008
Tónleikur
SPOT er størsti tónlistarligi sýnis
gluggafestivalurin í Danmark, ið
fer fram mitt í Århus. Festival
urin er fyri nýggjan, norðurlend
skan tónleik og hevur síðani
1995 verið fyriskipaður av
ROSA (Dansk Rock Samråd).
Framasøknið hjá SPOT er at
skapa eitt samskiftisgrundarlag
fyri danskan og norðurlendskan
tónleik, og skráin bjóðar mest
sum altíð uppá nýggjar, up&com
ing bólkar, ið góðskuliga sæð
kunnu vinna seg fram á altjóða
marknaðinum.
SPOT Festivalurin hevur fýra
høvuðsmál; at fokusera primert
uppá nýggjari danska og norður
lendska tónleikaframleiðsu; at
byggja brúgv millum listarligar
ambitiónir og vinnuliga potential
ið hjá tónleikinum; at stuðla upp
undir og útvikla fólksligu og
mentanarligu eginleikarnar hjá
tónleikinum; at vera við í útvik
lingini av altjóða netverkum
ígjøgnum útveksling av fram
førslum og mentanarligum og
vinnuligum royndum.
Føroysku innsløgini
Umframt aðrar norðurlendskar
bólkar so sum Oh No Ono,
Figurines, Blue Foundation,
Familjen, Ane Brun, Efterklang
og Duné, hava fleiri føroyskir
bólkar eisini luttikið seinastu
árini. Bara síðani 2005 hava
Lena, Teitur, 200, The Dreams,
Høgni Lisberg, Budam, Eivør, og
Boys in a Band verið við á SPOT
skránni, harav trý tey seinast
nevndu so seint sum í fjør.
Í ár eru Boys in a Band við
aftur, men harafturat skulu
Guðrið Hansdóttir og Lena
Andersen luttaka sum partur av
einum norðurlenskum sang
skrivarabólki.
SPOT hevur nevniliga síðani
1999 gingið høgt uppí sangskriv
arastílin. Hetta árið verður tað
ein av smærru pallunum, ið
bjóðar fram 12 ymisk skandi
navisk sangskrivarainnsløg.
Harímillum bólkin Nordic
Cowriters, ið Guðrið og Lena
eru við í.
Nordic Cowriters,
sangskrivaraskeið
Nordic Cowriters stendur av 12
persónum úr Danmark, Íslandi,
Noregi, Svøríki og Føroyum.
Hesi 12 hava búð saman í trý
samdøgur í einum slotti í Dan
mark, har tey hava arbeitt saman
um at skriva nýggjan tónleik.
Fleiri ymsar framleiðslur hava
sprottið seg úr hesum samstarvi;
í ymsum samansetingum av bæði
persónum og stílum. Hesar
framleiðslurnar verða framførdar
fyri allar fyrstur ferð á akustiska
pallinum hjá SPOT.
Vit komu hertil mánadagin og
hava arbeitt intenst líka síðani,
greiðir Guðrið Hansdóttir frá í
telefonini.
Tað er ein, sum eitur Roar, ið
hvørt ár savnar 12 skandinaviskar
sangskrivarar saman at framleiða
tónleik, sum síðani verður fram
førdur á SPOT. Maria Guttesen
var partur av hesum í fjør, og eg
meini eisini, at Høgni Lisberg
hevur verið við fyrr.
Tað er ótrúliga intenst og
avbjóðandi, tí at vit skiftast um
partnara alla tíðina; eru oftast 2
3 sum arbeiða saman í senn. Vit
eru øll fullkomiliga ymisk í
smagi og stíli, og onkuntíð kann
tað vera rættiliga torført at skula
arbeiða saman.
Christian Ulf, managearin hjá
Teiti, er leiðari av hesum sang
skrivaraskeiðinum, og hann
hevur valt fimm sangir út inntil
víðari, sum vit skulu framføra í
annaðkvøld.
Eg haldi, at tað er ógvuliga
spennandi at vera við í hesum.
Eg eri sjálv ikki von við at skriva
tónleik saman við fólki á hendan
hátt, og mann lærir nógv um at
arbeiða saman. Tað er eisini
stuttligt og gott at kunna upp
byggja sær netverk og koma at
kenna aðrar sangskrivarar. Tað
týdningarmikla er ikki, at vit
skriva eitt hitt. Tað, sum hevur
týdning, er prosessin í tí at
framleiða, at fáa inspiratión og at
taka ímóti avbjóðingini at
arbeiða saman við fremmandum
fólki, greiðir Guðrið frá.
Hini, ið umframt Guðrið og
Lenu eru við í Nordic Cowriters,
eru; Arne Hovda (N), DISA (IS),
Hanne Sørvaag (S), Lise Blaase
(DK), Mads Mouritz (DK), Mort
en Myklebust (N), Prins Nitram
(DK), Pål Moddi Knutsen (N),
Thomas Baz
(DK) og Tobias Stenkjær (DK).
Boys in a Band eru nú fyri aðru ferð við á SPOT Festivalinum; fyrru ferð var í fjør
SPOT við trimum
føroyskum nøvnum
Í vikuskiftinum verður stóri danski sýnisglugga festivalurin, SPOT,
hildin í hjartanum í Århus. Trý føroysk nøvn framføra til tiltakið;
Boys in a Band sum bólkur fyri seg og Guðrið Hansdóttir og Lena
Andersen sum partar av einum norðurlendskum sangskrivarabólki
Lena og Guðrið framføra við
Nordic Cowriters í morgin
kl. 18.00 í lítla salinum
í Musikhuset í Århus
Boys in a Band framføra
leygardagin kl. 18.00
í Voxhall
Guðrið Hansdóttir (á myndini) er saman við Lenu
Andersen partur av einum sangskrivarabólki, ið skal
framføra í SPOT Festivalinum í vikuskiftinum
Mynd: Eyðun Muller