Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 12. juli 2001 15 Føroyski landsliðs- málverjin hevur hugt at umstøðunum í norska tippuliga- felagnum, sum kendi Kjell Inge Røkke eigur stóran lut í Tað eru boð eftir føroyska landsliðsmálverjanum Jákupi Mikkelsen ymsa staðni frá. Seinastu tíð- indini eru, at norska Molde, sum liggur á sætta pláss- inum í bestu deildini, er áhugað í fyrrverandi Her- følge málverjanum. Jákup Mikkelsen fór til Noregs mánadagin seinna- partin. Har hevur hann hugt at umstøðunum, og týsdag- in vandi hann við Molde. Jákup er nú aftur í Dan- mark. Á middegi í gjár skiltu vit á lagnum, at Molde er áhugað í at knýta føroyska málverjan at felagnum. Spurningurin er, sum tað altíð er, tá talan er um sáttmálasamráðingar, um partarnir kunnu semjast um sáttmálatreytirnar. Tá vit frættu, var eingin avgerð fallin, men tað var ikki óhugsandi, at avtalan fór at koma upp á pláss seinna- partin í gjár. Jákup Mikkelsen váttar, at hann hevur verið í No- regi og hugt at umstøðun- um, og at hann eisini vandi við Molde, men hann vil einki ítøkiligt siga um framtíðina, fyrrenn av- gerðin er fallin. Hava tveir málverjar Molde hevur hesa seinastu vikuna leitað eftir einum nýggjum málverja. Orsøkin er tann, at málverjin, sum teir hava havt higartil, er fluttur til Oslo. Málverjin eitur Morten Bakke. Hann hevur nú skrivað sáttmála við Oslo felagið Vålerenga. Í norskum fjølmiðlum sigur Morten Bakke, at hann fegin vil koma nærri at familjuni, sum býr í norska høvuðsstaðnum. Hann heldur eisini, at Vålerenga er ein nýggj og spennandi ítróttarlig avbjóðing fyri seg. Molde stóð ikki uttan málverja, tá fyrsti mál- verjin hjá teimum hevði skrivað sáttmála við høv- uðsstaðarfelagið. Sambært norska VG høvdu teir tveir evnaríkar málverjar, men venjarin vildi fegin hava, at teir beinanvegin fingu ein royndan málverja, sum ungu menninir kundu kappast við. Tí var tað, at teir bjóðaðu Jákupi Mikk- elsen upp til Molde. Vit hava skilt á lagnum, at tað er ikki ein spurn- ingur, um Molde vil hava Jákup Mikkelsen á lønar- listan hjá teimum, men tað er heldur ein spurningur, um partarnir kunnu semjast um treytirnar. Góða framtíð Molde, sum liggur ímillum Ålesund og Kristiansund, sum nógvir føroyingar ken- nast við, verður í Noregi roknað sum eitt av fót- bóltsfeløgunum, ið hevur eina spennandi tíð fyri framman. Orsøkin er fyrst og fremst tann, at stóri fíggjarmaðurin Kjell Inge Røkke hevur víst felagnum stóran áhuga. Tað hevur hann gjørt við at spræna eina rúgvu av pengum í felagið. Málið hjá honum og hinum í Molde er, at felagið innan alt ov langa tíð skal bjóða Rosenborg úr Tróndheimi av í stríðnum um norsku fótbóltstrúnuna. Í Molde hava teir fyri heilt fáum árum síðani bygt eitt nýtt stadion. Karmurin um heimadystirnar hjá Molde er tiltikin kring alt Europa. Stadion, sum rúmar 11.500 áskoðarum er millum tey mest nýmótans í Europa, og tað er tiltikið vakurt, har tað liggur dygst niðri við sjóarmálan. Jákup Mikkelsen og Molde tosa saman Sum tað sær út í løtuni, fer Jákup Mikkelsen at spæla í Noregi komandi kappingarár Cristian Høgni Jacobsen hevur verið í Esbjerg og royndarvant Um vikuskiftið verður støða tikiðn til, um nýggja superligu felagið skal skriva sáttmála við føroyska lands- liðsmannin Alt bendir á, at illa stadda NSÍ eftir summ- arsteðgin fer at spæla uttan Christian Høgna Jacobsen. 21 ára gamli álopsmaðurin er í Esbjerg og royndarven- ur, og í vikuskiftinum fer felagið at taka støðu til, um teir skulu bjóða Christiani Høgna sátt- mála. Christian Høgni leyk fyrr í summar hægri handilsskúlaprógv á Kambsdali. 21 ára gamli spælarin, sum gjørdist rættuliga kendur, tá hann í mars skoraði ann- að málið í 2–0 sigrinum í Luksemburg og legði upp til hitt málið, hevur ongantíð dult, at hann hevur droymt um at fara út um landoddarnar at royna seg, og nú bendir nógv á, at hetta fer at gerast veruleiki. Sambært tí, sum stjór- in í Esbjerg, Niels-Erik Søndergaard, segði við heimasíðuna hjá onside í gjár, so kom Christian Høgni sjálvur og spurdi, um hann kundi venja við teimum. Í gjár søgdu teir í Esbjerg, at avloysarin hjá Toda Jónsson á føroyska landsliðnum hevði víst stak góð evni. Teir ætla, at hann skal spæla við Esbjerg í einum venjingardysti ímóti Horsens leygar- dagin, og so fara teir at taka støðu til, um teir halda nakað endamál vera í samstarvi, men í gjár vóru teir í Esbjerg bjartskygdir. Esbjerg flutti fyrr í summar upp í super- liguna. Teir høvdu verið eitt ár í næstbestu deild- ini, og bæði teir í Es- bjerg og fótbóltsser- frøðingar í Danmark halda, at felagið hesu ferð er betri skikkað til bestu deildina, enn teir vóru, tá teir seinast royndu seg har. Tað hevur ongantíð verið ivi um, at Christ- ian Høgni hevur havt stak góð fótbóltsevni. Men higartil í ár hevur ikki gingið nakað serligt hjá honum og NSÍ. Christian Høgni hevur verið plágaður av lær- skaða, sum hevur havt við sær, at hann ikki hevur verið førur fyri at venja við fullari ferð, og hann hevur ikki spælt allar landskappingar- dystirnar. Í landskapp- ingini hevur hann í ár bara skorað eitt mál, og tað var upp á brotsspark ímóti KÍ. Nú er førleikin í toppi, og so verður spennandi at frætta, hvussu tað fer at tørna út í viku- skiftinum. Men uttan mun til hvussu tað verð- ur við Esbjerg, so skilja vit, at Christian Høgni eftir summarfrítíðina ætlar sær at spæla fót- bólt í Danmark og ikki í Føroyum. Christian Høgni venur í Esbjerg 15 14 Nr. 131 - 12. juli 2001 Væl nøgdur við føroyska luttøku – Oljufeløgini eru vorðin sannførd um og hava tikið til eftir- tektar, at leiting á føroyska landgrunn- inum gongur út frá Føroyum, sigur Eyðun Elttør, nú borurin er settur í OLJULEITING BYRJAR Jan Müller – Eg eri væl nøgdur við gongdina og hava vit í Oljumálastýrinum gjørt okkara ítarsta til, at hetta skuldi hepnast væl, sigur Eyðun Elttør, landsstýris- maður, sum eisini hevur verið rættiliga avgjørdur við oljufeløgini. Hann ger greitt, at eingi serstøk und- antøk eru givin feløgunum, tvørturímóti hava tey fingið greið boð um at halda seg til reglurnar, settar eru teimum – í besta forstáilsi. – Vit hava bjóðað út, eg havi skrivað undir uppá nøkur loyvi, og tey ynski eg verða fylgd. Elttør heldur sjálvur, at tað hevur eydnast sera væl at fáa føroyska luttøku inn í alla oljutilgongdina. – Vit síggja hetta í sambandi við tyrluflutning, skipatænastu, útgerðarstøðina, tilbúgv- ingararbeiðið og veiting av tænastum til pallarnar. Elttør vísir á, at vit eisini síggja eitt samstarv, har føroyska skúlaverkið er uppií, saman við skúla- verkinum í grannalondum og hetta sæst eisini aftur í sambandi við at menna samstarvið millum før- oyskar fyritøkur og útlend- skar. – Samanumtikið eri eg væl nøgdur við føroysku luttøkuna í oljutilgongdini. Eyðun Elttør sigur seg vóna, at uppfylgingin verð- ur góð, eitt nú soleiðis, at Mentamálastýrið, sum skotið upp av sær, kann fara undir tær kanningar, sum eru so neyðugar í kjalarvørrinum á møgulig- um fundum. Elttør heldur eisini, at oljufeløgini hava tikið til eftirtektar krøvini um føroyska luttøku. Verður olja funnin skulu oljufeløgini boða Olju- málastýrinum frá hesum. T.v.s. at tað verða føroyskir myndugleikar, sum saman við operatørfeløgunum, ið fara at almannakunngera upplýsingar um møgulig fund. Úrslitið av boringini verður tó neyvan kunngjørt fyrr enn boringin er liðug. – Feløgini eru vorðin sannførd um, at leiting á føroyska landgrunninum gongur út frá Føroyum. Vit fáa eina so stóra spjaðing av virksemingum, at stórir partar av landinum verða við í oljuvinnuni frá byrjan. Meira haldi eg ikki, man hevur kunnað kravt av okkum, sum hava lagt gongdina til rættis. Mikudagin skuldi Shell stjórin, Linda Armstrong, ið stendur á odda fyri leit- ing á øllum Atlantsmótin- um, hava fund við Olju- málastýrið – fyri at kunn- gera, at Sheller við aftur í Føroyum – saman við BP. Eyðun Elttør hevur fyrr ynskt Shell vælkomnum aftur í Føroyum. Funnu granantir SPREINGIEVNI Tvær reisur seinastu tíðina eru granatir frá seinna heimsbardaga funnar í Føroyum. 15 mai var boð eftir minørtænastuni, tí tveir dreingir í Miðvágu høvdu funnið eina granat í haganum sunnanfyri Miðvág. Granatin var tveir tummar í tvørmát. Granatin varð kannað og vísti seg at vera ein venjingargranat við ongum spreingievni. Hon varð tikin við til Havnar. 23. maj var aftur boð eftir minørtænastuni, tí ein hondgranat var funnin nærhendis einum húsum í Vági. Granatin var so illa tærd, at hon varð flutt burtur uttan stórvegis trygdartiltøk. Hon varð seinni sprongd í einum grótbroti í Porkeri. DONSK SJÓVERJA Jústinus Leivsson Eidesgaard Danska sjóverjan undir Føroyum kannaði 23 skip í juni mánað og teir komu ikki fram á ólógliga veiðu. "Triton" vitjaði eitt før- oyskt eitt týskt, eitt danskt, eitt bretskt, tvey hálendskm átta norsk og 10 russisk skip. Tyrlan hjá sjóverjuni fleyg regluliga í hesum tíðarskeiði yvir føroyskum sjóøki og kom ikki fram á ólógligan fiskiskap. Flogfarið danska sjóverj- an nýtir undir Føroyum, eitt Golfstream III flogfar kom ikki fram á ólógliga fiskiveiðu undir Føroyum, tær ferðirnar flogfarið var her á leið í juni. Flogfarið flýgur yvir øllum økinum innan fyri 200 fjórðinga fiskimarkið, tá tað vitjar í Føroyum. Talið av útlendskum skipum undir Føroyum í juni hevi ligið millum 3-54 um dagin. Seinasta leygar- dag vóru tilmeldaði eitt norskr, eitt týskt og eitt franskt skip í føroyskum sjógvi Seinasta mánaðin hevur danska sjóverjan ikki verið tilkallað til nakra bjarging. Skipari á "Triton" er í løtuni H. Badstue, kom- mandørkaptainur. Kannaðu 23 skip í juni "Triton" røkir donsku skyldurnar undir Føroyum í løtuni Alistøð fingið góðsku- góð- kenning ALING Alistøðin P/F Fútaklettur í Sandavági hevur nú fingið umhvørvisgóðke nning frá Heilsu- frøðiligu Starvs- stovuni. Góðkenningin liggur alment frammi á H e i l s u f r ø ð i l i g u Starvsstovuni. Av- gerðin kann kærast og hevur nakað í móti góðkenningini, so skal kæran verða H e i l s u f r ø ð i l i g a Starvsstovna hava hesa í hendi í seinasta lagi um ein mána. Tað vil í seinsta lagi 10. august. je C M Y K 14