Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 • hósdagur • 12. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Í blaðnum í morgin verður frásøgn frá dystinum VB–Slavia Mozyr Svimjarin, Asbjørn Hansen, var fyrsti føroyingur at vinna gull á Isle of Man, tá hann vann gull á 50 metra teininum í bringusvimjing SVIMJING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Klokkan tveir minuttir í átta týskvøldið, varð Merk- ið vundið á stong í svimji- høllini á Isle of Man, og var hetta fyrsta ferðin síðani setanina, at so var. Asbjørn Hansen var tá trinin upp á pallin, har hann við Merk- inum hangandi á herðunum kundi síggja annað Merkið í høllini verða vundið á stong, meðan føroyski tjóð- sangurin streymaði úr hátalarunum. Hørð kapping Orsøkin til hetta var sjálv- andi tann, at Asbjørn júst hevði vunnið gull í 50 metra bringusvimjing. Vónirnar undan kapping- ini vóru eisini til eitt gull- merki. Í innleiðandi bólk- unum hevði Asbjørn sett persónligt met við at svimja teinin í 30,06 sekundum, og harumframt var hetta eisini nóg mikið til, at hann byrjaði kappingina á geil fýra sum skjótasti svimj- arin. Kappingin frá mótstøðu- monnunum tóktist tó at vera sera hørð. Báðu megin Asbjørn vórðu svimjarar av Isle of Man, og einki var at ivast í, at hesir fóru at fáa hollan stuðul frá heima- áskoðarunum, ið sum vera man høvdu ovurstórar vón- ir til sínar svimjarar. Vendingin avgerandi Spenningurin var ovurstór- ur millum føroysku svimj- ararnar og áskoðararnar, tá dómarin gjørdi seg til at senda svimjararnar í vatnið. Starturin hjá Asbjørni var ikki serliga góður, men hann misti tó á ongan hátt takið á mótstøðumonnun- um. Vendingin á 25 metrum var avbera goð, og líkt var til, at svimjararnir nú vóru púra javnir, tá seinna longd- in skuldi takast. Her eydn- aðist okkara manni at vinna seg avgerandi fram um hinar, og hóast tíðin ikki varð heilt so góð, sum hon var um morgunin, so var hetta nóg mikið til at tryggja gullmerkið. Tíðin hjá Asbjørni var 30,16 se- kund, meðan næsti maðurin á málið hevði 30,25 sekund. Nóg mikið var tað so undir øllum umstøðum til at tryggjað Føroyum fyrsta gullmerkið á Oyggjaleik- unum í ár. Asbjørn vann fyrsta gullmerkið Asbjørn Hansen gjørdist fyrsti føroyski gullvinnarin, og her stendur hann ovast á sigursskammilinum, meðan tjóðsangurin verður spældur Asbjørn helt sjálvur, at hann hevði verið ov spentur undan finaluni, sum tó kortini endaði við gulli SVIMJING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle og Man Beint eftir at Asbjørn var komin úr hylinum, spurdu vit hann, hvussu tað kend- ist, nú hann sum fyrsti før- oyingurin hevði vunnið gullmerki á hesum Oyggja- leikunum. - Tað plagar jú at vera í svimjing, at fyrsta heiðurs- merki kemur, og sjálvandi er tað ein góð kensla. Spurdur, um hann veru- liga fór at trúgva upp á møguleikan, tá hann setti persónligt met um morg- unin, segði Asbjørn, at hann vónaði tað besta. - Hasin, sum var á geil fimm, hevur havt tíðir heilt niður á 30 sekundum, so eg visti, at tað fór at gerast torført. - Eg var kanska eisini eitt sindur ov spentur í finaluni, og gjørdi eisini eitt mistak í startinum. Vendingin var tó góð, og nú eg havi vunnið, so leggi eg ikki í, at okkurt mistak varð framt á veg- num, segði ein ovurfegin Asbjørn, áðrenn hann fór yvir til rópandi liðfelag- arnar. Var ov spentur Hóast glaður, so tóktist landsliðs- venjarin ikki vera lopin upp frá í ovfarakæti SVIMJING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Beint eftir at landsliðs- venjarin, Petur Heðin av Fløttu, hevði sagt tillukku við fyrsta gulldreingin hjá sær, sóust teir báðir tosað saman um, hvørji mistøku vórðu gjørd undir svimj- ingini, og hvat møguliga kundi betrast. Vit spurdu Petur Heðin, um tað nú var vanligt, soleiðis at kritisera beint eftir ein svaraði hann nakað soleiðis: - Mann lærir altíð av at gera feilir, so tað verður altíð tikið fram. Eisini hóast talan er um eina gleð- isstund. Tað verður so sjálvandi gloymt eina løtu, men so taka vit aftur saman um seinni í kvøld, segði ein landsliðsvenjari, sum hóast alt var sera fegin um gullið. Lærir av mistøkunum 19 18 Nr. 131 - 12. juli 2001 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum AUDI 100 Árg mai.87, Km 163.000. Kr. 35.000. SUZUKI BALENO 1,3 3H Árg mai.96, Km 110.500. sýnaður mars-01. Kr. 55.000. MITSUBISHI LANCER 1.5 EXE Árg jun.92, Km 118.000. Kr. 65.000. OPEL ASTRA 1,6 `Árg des.95, Km 100.500. sýnaður jul-01. Kr. 75.000. CITROEN ZX 1,4I Árg aug.95, Km 103.000. Kr. 70.000. FORD ESCORT 1.8D CLX Árg nov.95, Km 187.000. sýnaður jun-01. Kr. 75.000. CITROEN ZX 1,9D 5H Árg jun.96, Km 89.000. Kr. 84.000. CITROEN ZX 1,9D 5H Árg jun.96, Km 114.500. sýnaður feb.-01. Kr. 84.000. CITROEN ZX 1,9D WEEK. Árg mar.96, Km 42.000. Kr. 80.000. MITSUBISHI GALANT 2,0GTI Árg mai.89, Km 170.000. Má roynast?. Kr. 75.000. MAZDA 626 GLX Árg sep.92, Km 105.500. Kr. 80.000. CITROËN ZX 1.4I IMAGE 5/H Árg mar.96, Km 83.500. Kr. 70.000. KIA SPORTAGE 2.0I Árg okt. 97, Km 42.500. Kr. 100.000. MITSUBISHI COLT 1.6 GLX 3/H Árg mai.97, Km 84.500. Kr. 105.000. HONDA CIVIC 1.4I 4H Árg des. 95, Km 118.500. sýnaður jun-01. Kr. 105.000. RENAULT MEGANE 1.4E Árg juli.98, Km 36.500. Kr. 109.000. TOYOTA CARINAE 1.8XLI 5H Árg mai.96, Km 38.000. sýnaður mars-01. Kr. 120.000. MAZDA 323 1.3 4/H Árg 01/04/00, Km 18.000. Kr. 119.900. SPRINTER 312D Árg nov.95, Km 122.500. Kr. 130.000. NISSAN PRIMERA 2.0 SLX 4/H Árg aug.97, Km 25.000. Kr. 139.000. MITSUBISHI CARISMA 1.8GDI Árg sep.98, Km 31.500. Kr. 140.000. TOYOTA HI-ACE 2,4D Árg jun.99, Km 14.500. Kr. 178.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo PEUGEOT 406 2.1 Turbo Diesel * 118 Hk * Árg. 11-97, Km 105000 (tó mest landavegskoyring), 17" AEZ Simaz sportfelgur, 225/45, Tokulygtir, Eygnaskuggar, Lakeraði spegl og listar, Bak-spoiler, Senkaður aftan & framman (45mm), Sporvíkkarar aftan (25mm), Pioneer CD- avspælari, 180W JBL hátalarar, Bert ein eigari og er sera væl viðfarin.Verður seldur vegnað keyp av nýggjum bilið. Prísuppskot: kr. 150.000,- Tel: 215500 - Rúni NISSAN PATROL 4.2 DIESEL Árg 1989, Km 245.000. Styttra modellið. Hevur setur aftan, skrásettur sum persónbilur. Er nýsýnaður og hevur m.a. júst skift forhjólslegur. Kr. 85.000. 216409 FORD ESCORT 1.4 Árg 1987, Km 133.000. Bilurin hevur sóltak, og er sýnaður í januar. Kr. 15.000. C M Y K 18