Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 5. juni 2008 41 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo M entanarnáttin verður sett av Heðin Mortensen kl. 18.00 í Gamla Kommunuskúlagarði, og frá tí løtu av fara ein rúgva av til­ tøkum av bakkastokki. Handlar í miðbýnum hava opið til kl. 23.00, og líka inntil klokkan líður út á midnátt vera hendingar í gongd, har tann tónlistarliga síðan snýr seg um m.a: Kórtónleik; framførslur hjá Tórshavnar Klarinett­orkestri í Havnar Kirkju og uttandurakon­ sert við Havnar Hornorkestri í Tinghúsgarðinum; rokk konsert í Margarinfabrikkini; sang og spæl frá Jens Marna við Havnará og frá Martin Joensen í Gamla Kommunuskúlagarði og ikki minst felagssang við Simma Jacobsen og Fróða Sandoy. Kórtónleikur Kl. 17.00 syngur Barnakórið hjá Musikkskúlanum í samband við stórt barnatiltak hjá Barna­ tannrøktini. Kl. 20.00 syngur Tórshavnar Kamarkór á Laðabrekku. Kl. 21.00 er opið hús í Eben­ ezer, ið byrjar við fjølbroyttari sangløtu við sjálvum Ebenezer Sangkórinum, Ungdómskórinum, Manskórinum og øðrum. Kl. 22.30 syngur eitt kvinnu­ kór a capella, tá handilin í Gamla Kommunuskúlagarði er opin. Felagssangur, fólkatónleikur og Jazzur Miðlahúsið opnar kl. 19.00 og hevur tvær framførslur at bjóða. Fyrstur á pallin kl. 19.00 er Hvonn við fólkatónleiki. Næsti bókurin, Yggdrasil við jazz/world sum høvuðsgrein, byrjar kl. 20.00, og tiltakið endar kl. 21.00 Klokkan 18.30 syngur og spælir Martin Joensen í samband við, at listaframsýning við Astrid Andrea­ sen letur upp í Snarskivuni. Klokkan 20.00 eigur Jens Marni tørn og spælir tá uttanfyri handilin hjá skræddaranum Beintu Vilhelm­ sen, ið liggur við Havnará. Frá kl. 21.00 til 22.00 hava Simmi Jacobsen og Fróði Sandoy felagssang í Tilhaldinum á Tórsgøtu. Rokk konsert í Margarinfabrikkini Kl. 21.30 verður stór konsert í Margarinfabrikkini. Fríði Bjørg­ vin, ið dagliga starvast har, skip­ ar fyri konsertini, og á skránna hevur hann fingið indie popp­ rokkararnar The Story Ends, bluesgarparnar Una Debess og Brand Jacobsen, trash­metal bólk­ in Synarchy, rokkbólkin Bendar Spónir og framførslu frá teimum, ið ganga til samanspæl í Margarinfabrikkini. Kl. 21.30 er konsert í Margarin­ fabrikkini, har fleiri ung, sum ganga til samanspæl har, skulu framføra Myndir: Beinta Haraldsen, tiknar á konsert í Margarinfabrikkini fyrr í árinum Tónleikur á Mentanarnáttini Komandi fløgur N.E.R.D Heiti: Seeing Sounds Útgávudagur: 9. juni Plátufelag: Star Trak Stutt um: Superframleiðararnir aftanfyri bólkin N.E.R.D, The Neptunes, ið eru Pharrell Williams og Chad Hugo, geva nú út sína triðju fløgu aftaná tvey'arin »Fly an Die« við hittinum »She wants to move«, ið kom út í 2004. Útgávan er eitt savn av eksperiment­ erandi N.E.R.D poppi, sum mann kann vænta tað, men tó ikki sum mann hevur hoyrt tað fyrr. Hon er pakkað við fjølbroyttum, løgnum groovum; eitt nú skjóta, jazzuta, r&b staklagið »Everyone Nose«, ið av summum er mett at fara at blíva eitt tað mest áhugaverda hipp­hopp lagið í 2008. Lurta eftir »Everyone Nose« í tveimum útgávum (uppruna og remiks) á myspace.com/nerdofficial Keyp fløguna á amazon.co.uk ella digitalt á iTunes Emmylou Harris Heiti: All I Intended to Be Útgávudagur: 9. juni Plátufelag: Warner/Nonesuch Records Stutt um: »All I Intended to Be« er fyrsta solo royndin hjá Emmylou Harris, síðani hon gav út fløguna »Stumble into Grace« í 2003. Hon hevur tilsamans tikið upp meira enn 25 fløgur ígjøgnum hennara 40 ár sum tónlistarkvinna, og hendan komandi útgávan er upptikin saman við framleiðaranum Brian Aherns, sum hon eisini arbeiddi við á sínum fyrstu 11 útgávum. Sangarar sum Kate og Anna McGarrigle, Vince Gill, Buddy Miller og ikki minst Dolly Parton syngja við á útgávuni, ið er eitt úrval av tøkuløgum umframt nøkr­ um løgum hjá Emmylou sjálvari. Lurta: Tú kanst hoyra eitt lag, »Hold On«, av komandi fløguni á myspace.com/emmylouharris Keyp fløguna á emmylouharris.com og amazon.co.uk ella digitalt á iTunes ED REC Heiti: VOL 3. Útgávudagur: 9. juni Plátufelag: Ed Banger Records Stutt um: Ed Banger Records er tað best umtókta elektroniska plátufelagið, ið hevur fostrað ein stóran hóp av fremstu og mest spennandi DJ'unum í heiminum. Felagið er búsett í Fraklandi og gevur nú út triðju savnsfløguna, ið inniheldur eksklusiv løg frá allari Ed Banger familjuni. Tey eru; Mr. Flash, Uffie, Justice, Krazy Baldhead, DSL, Sebastian, DJ Mehdi, Busy P, So Me, Uffie, Feadz og Mr. Oizo. »ED REC VOL 3« kann sjálvandi eisini keypast sum vinyl. Lurta eftir løgum av fløguni á myspace.com/edbangerrecords Keyp útgávuna á amazon.co.uk ella digitalt á iTunes og starzik.com Coldplay Heiti: Viva La Vida or Death and All His Friends Útgávudagur: 12. juni Plátufelag: EMI Stutt um: Heimskendi popp bólkurin Coldplay gevur um eina viku út sína fjóðru studiofløgu. Bólkurin fekk nakað negativa umrøðu av seinastu fløguni »X&Y«, ið av mongum varð søgd at vera ov monoton og lítið uppá seg. Nú koma teir sterkt aftur, menninir handan Coldplay, við einari nýggj­ ari, frískari, vakrari útgávu, ið skal eitast at vera tann mest gjøgnum­ førda, ið bólkurin hevur givið út higartil. Tann við mest serligum detaljum, við vakrast løgum og mest gjøgnumførdari framleiðsu. Lurta eftir tónleikinum á last.fm ella á myspace.com/coldplay Keyp fløguna á amazon.co.uk, nme.com ella digitalt á iTunes Mugison Heiti: Mugiboogie Útgávudagur: 16. juni Plátufelag: Cargo/Target Stutt um: »Mugiboogie« er triðja solofløgan hjá Mugison og er fyrsta fløgan, hann hevur givið út, síðani »Mugimama is this Monkeymusic?« kom út í 2004. Tvær aðrar fløgur eru tó komnar út í hesum tíðar­ skeiði, ið innihalda tónleik, ið hann hevur gjørt til filmar hjá kenda, íslendska filmstjóranum Baltasar Kormákur, nevniliga »A Little Trip to Heaven« og »Mýrin«. Mugison hevur síðani seinastu solo­ fløguna býtt sær telduna um við bass­ og trummuspælara og er farin at fram­ leiða rógv meira rokk 'n roll kendan tónleik, enn hann hevur gjørt fyrr. Hetta sleppa vit at hoyra á »Mugi­ boogie« um gott og væl tvær vikur. Lurta eftir tveimum av løgunum á fløguni, »Mugiboogie« og »To The Bone« á myspace.com/mugison Keyp fløguna á billboard.com, amazon.co.uk ella digitalt á iTunes Í annaðkvøld er árliga Mentanarnáttin, tá Havnin er á tremur við mentanarligum hendingum av ymsum slag. Her verður alt á skránni frá barnatiltøkum til jazztónleik; frá trashmetal konsertum til sangløtu við Simma. Skráin er long, og tónleikainnsløgini fleiri í tali Les meira um hetta og um onnur tiltøk rundanum Mentanarnáttina á www.visittorshavn.fo