Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 106 - 5. juni 2008 lýsingar Lærarastørv og størv sum stuðul í Tofta skúla Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2008 at rokna: • 3 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri millum annað lækkað tímatal og serligan tørv • 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 20 t/v endaliga tímaáseting av hesum starvi verður ásett eftir 1.september 2008 • 1 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri lærara í barnsburðarfarloyvi skúlaárið 2008/2009 • 4 tíðaravmarkað størv sum stuðul 3 størv eru 24 t/v og 1 starv er 8 t/v talan er um stuðul til næmingar, sum hava serligan tørv Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær: • føroyskt og týskt í framhaldsdeildini • ítrótt í grund- og framhaldsdeildini • føroyskt, danskt og enskt í grunddeildini • handverk og list í grund- og framhaldsdeildini • serligan tørv Vit vænta at tú: • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka- skúlanum. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir: Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18.juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765. Tofta skúli hevur komandi skúlaár uml. 196 næmingar í 1. – 10.fl. og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof/ Tofta skúli Heygsveg 28 · FO 650 Toftum Tlf. 447332 · fax 449532 · t-postur: tof@skulin.fo Sp/f Plan T L F . 2 1 4 9 3 7 Søkt verður eftir royndum maskinførara. Koyrikort krevst. Byrjað skjótast gjørligt NÁMSFRØÐINGAR SØKJAST Sandavágs kommuna søkir eftir námsfrøðingum til størv í Sóljugarði at byrja 15. august, ella eftir avtalu. Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk fyribils sett. Talan er um 30-40 tíma størv í vøggustovu ella barnagarðsstovu. Møguleiki er eisini fyri at fáa serligar námsfrøðiligar uppgávur. Stovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og barnagarði. Stovnurin er vanliga opin frá kl. 7.30 til 17.00. Í dagliga arbeiðnum leggja vit m.a. stóran dent á: • Trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum • At seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • At skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn • At hava gott samstarv bæði við starvsfólk og foreldur Hetta krevur: • At tú ert fyrikomandi og erlig/ur • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í samráð við børn og starvsfelagar • At tú ert nærverandi og dugir at lurta • At tú dugir at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar • At tær dámar at verða úti í øllum veðri • At tú vil verða við til at menna Sóljugarð Vit hava góðar umstøður, bæði uttandura og innandura. Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya kommunala Arbeiðs- gevarafelag (www.kaf.fo). Námsfrøðingurin fylgir lønarstigunum frá 11 til 18 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 1 til 7. Meira fæst at vita Um størvini við at venda sær til Helenu Skarð- enni, leiðara. Á telefon 226610 / 333930 lok. 10 Umsóknir Saman við upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum skulu vera Sóljugarði, Hammersheimbsvegur 9, 360 Sandavágur, í hendi í seinasta lagi 30. juni 2008. Viðmerk á brævbjálvan: »Námsfrøðingur«. Sandavágs Kommuna www.sandavagur.fo Hammershaimbsvegur 1 · FO-360 Sandavágur Tel. +298 332 470 · Fax. +298 333 470 sandavagur@sandavagur.fo Søkt verður eftir bilførara. Skal hava stóra koyrikortið. H.H. Trans Sp/f · 212708 Bilførari søkist Nissan Almera 2,2 Diesel frá januar 2002 koyrt 250.000 km. Bilur til Sølu Ring 284444