Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-05, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 5. juni 2008 43 lýsingar Lærarastørv og starv sum stuðul í Skála skúla Hesi 4 størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2008: • 2 tíðaravmarkað størv, fulla tíð og 1 tíðarav- markað starv, uml. 20 tímar um vikuna vegna avlopstímar, lækkað tímatal, serligan tørv . Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept. • 1 starv sum stuðulsfólk 14 tímar um vikuna til næming við serligum tørvi. Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarv við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • eru við til áhaldandi at menna skúlan Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær: • undirvísa gentum og dreingjum í ítrótti og svimjing. • undirvísa í donskum, enskum og náttúru/tøkni • undirvísa í handverk og list: tónleiki, evning, træsmíð, heimkunnleika, handarbeiði, teldu. • flokslærari. • serundirvísing • annars átaka sær undirvísing í øðrum lærugreinum Førleikakrøv Læraraútbúgving og helst linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Lønar- og setanartreytir Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumanna- settur lærari frammanundan. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsøknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni kl. 16.00. Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Hans Jákup Andreasen á tlf. 442118 ella 586005. Skála skúli er ein 5. flokkaður skúli við undirvísing í 1.-7. árgang. Komandi skúlaár verða 10 lærarar og 74 næmingar. Skálavegur 194 · FO-480 Skála Tlf. 441368 · Fax 441360 skalask@post.olivant.fo www.skulin.fo/ska Runavíkar Kommuna Leiðari til Frítíðarskúla og dagstovn í Rituvík Eftir summarfrítíðina flytir Frítíðartilboði til 1. flokk í skúlan í Rituvík. Umframt frítíðartilboðið, verður eisini veitt heildagstilboð til 6 ára gomul børn, har skúlabúning verður ein tíðandi partur av tilboðnum. Á stovninum verða uml 35 børn úr 1. flokki og 35 børn í forskúlaldri. Normeringin á stovninum verður tann sama sum fyri barnagarðs- børn í barnaansingini. Við hesum tilboðnum ynskir Runavíkar kommuna at halda fast við og styrkja menningina hjá børnum í forskúlaaldri, saman við frítíðartilboðnum til 1. flokk, soleiðis at skifti frá barnaansing til barnaskúla verður enn betri og smidligari. Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisit- ingarligu ábyrgdina av stovninum. Harum- framt hevur hann ábyrgd av: • at stovnurin er í støðugari menning, • at starvsfólk trívast og mennast, • at tað støðugt verður arbeitt við at menna námsfrøðiliga tilboðið eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum og út frá teimum fortreytum sum stovnurin virkar undir. • At samstarva við kommunalu umsitingina, við aðrar leiðarar innan barnaansingina og við aðrar viðkomandi stovnar Vit leita eftir leiðara, ið er • útbúgvin námsfrøðingur • er førur fyri at skera ígjøgnum og taka avgerðir • er nýhugsandi og ígongdsetandi • hevur góð samstarvsevni • evnar at eggja og menna starvsfólkið • hevur góð evni at orða seg munnliga og skrivliga • hevur telduførleika á brúkarastøði Vit bjóða tær • avbjóðingina at standa fyri at sameina royndir- nar hjá frítíðarskúlanum við menning av einum pedagogiskum tilboð til børn í forskúlaaldri • »LEKODA« skeið í leiðslumenning saman við øðrum leiðarum í kommunalu barnaansingini Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast gjørligt eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya Leiðarastarvið verður lønt á stig 23-29. Leiðarin vísir beinleiðis til sosialdeildarleiðaran í kommununi. Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um størvið við at tosa við Jákup H. Foldbo sosialdeildarleiðara á tlf. 417000. Søk starvið Við at senda Runavíkar kommunu eina umsókn í seinasta lagi 18.06 2008 Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 · Postrúm 139 · FO-600 Saltangará Runavíkar Kommuna Hevur tú áhugða í at arbeiða við børnum í 6-7 ára aldri Pedagogar og hjálparfólk til Frítíðarskúla og dagstovn í Rituvík Eftir summarfrítíðina flytir Frítíðartilboði til 1. flokk í skúlan í Rituvík. Umframt frítíðartilboðið, verður eisini veitt heildagstilboð til 6 ára gomul børn, har skúlabúning verður ein tíðandi partur av tilboðnum. Á stovninum verða uml 35 í 1. flokki og 35 í forskúlaldri. Normeringin á stovni- num verður tann sama sum fyri barnagarðsbørn í barnaansingini. Við hesum tilboðnum ynskir Runavíkar kommuna at halda fast við og styrkja menningina hjá børnum í forskúlaaldri, saman við frítíðartilboðnum til 1. flokk, soleiðis at skifti frá barnaansing til barnaskúla verður enn betri og smidligari. Vit ynskja at umsøkjarin: • Er útbúgvin pedagogur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving • Hevur áhuga og royndir í at arbeiða við børnum • hevur góð samstarvsevni • dugir væl at samskifta • ert íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • ert nýhugsandi og ígongdsetandi • evnar at orða teg munnliga og skrivliga • sær møguleikar framum forðingar Vit bjóða: • Eitt starv við møguleika at menna eitt nýtt pedagogiskt tilboð frá grundini. • Eitt spennandi umhvørvi tætt við haga og á. Setanarviðurskifti Søkt verður eftir fýra pedagogum á 30-40 t. um vikuna, einum hjálparfólki uml. 30 t um vikuna, eitt køksstarvsfólk uml.20 t um vikuna. Størvini verða sett at byrja 1. august ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Pedagogar verða løntir á stig 11-18 og hjálparfólk á stig1-7. Um vit ikki fáa pedagogar í øll pedagogstørvini kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Anju Hentze, leiðara á tlf. 216630 ella Jákup H. Foldbo sosialdeildarleiðara á tlf. 417000. Søk starvið Við at senda Runavíkar kommunu eina umsókn í seinasta lagi 18.06.08 Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 · Postrúm 139 · FO-600 Saltangará Runavíkar Kommuna