hósdagur 12. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 12. juli 2001
13
13
12
Nr. 131 - 12. juli 2001
Einki spurdist burtur
úr sambandinum
millum føroyska rock-
bólkin Týr og danska
plátufelagið RecArt.
Men teir í Týr kunnu
hinvegin fegnast um, at
teir eiga størsta hittið í
føroyskum tónleiki í
løtuni
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Í mai mánaði var rock-
bólkurin Týr
í
kenda
danska PUK Studio í eina
viku og gjørdi demo-
upptøkur til plátufelagið
RecArt.
Hetta kom í lag, eftir at
stjórin í RecArt, Jens Ove
Friis, hevði upplivað Týr í
Prix Føroyar finaluni í
Norðurlandahúsinum.
Samband var millum
RecArt og Týr eftir Prix-
finaluna, og tað var nevnt í
krókunum,
at
RecArt
møguliga skuldi gera sátt-
mála við Týr.
Men hetta varð av ong-
um.
Týr hevur fingið boð frá
RecArt um, at tað verður
eingin sáttmáli.
- Okkara tónleikur vísti
seg at verða ov harður fyri
Jens Ova Friis, men vit
hava so fingið munandi
betri demosangir, enn vit
havdu framanundan, og tað
kunnu vit ivaleyst brúka til
okkurt, sigur Heri Joensen,
gittarspælari í Týr.
Helst meira rockkvæði
Ormurin langi í rock-
útgávuni hjá Týr er størsta
føroyska hittið í løtuni.
Sangurin hevur í sjey vikur
á rað ligið ovast á 15
teimum bestu, sum er
hitlistin hjá Útvarpinum.
Hetta er sera sjáldsamt
avrik.
- Tað er ótrúligt, at vit
enn eru fremstir á 15
teimum bestu. Vit eru
rættiliga glaðir fyri tað og
takka øllum, ið atkvøða fyri
okkum, sigur Heri Joensen
Hvat heldur tú tað er,
sum ger Ormin langa so
væl dámdan?
- Tað er sjálvandi lættari
at taka eitt gamalt lag og
broyta tað, heldur enn at
gera eitt nýtt lag. Øll kenna
Ormin
langa
framm-
anundan Vit hava bert sett
rokktónleik afturat. Hinir
bólkarnir í Prix Føroyum
skulu fyrst bíða til fólk
kenna løgini væl, áðrenn
tey rættiliga sláa ígjøgnum.
Kann tað hugsast, at tit
fara at gera eina rockút-
gávu av onkrum øðrum
kvæði?
- Øll okkara løg hava
okkurt við kvæðini at gera.
Antin stevið ella løgini ella
bæði, og tað er sjálvt
konseptið ella hugskotið
aftanfyri bólkin, og tað fara
vit altíð at halda okkum til.
Men bert at seta nýggjan
tónleik kvæði er ikki
nakað, vit ætla gera burt-
urav. Men helst verður tað
endurtikið, tí sum tað sæst,
so dámar fólki tað sera væl.
Týr
verður
ein
av
bólkunum, sum fer at spæla
ólavsøkukonsertini 27. juli.
Týr ov harðir til RecArt
- Okkara tónleikur vísti seg
at verða ov harður fyri Jens
Ova Friis, men vit hava so
fingið munandi betri demo-
sangir, enn vit høvdu
framanundan, og tað kunnu
vit ivaleyst brúka til okkurt,
sigur Heri Joensen,
gittarspælari í Týr
- Føroyskt er mítt
móðirmál, og tí
yrki eg á føroysk-
um. Eg eri ikki
hugaður at syngja
plattar enskar
tekstir, sigur Rókur
Jacobsen, sangari í
rockbólkinum
Tangz
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Tangz er ein av fáu før-
oysku
rockbólkunum,
sum gjøgnumføra sín
tónleik við føroyskum
yrkingum.
Sangarin í bólkinum,
Rókur Jacobsen, skrivar
allar tekstirnar, og hann
er avgjørdur í, at hann
eigur at skriva á føroysk-
um.
- Føroyskt er mítt
móðirmál, og tí yrki eg á
føroyskum.
Tað
er
lættari at skriva yrkingar
við innihaldi, tá tú
skrivar á tínum egna
máli. Eg eri ikki hug-
aður at gera og syngja
plattar enskar tekstir,
segði Rókur Jacobsen í
útvarpssendingini, Vík-
in, sum verður send
sunnukvøld í ÚF.
- Skuldi eg skriva
enskar tekstir, so hevði
tað verið ein treyt, at eg
hevði dugað betri enskt,
sigur hann.
Rókur Jacobsen fæst
ikki til at siga, at aðrir
føroyskir bólkar eisini
áttu at skriva sangir á
føroyskum heldur enn
enskum.
- Tað skal eg ikki gera
av fyri teir, tí tað eru
nógvir føroyingar, sum
hava stóran áhuga fyri
enskum yrkingum og
sum duga málið væl. Tí
liggur tað helst eisini
betri fyri hjá teimum at
yrkja á enskum, heldur
hann.
Tað er lættari
at yrkja á
føroyskum
- Tað er lættari at skriva
yrkingar við innihaldi, tá
tú skrivar á tínum egna
máli, sigur Rókur
Jacobsen, sangari í
rockbólkinum Tangz
Útgávufelagið, Global
Grafitti, í Los Angeles
hevur keypt ein sang
frá Lenu Andersen og
Niclasi Johannesen.
Amerikanska felagið
ætlar at fáa sangin
fram í USA
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Lena Andersen og Niclas
Johannesen arbeiða fram-
haldandi fyri at vinna fram
í Norðuramerika, har teir
eisini búgva. Og tað eru
onkur frambrot at fegnast
um.
Nú hevur eitt útgávufelag
í Los Angeles keypt ein
sang frá Lenu og Niclasi,
og felagið ætlar at fáa
sangin fram í USA.
Felagið kallast Global
Graffiti og fæst serliga við
at selja tónleik til filmir og
sjónvarpsrøðir. Nógv dømi
eru um bólkar, sum hava
vunnið fram umvegis sjón-
varpsraðsendingar
og
filmir, og tí kann nakað
gott fara at spyrjast burtur
úr hesi søluni.
Avtalan millum Global
Graffiti og Lenu og Niclas
er ein sokallað publish-
ingavtala. Hetta merkir, at
amerikanska felagið hevur
keypt rættindini til sangin
og kann nýta hann í tí høpi,
felagið hevur hug til.
- Avtalan kom í lag
gjøgnum eitt amerikanskt
felag, ið kallast TAXI, sum
vit eru limir í. Okkara
tónleikur var sendur til
Global Graffiti, sum síðani
setti seg í samband við
okkum, sigur Niclas Jo-
hannesen.
Sangurin, ið tey hava
selt, eitur Beautiful. Tað er
eitt lag, sum tey skrivaðu
og tóku upp sum demo í
Vancouver fyri tveimum
árum síðani, og sum fleiri
feløg hava víst áhuga fyri.
Sangurin og ein lýsing av
Lenu er at finna á heima-
síðuni hjá útgávufelagnum.
Adressan er
www.globalgraffiti.com
Lena og Niclas selt ein sang í USA
Alt bendir á, at
fjarskiftisfyritøkurna
r Kall og TeleF fara at
leggja saman fyrsta
dagin. Helst verður
talan um at Kall
yvirtekur TeleF.
Umboð fyri føroysku
eigararnar í Kalli og
TeleF fóru í gjár til
Íslands at samráðast
um samanleggingina
FJARSKIFTI
Rúnar Reistrup
Umborð á Íslandsflogfar-
inum í gjár vóru umboð
fyri eigararnar á teimum
báðum størstu privatu fjar-
skiftisfyritøkunum í Før-
oyum, TeleF og Kall.
Endamálið við ferðini er at
samráðast um eina saman-
legging av báðum fyritøk-
unum.
Orsøkin til at farið varð
til Íslands er, at samráðast
skal við íslendsku fjar-
skiftisfyritøkuna Íslands-
sími, ið eigur helvtina av
partapeninginum í TeleF.
Hina
helvtina
eigur
TeleTænastan hjá Billy
Hansen. Billy Hansen, sum
eisini er stjóri á TeleF, var
ein av teimum, sum fór til
Íslands í gjár.
Í Kalli er Framtaksgrunn-
ur Føroya størsti einstaki
partaeigari
við
38,41
prosentum av partapeningi-
num. Hinir høvuðsparta-
eigararnir eru Kaupthing
og svenska fyritøkan Talla-
ton Holding. Umboð fyri
hesar fóru eisini til Íslands í
gjár.
Ikki pláss fyri trimum
Tá lógin um fjarskifti lat
upp fyri fríari kapping á
fjarskiftismarknaðinum,
vórðu tvær fyritøkur stovn-
aðar, ið báðar ætlaðu sær at
taka dystin um viðskifta-
fólkini upp við Føroya Tele.
Fyritøkurnar, TeleF og Kall
(sum tá brúkti navnið Alnót
blaðm.), høvdu báðar ætl-
anir um at koma inn á
marknaðin fyri fastnettele-
foni, internet og fartelefoni
innan eitt ár.
TeleF kom fyrst frá byrj-
an og fór at bjóða fastnet-
telefontænastur út fyrst í
hesum árinum. Nú fyritøk-
an hevur verið á marknað-
inum í gott hálvt ár hevur
tað eydnast at fingið smáar
túsund telefonfelagar.
Kall kom nakað seinni á
marknaðin og byrjaði at
bjóða tænastur út innan
fastnettelefoni og internet.
Tað hevur leingi ligið í
luftini, at ikki er pláss fyri
tveimum televeitarum aft-
urat Føroya Tele, og tí
kemur samanleggingin ikki
heilt óvæntað.
At tað helst verður Kall,
sum yvirtekur TeleF og ikki
øvugt, hevur eisini verið
væntandi, tí Kall er tann
peningasterkara fyritøkan
av teimum báðum.
Innleiðandi fundur
Nevndarformaðurin í Kalli,
Jens Kári Vilhelm, váttar
fyri Sosialinum, at eigarar-
nir handan Kall og TeleF
fara at hittast í Íslandi at
tosa um eina møguliga
samanlegging.
– Vit fara yvir at hoyra
hvat eigararnir av TeleF
siga, og fyri at vita um har
er áhugi fyri at leggja
saman. Vit fara at sam-
ráðast um eina felags
framtíð fyri feløgini bæði,
sigur Jens Kári Vilhelm.
Sambært
nevndarfor-
manninum í Kalli er talan
um innleiðandi samráðing-
ar, og tí er ikki vist at nøkur
føst avtala kemur burturúr
fundinum millum eigarar-
nar.
Spurdur um hvør yvir-
tekur hvønn, vísir Jens Kári
Vilhelm bert til, at tað ikki
er nøkur loyna, at Kall er
nakað framman fyri TeleF í
kappingini teirra millum.
Lítlan marknaðarpart
Bæði Kall og TeleF hava í
løtuni so lítlan marknað-
arpart, at samanleggingin
fer ikki at hava so stórvegis
týdning fyri styrkimunin
millum Føroya Tele og ta
eftirverandi privatu fyri-
tøkuna í fyrstu atløgu.
Men ein samanlegging
fer at merkja, at privata
fyritøkan kann brúka alla
sína orku til kappingina við
Føroya Tele. Eisini merkir
ein samanlegging, at tað
verður lættari hjá privatu
fyritøkuni at profilera seg á
marknaðinum.
– Vit síggja tað um ein
stóran fyrimun at tað bara
er ein nýggj fyritøka á
marknaðinum, sigur Jens
Kári Vilhelm.
Billy Hansen, stjóri og
nevndarlimur
í
TeleF,
ynskti ikki at gera nakrar
viðmerkingar um málið
undan fundinum við eigar-
arnar av Kalli.
Yvirtónarnir og
millumtónarnir vera
tónleikur frá Tangz,
Clickhaze og øðrum
frægum tónleikabólk-
um, meðan undir-
tónarnir fara at ljóma
av politikki, tá kon-
sertin »Free Føroyar«
sendir ljóðbylgjur út
ígjøgnum hátalarar-
nar leygarkvøldið í
Sandagerði.
KONSERT
Rúnar Reistrup
Boðskapurin er politiskur
tá konsertin »Free Føroyar«
verður hildin á Sandagerði
leygarkvøldið. Men hóast
føroyska umsetingin av
konsertheitinum er »Fríu
Føroyar«, so er ikki talan
um nakra kommunistiska
konsert til frama fyri koll-
veltingina á Kuba, men
hinvegin eitt tiltak til frama
fyri ta politisku kósina,
sum hevur hugtakið »full-
veldi« sum hægsta mál.
Tað er Unga Tjóðveldi
hevur tikið stig til »Free
Føroyar«. Eitt líknandi
tiltak var á høllini á
Læraraskúlanum fyrr í ár,
og hetta eydnaðist so væl,
at tey í Unga Tjóðveldinum
hava kastað seg út í
konsertfyriskipan aftur.
Tiltakið byrjar klokkan
18.00 leygarkvøldið og
heldur á út í ta ljósu náttina.
Fyrst verður konsert, síðan
verður bál tendrað um
midnáttarleitið, og Dávur
Isfeldt fer at halda røðu.
Eftir hetta verður felags-
sangur og føroyskur dansur.
Tiltakið er fyri øll, siga
fyrireikararnir, og tí er ikki
neyðugt at hava hvørki
limakort ella politiskan lit
fyri at sleppa á Sandagerð
at hugna sær leygarkvøldið.
Frá fyrstu Free Føroyar
konsertini
Kall og TeleF leggja saman
Politiskir undirtónar í Sandagerði
Eigararnir handan Kall og
TeleF eru í løtuni staddir í
Íslandi har teir samráðast
um møguliga samanlegging
av fyritøkunum báðum.
Helst verður tað Kall, sum
yvirtekur TeleF
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
12