hósdagur 12. juli 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 12. juli 2001
21
Hýrurin millum
føroysku borðtennis-
leikararnar var ikki
nakað serligur eftir
liðkappingina, men
eftir einstaklinga-
dystirnar týsdagin
hava føroyingar
tríggjar leikarar í 1/8-
partsfinaluni.
BORÐTENNIS
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Tað hevur ikki gingið so
væl hjá borðtennisleikar-
unum í liðkappingini sum
vónað.
Sunnudagin leiktu før-
oyingar sum kunnugt móti
Saarema og vunnu 6-1.
Men seinna dystin hendan
dagin varð taptur 5-2 móti
Guernsey. Hetta var tó ikki
heilt óvæntað, tí Gurensey
er rímiliga sterk oyggj í
borðtennishøpi. Veruliga
vónbrotið kom ikki fyrr
enn mánadagin, tá føroy-
ingar møttu Grønlandi.
Dystirnir millum hesi
londini hava seinastu árini
verið ógvuliga javnir, og
soleiðis var eisini hesaferð.
Avgerðin skuldi fella í
næstseinasta
dystinum,
sum var blandaður tví-
mansleikur.
Føroyingar
tapru hendan dystin 21-18 í
triðja setti. Men við til
søguna hoyrir eisini ein
dómarafeilur, sum er rætti-
liga óvanligur, og sum var
Grønlandi til fyrimuns.
Tað sum hendi var í stutt-
um, at føroyingar servaðu
eina servu, sum grønlend-
ingar ikki tóku, tí teir hildu
hon var skeiv. Føroyingar
hildu tó uppá, at servan var
røtt. Sum rímiligt er kundi
dómarin illa síggja, hvørju
megin bólturin var, men í
staðin fyri at døma umbólt,
sum í slíkum føri sjálvandi
er einasta rætta, gav hann
Grønlandi stigið. Støðan
undan var 16-17 til Grøn-
land, og við hesum “ókeyp-
is” stiginum gjørdist 16-18.
Hendan óvanliga døm-
ingin ávirkaði eisini før-
oysku spælararnar, og end-
ina var altso, at Grønland
vann setti og harvið eisini
samlaða dystin 4-3.
Týsdagurin góður
Hetta merkti í praksis, at
Føroyar samlað gjørdust nr.
7 heldur enn nr. 6. Tað
hevur sjálvandi ikki tann
stóra týdningin, men tað er
altíð ørkymlandi at fáa
slíkar avgerðir móti sær.
Tíbetur nervaði hetta ikki
einstaklingakappingina,
sum byrjaði týsdagin aftaná
døgurða. Føroyingar høvdu
fýra leikarar við í inn-
leiðandi bólkaspælinum,
Petur Niclasen, Finnbjørn
Zachariasen, Bergur Jacob-
sen og hin bara 14 ára
gamla Rók Nielsen.
Hesin seinast nevndi er
við “fyri at læra”. Rókur er
ein av fleiri evnaríkum ung-
um
borðtennisleikarum,
sum Borðtennissambandið
ætlar at satsa nógv upp á
komandi árini. Og sum eitt
tekin um hetta, er Rókur
við á leikunum í ár.
Hann tapti sínar tríggjar
dystir, men spældi fleiri
góðar bóltar og vísti harvið
síni evni. Hann megnaði
eisini at geva einum rætti-
liga sterkum leikara av Isle
og Man harða mótstøðú.
Annað settið endaði nevni-
liga 22-24.
Hjá hinum trimum gekst
hinvegin betur enn væntað.
Allir tríggir megnaðu at
leika seg víðari úr bólk-
unum, Petur beinleiðis í
1/8-partsfinaluna sum nr. 1
í bólkinum. Finnbjørn og
Bergur gjørdust báír nr. 2 í
sínum bólkum og skuldu tí
leika ein kvalifikatiónsdyst
í part, fyri at koma í 1/8-
partsfinaluna.
Her gjørdist Finnbjørn
tíverri og stuttur, men
Bergur vann lættliga sín
dyst.
Vón fyri onkran
So samanum tikið var lagið
millum føroysku borð-
tennisleikararnar rættiliga
gott í gjár. Eisini hóast tað
ikki eydnaðist kvinnunum
at vinna nakran dyst í ein-
staklingakappingini. Men
bæði Maria Petersen og
Elinborg Nygaard vóru
ógvuliga nær við, og báðar
vístu í løtum heilt gott
spæl.
Mikudagin byrja so tví-
mansleikirnir
hjá
bæði
kvinnum og monnum og í
blandaðum tvímansleiki. Ilt
er at meta um, hvussu tað
fer at gangast, men vit
skulu neyvan væntað tey
stóru úrslitini.
Í einmansleiki hjá monn-
um eru vónirnar ymiskar.
Bergur skal í 1/8-parts-
finalun i møta ongum øðr-
um enn Carl Prean, sum
áður hevur talst millum
stinnastu leikarar í heim-
inum, og vinnur Petur sín
dyst – og tað ger hann
væntandi – stendur aftur
Prean fyri einum føroyingi.
Hinvegin eru vónirnar
fyri Kjartani Eli Hentze
betur. Liggur væl fyri,
hevur seedingin lagað tað
so, at hann kann fara allan
vegin í semi-finaluna. Og
hvør kann tá siga, hvat fer
at henda.
So eftir vónbrotini í lið-
kappingini sær bjartari út
fyri føroysku leikararnar.
3 føroyingar í 1/8-partsfinaluni
Bergur Jacobsen vann lættliga sín eyka kvalifikatiónsdyst, og fyri hann verður tað einamest ein
uppliving at sleppa at royna seg móti Charles Prean
Petur Niclasen hevði nakrar sera harðar dystir í undanbólkinum, men tó samanlagt nummar
eitt, og er tí klárur til 1/8 parts finalurnar
Bert 14 ára gamli Rókur
Nielsen vísti sera góð evni, og
millum annað gav hann
einum sera sterkum leikara
av Isle of Man harða
mótstøðu í einum dysti, har
Rókur hevði settbólt
21
20
Nr. 131 - 12. juli 2001
Heri vann 10. ferð á rað
Heri Ziska vann aftur
bronsu í sleggjuvarpi,
og gleðin um hetta
tóktist vera størri enn
vanligt
SLEGGJUVARP
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Talan var nevnliga um 10.
kapping upp í slag í
Oyggjaleikahøpi, har Heri
hevur ognað sær heiðurs-
merki, og sum vera man,
var hann eisini sera errin
um hetta, tá kappingin var
av.
- Hetta hevur verið ein
heilt serlig medalja. Tá eg
taldi eftir seinastu Oyggja-
leikir, hevði eg vunnið
níggju heiðursmerki á rað,
so hetta er nakað, sum eg
havi miðjað eftir í tvey ár.
Tá eg varð skaddur í fjør
summar, var eg um rappi at
kasta alt frá mær, men so-
leiðis bleiv tíbetur ikki.
Kappaðust um
bronsuna
Besta kastið hjá Heri var
44,51 metrar, og hóast hetta
var nakað minni, enn Heri
plagdi at kasta, so var hann
kortini nøgdur.
- Allir kastaðu einar tveir
metrar minni enn vanligt,
so tað er allar helst í lagi,
vil eg siga. Ringurin at
kasta úr var ógvuliga sein-
ur, og tá eg sjálvur eri held-
ur seinur, so er tað eyka
torført hjá mær. Heldur ikki
havi eg kunna vant stigini
hjá mær orsakað av skaða,
so alt í alt hevði eg torførar
umstøður. Tíbetur gekk tað
so kortini.
At talan ikki gjørdist um
meira enn bronsu, var at
kalla nakað, sum Heri visti
av frammanundan. Vinnar
in av kappingini hevur júst
vunnið bretska U-23 meis-
taraheitið, og kastaði einar
fimtan metrar meira enn
Heri.
- Vit vistu undan kapp-
ingini, hvør fór at vinna
gull og silvur, so kappingin
hjá okkum øðrum stóð um
triðja plássið, og tað er altíð
stuttligt at vinna ta kapp-
ingina.
Gevur ikki medaljuna
Næsta kappingin hjá Hera
verður klingruvarpið, sum
er á skránni hósdagin, og
her tykist Heri eisini at
hava hampuligar vónir.
- Tað verður spennandi.
Støðan er hin sama. Or-
sakað av skaðanum í hond-
ini, sum eg fekk í fjør, havi
eg ikki fingið vant nóg
nógv, og onkrar av mót-
støðumonnunum kenni eg
slettis ikki, umframt at
onkrir av teimum, sum
vóru við fyri fyrstu ferð fyri
tveimum árum síðani, helst
hava tikið seg fram.
- Eg kasti heldru ikki so
langt sjálvur, sum eg gjørdi
fyri tveimum árum síðani,
men sum vindurin var í
dag, so hóskaði hann sera
væl til mín.
Undir øllum umstøðum,
so hevur Heri eitt gullmerki
at verja, og tað ætlar hann
sær so eisini.
- Teir skulu í øllum førum
ikki vænta, at eg fari at
geva teimum medaljuna,
sigur Heri at enda, tá hetta
seinasta verður havt á lofti.
Bronsa í Badminton
Bert triðja heiðurs-
merki í badminton
kom til høldar týs-
dagin, tá Erlan Poul-
sen tryggjaði sær
bronsu í einmansleiki
BADMINTON
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Úrslitini í liðkappinini í
badminton vóru so als ikki
tey, sum føroysku leikarar-
nir høvdu vónað, og í blað-
num í gjár viðgekk lands-
liðsvenjarin eisini, at hann
var sera vónsvikin.
Hann legði tó dent á, at
vónandi kundi hetta seta
leikararnar eyka nógv upp
til einmansleikirnar, og
eftir úrslitunum at døma, so
hevði hann eisini rætt í hes-
um.
Kundu verið tvey
Tað gekk nevnliga sera væl
í einmansleikinum hjá bæði
Erlandi Poulsen og Ragnari
Rasmussen. Báðir vunnu
teir seg fram til fjórðings-
finaluna, men her mátti
hann kortini lúta fyri
Mininnguaq Kleist.
Hevði Ragnar vunnið
hendan dystin, hevði talan
verið um tvey føroysk heið-
ursmerki, tí tað eydnaðist
nevnliga Erlandi at vinna
sína fjórðingsfinalu, og hó-
ast hann í hálvfinaluni mát-
ti lúta fyri Frank Bagger, so
vóru
heiðursmerkini
tryggjað við hesum. Í bad-
minton verður nevnliga
ikki leikt um bronsuna.
Spæli sítt spæl
Einki er at siga til, at fagn-
aðurin í badminton leguni
var stórur eftir hetta, tí við
hesum vann Erland bert
triðja føroyska heiðurs-
merki í badminton á Oyggj-
aleikum yvirhøvur.
Okkum eydnaðist ikki at
fáa fatur á Erlandi, sum
skiltist á teimum í badmin-
ton leguni, so gekk spælið
hjá Erlandi framúr. Simons
Gaines, sum Erland basti í
fjórðingsfinaluni, er ein
rættiliga stinnur leikari,
men Erland spældi bara sítt
egna spæl alla tíðina, og
vann eisini ein sanførandi
2-0 sigur. At hann so mátti
lúta í hálvfinaluni, er sjálv-
andi at iðra seg um, men
kortini kann avgjørt sigast,
at øll í leguni vóru væl
nøgd um samlaða avrikið í
einmansleikinum.
Týskvøldið vann Erland
Poulsen triðja føroyska
heiðursmerki í badminton á
Oyggjaleikum, og einki er at
siga til, at fagnaðurin um
hetta var stórur
Eftir kappingina var Heri
skjótur at ringja heim, so tey
nærmastu fingu at vita, at
hann hevði endurvunnið
bronsumerkið hjá sær í
sleggjuvarpi
C
M
Y
K
20