Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 12. juli 2001 17 Nú eru liðin 12 ár síðan Lexus, ið er luksusbilmerkið hjá Toyota, kom á marknaðin. Eftir tveimum árum vórðu teir mest seldu luksusbilur í USA, og hava síðan tá ligið á odda BILAR Magnus Gunnarsson Orsøkin til at Lexus bleiv ein "succes" í USA, var ikki einans at Lexus er ein sera haldgóður og feilfríur luksusbilur, men eisini at tænastustøðið var so høgt sum kundarnir ikki áður høvdu sæð makan til. Um bilurin skal á verkstað, verður hann skjótt og væl umvældur, vaskaður, bunkraður og settur í túnið ella bilskúrin. Tað kemur ofta fyri at Lexus umboðið ringir til kundan, og ynskir honum tillukku við einum merkisdegi, og spyr um hann hevur nakað at viðmerkja um bilin. Lyklaorðið hjá Lexus umboðnum er at kundin skal viðfarast á sama hátt sum tá teir hava gestir á vitjan heima. Skifta gear á rattinum Í síðstu viku fingu teir hjá Reyni Service ein Lexus GS300 heim. Hetta er ein bilur sum í USA kappast við t.d. BMW 500-røðina, Audi A6 og Mercedes E klassan. GS er miðal- støddin av Lexus persón- bilunum. Talan er um ein sannan luksusbil við øllum hentleikum. Bilurin hevur bæði automatisk og manuel gear, har til ber at skifta gear við knøttum á rattin- um. Tá man tekur lykilin úr startlásinum, fer rattið sjálvt uppeftir og frameftir, so tað er sera lætt at koma inn og úr bilinum. Bilurin hevur leðursetur, og bæði forsetrini verða stillaði elektriskt, við hava me- mory til tveir persónar. Ljóðleysur og kvikur Lexus GS300 hevur ein 6 syl. 3.0 litur 24V motor, sum er sera ljóðleysur og kvikur. Bilurin er stórur, rúmligur og lættur at koyra. Koyrieginleikarnir eru bara heilt í topp, og svara fult út til tað man kan vænta av einum bili í hesum klass- anum. Í Evropa eru Lexus bil- arnir ikki enn farnir í beinleiðis kapping við evropeisku luksusbilarnar, men sølan er nógv vaksin seinastu árini. Frá Reyni Service verður upplýst at Lexus bilarnir kosta frá kr. 315.000,-. Nr. 131 • hósdagur • 12. juli 2001 • 75. árg. Lexus GS3OO aut. Motorurin 3.0litur 6 syl. 24V 220 hk 0-100 km/t 8.2 sek. Bensinnýtsla 8.8 km/l Dekkstødd 225/50 VR-16 Stødd og vekt: Longd 481 cm Breidd 180 cm Hædd 145 cm Eginvekt 1625 kg Viðførisrúm 515 litrar Søluumboð Reyni Service Vegurin langi FO-100 Tórshavn Tlf. 313040 Lexus GS300 – Luksus tá tað er best Stjórin á Reyni Service, Eivind av Reyni, er her við luksusbilinum Lexus GS300 Bilurin, ið er sera ljóðleysur og kvikur, hevur útstoyt á báðum síðunum aftan Nú tríggjar mánaðar eftir at Citroën C5 kom á marknaðin, er hann eisini komin sum stationvognur. Bilurin, ið nevnist C5 Weekend, er ein av størstu stationvogn- unum á marknað- inum BILAR Magnus Gunnarsson Citroën C5 hevur verið sera væl móttikin síðan hann kom á marknaðin í apríl. Bilurin er ein uppliving at koyra við nýggjast Hydr- aktiv 3 fjaðraskipanini. Nú er C5 eisini komin sum ein stórur og rúmligur station- vognur. Motorarnir eru teir somu sum á sedan mo- dellunum, bæði bensin og HDi dieselmotorar. Eisini sum vøruvognur Bilurin er praktiskt inn- rættaður, viðførisrúmið er 563 litrar, og 1658 litrar við baksetrinum niðri. Rúturin í baklúkuni kann latast upp sjálvstøðugt, og við einum knøtti í viðførisrúminum ber til at hækka og lækka bilin 7 cm, um man til dømis hevur brúk fyri lægri lessihædd. Við Hydraktiv 3 fjaðraskipanini broytist fríhæddin ikki um bilurin verður lessaður. C5 Weekend fæst eisini sum vøruvognur. ÚT AT KOYRA 25 túsund Hyundai Eftir at hava verði á danska marknaðinum í 8 ár, eru nú 25.000 Hyundai bilar seldir. Bilur nr. 25 tús. var ein Hyundai Accent. Hyun- dai bilarnir fáa vanliga góðan karakter í altjóða testum, og Accent hevur ligið sum nr. trý á Top- 20 sølulistanum í Dan- mark. Kelda: Hyundai Bil Import A/S Reinir postbilar Post Danmark hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna Silentor, sum framleiðir sótfiltur til dieselmotorar, um at 14 Peugeot Partner post- bilar í 2 ár skulu roynd- arkoyra teirra sótfiltur. Orsøkin er at bilar sum starta og steðga sera ofta sigast at verða heilsuskaðiligir fyri býarumhvørvið. Kelda: Motor Magasinet Suzuki SX Crossover Á bilaframsýningini "New York Motor Show" herfyri, sýndi Suzuki ein nýggjan bil, SX Crossover, sum eftir ætlan skal fara í fram- leiðslu næsta ár. Bilurin skal eisini seljast í Evropa. Kelda: Motor Magasinet Familjur sum ferðast við bili í Evropa, skulu hugsa seg væl um áðrenn tey fara inn á tey ymisku steðgiplássini, ella rasteplássini sum tey vanliga verða nevnd, ið liggja fram við høðvusvegunum, um man skal inn at brúka pusliborð ella toilettini. Hetta vísir ein kanning sum FDM hevur gjørt sum liður í Euro Test bilsamstarvinum Magnus Gunnarsson Av teimum 95 steðgipláss- um sum vórðu kannaði í 9 evropeiskum londum, vóru tey 66 ikki heilsufrøðiliga nøktandi. 45 prosent toilettunum vóru beinleiðis heilsuskaðilig, sama var galdandi fyri 40 prosent av pusliborðunum. Einans fimm av teimum 95 steðgi- plássunum fingu góðan karakter fyri reinføri. Annars vórðu tey kannaði fyri t.d. ferðslutrygdina, parkeringsplássini, út- sjóndina, matin, tænastuna og umhvørvið á staðnum. Frakland best Londini har kanningarnar vórðu gjørdar, vóru hesi: Belgia, Ongland, Frakland, Háland, Italia Schweiz, Spania, Týskland og Eyst- urríki. Ringast stóð til í Onglandi, Hálandi og Spanien. Best stóð til í Fraklandi. Vit skulu minn- ast til at óhumskan kemur frá teimum vitjandi sjálv- um. Tí er neyðugt at øll vitjandi fara væl um, sigur FDM í kanningini sum verður almannakunngjørd í juli blaðnum av Motor. Kelda: Tíðindaskriv frá FDM Citroën C5 Weekend – ein av størstu stationvognum Ikki øll »Rasteplássini« í Evropa eru líka rein »Rasteplássini« ella steðgiplássini í Evropa eru ógvuliga ymisk, vísir ein kanning sum FDM hevur gjørt í Euro Test bilsamstarvinum Prísdømir: Citroën C5 Weekend C5 2.2 HDi Weekend 136 hk 5 pers. kr. 284.070,- C5 2.2 HDi Weekend 136 hk vøruvognur kr. 185.000,- C5 2.0 HDi Weekend 110 hk vøruvognur kr. 159.500,- C5 fæst eini við Tiptronic, har til ber at skifta gear automatiskt ella manuelt Sølumaðurin hjá Ivan Johansen, Jófinn Olsen, er her við nýggja Citroën C5 Weekend. Legg til merkis at rúturin í baklúkuni kann latast upp C M Y K 17 16