hósdagur 12. juli 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 12. juli 2001
23
Føroysku menninir
høvdu sera góðar
vónir í stafettini á
4x50 metrum frí-
svimjing, men eitt
mistak kostaði
teimum dýrt
SVIMJING
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Vónirnar til stafettina á
4x50 metra frísvimjing
vóru sera stórar til føroyska
liðið. Um morgunin varð
svomið í tíðini 1.40,33, og
var hetta ikki meira enn
næst besta tíðin.
Venjarin og svimjararnir
roknaðu tó við, at teir
kundu megnað at svimja
teinin í 1.37 ella har á leið,
og varð hetta gjørt, skuldi
gullið verið so hampuliga
trygt.
Mistak kostaði
Alt sá eisini út til at ganga
so nøkun lunda eftir ætl-
anini. Tá tveir svimjarar
høvdu verið, vóru Føroyar
á einum triðja plássi, men
tá høvdu vit framvegis okk-
ara bestu kort eftir. Dia
Jacobsen svam seg ájavnt
fremsta svimjaranum eftir
fyrstu 25 metrunum, men tá
hann skuldi venda, kom
speril í, og hann misti tí ein
fittan tein í mun til fremsta
mannin.
Seinasti maðurin var
Kristian Martin Joensen,
men hóast hann spurtaði
sera væl, so megnaði hann
ikki at vinna tað mista inn-
aftur, og sjálvandi var hetta
nakað, sum harmaði svimj-
ararnar. Niðurboygdir mátt-
u teir ásanna, at talan bert
gjørdist um silvur.
Taptu gullið
Tað vóru heldur ikki bert
svimjararnir, sum vóru
vónsviknir av hesum. Venj-
arin, Petur Heðin av Fløttu,
var eisini sera harmur um,
at tað ikki eydnaðist at
vinna gullið.
- Dia kiksaði í sínari
vending. Eg haldi, at ein
fótur fór í rennuna, og tað
er so nakað, sum kostar í
øllum førum eitt sekund.
- Tað var tað, sum kiks-
aði. Vit høvdu gott tak á
teimum, men so lítið skal
til fyri at tapa eina slíka
svimjing, sjálvt um eg ikki
so væl kann siga, at vit
høvdu vunnið, um hatta
ikki hendi.
Sostatt tóktist talan ikki
vera um eitt heiðursmerki,
sum venjarin var serliga
fegin ella errin, og hetta
váttaði hann eisini, tá vit at
enda spurdu hann um hetta.
- Nei, vit gjørdu okkara
til at fáa gull, men tá
marginalarnir eru so smáir
og ikki í okkara parti, so er
einki at gera. Vit hava ikki
vunnið nakað silvurmerki
her – vit taptu gullið, segði
Petur Heðin at enda.
Mistu gullið
Andlitsbrøgdini siga alt. Bæði
svimjarar og venjarin vóru
vónbrotnir um, at tað ikki
eydnaðist teimum at vinna
gull í 4x50 metra stafettini
Niðanfyri verður í
stuttum sagt frá,
hvussu gekst hjá
hinum svimjarunum
týsdagin
SVIMJING
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Dia Jacobsen
Dia kom í finaluna í kapp-
ingini, 100 metra frí. Dia
byrjaði kappingina á geil 7,
men fyrstu 50 metrarnar
var lítil munur fram til
fremstu svimjararnar. Sein-
astu 50 metrarnar øktist
hesin tó, og Dia kom á mál
sum nummar átta av teim-
um átta svimjarunum.
Shaila millum Garðarnar
Shaila var í finaluni í 50
metra firvald, har hon byrj-
aði á geil átta. Í innleiðandi
umfarinum svam hon teinin
í tíðini 31,76. Vit hava tí-
verri ikki endaligu tíð
hennara í skrivandi løtu,
men hon kom á mál sum
nummar sjey
Kristian Martin Joensen
Kristian Martin svam seg í
finaluna í 400 metra fir-
valdsvimjing, men tá fin-
alan í stafettini eisini var á
skránni, gjørdi hann av at
taka seg úr hesari kapping.
Mett eftir tíðunum í inn-
leiðandi umførunum kundi
talan tó verið um eitt fimta
ella sætta pláss.
Eivind Eysturoy
Eivind gjørdust akkurát ov
stuttur at røkka finaluni í
100 metra firvaldssvimj-
ing. Í undankappingunum
hevði
Eivind
níggjunu
bestu tíðina, og var tí eitt
pláss frá at røkka einum
finalusessi
Øll vinna ikki gull
Nógvir áskoðarar eru
til dystirnar hjá før-
oysku flogbóltslands-
liðunum
ÁSKOÐARAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Frá fyrsta degi av, hava
føroysku áskoðararnir verið
nógvir, tá føroysk ítrótta-
fólk hava kappast.
Ikki minst í flogbóltinum
hevur stuðulin verið sera
ljódligur, og ivaleyst hevur
hetta eisini munað væl hjá
liðunum, tá kappast hevur
verið.
Í flogbóltinum mundu
mongu føroysku áskoðar-
arnir tó verið í minniluta, tá
Calypso-rútmurnar av Cay-
mann fóru at swinga. Hesi
hava spælt upp á so at siga
alt, sum spælast kann uppá.
Tómar cola-dósir, træpinn-
ar, trummur og mangt ann-
að hava verið nýtt, og líkt er
nú til, at føroysku áskoð-
ararnir hava tikið við læru.
Á myndini síggja vit í
øllum førum eitt nýtt slag
av trummu. Ein spann og
ein træsleiv larma í øllum
førum óføra væl, tá tey
verða bukaði móti hvørjum
øðrum, og hevur tú eitt
grýtulok, so kann hetta so
avgjørt eisini nýtast.
Fýra bretsk pund – á leið
50 krónur – má í øllum før-
um metast sum sera bíligt
fyri eitt trummusett.
Stuðulin skal hoyrast
23
22
Nr. 131 - 12. juli 2001
Føroyska kvinnuliðið
í flogbólti hevði í
løtum trupulleikar av
teimum av Guernsey,
men alt í alt kann ikki
ein fingur setast á
føroyska sigurin
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Wight
Týsdagin spældu føroysku
flogbóltskvinnurnar sein-
asta dystin í bólkaspælin-
um í flogbóltskappingini.
Dysturin var móti Guerns-
ey, og roknað varð ikki á
nakran hátt við, at hetta fór
at geva føroyska liðnum
nakað serligt av trupul-
leikum.
Helga við aftur
At luttøkan í hálvfinaluni
longu var tryggjað, fekk
venjaran
hjá
føroyska
landsliðnum at gera ein-
stakar broytingar á liðnum.
Broytingar, sum uttan iva
vóru ætlaðar at koma
føroyingum til góðar í
hálvfinaluni og eini møgu-
ligari finalu.
Broytingin var í stuttum
tann, at Helga Nordendal
aftur var á vøllinum, eftir at
hon ikki hevur verið við í
hinum dystunum orsakað
av trupulleikum við rygg-
inum.
At hon seinastu tíðina
ikki hevur fingið vant av
álvara, sást eisini týðiliga
aftur fyrstu løtuna. Hon
tóktist ikki tora at seta
nakað sum helst á ryggin,
og ístaðin fyri at smasha
bóltar, vórðu hesir heldur
lobbaðir yvir um, umframt
at hon heldur ikki var so
stinn í blokkinum.
Hetta gjørdist sum vera
man frægari, sum dysturin
leið, og møguleikin fyri at
Helga fer at spæla við
fullari ferð í hálvfinaluni,
tykist so avgjørt at vera til
staðar.
Omanfyri er skrivað, at
roknað varð ikki við nøkr-
um trupulleikum í hesum
dystinum, men føroyska
liðið hevði í fyrsta settinum
storar trupulleikar,
Spælararnir tóktust bein-
leiðis ókonsentreraðar á
vøllinum. Nógv mistøk
vórðu gjørd, og tá møgu-
leiki beyðst at avgera
bóltar, tóku tær alt ov
sjáldan av. Heldur ikki
riggaði blokkurin nóg væl,
men hetta komst ivaleyst
eisini av, at Helga skuldi
spælast inn aftur á liðið
eftir fráveru sína.
Vend kom í
Tað var sjónligt, at føroyska
liðið hevði fingið skil á
hugburðin, tá farið varð inn
til seinna settið. Styrkin og
neyvleikin í spælinum var
størri í allar mátar. Móttøk-
urnar riggaðu, og hevingar
hjá Marjun kastaðu í flestu
førum góðar møguleikar til
viðleikarar av sær, og var
tað
serstakliga
Gudrid
Nolsøe, sum var ófør at
gera sær dælt av hesum.
Føroysku
kvinnurnar
vunnu sær soleiðis skjótt
eina
hampuliga
trygga
leiðslu, og hóast tær av
Guernsey aftur sluppu at
spæla við móti endanum,
so kom settið ongan tíð í
vanda.
Tað gjørdi dysturin sum
so heldur ikki, tað sum eftir
var at spæla. Guernsey
kvinnurnar royndu at gera
ein vørr í triðja settinum,
men tá varð skjótt sjónligt,
at takið hevði kostað nógv.
Mistøkini
í
spælinum
gjørdust alsamt fleiri, og
tær hjá okkum høvdu bæði
krops- og sálarligu styrkina
til at gera sær dælt av
hesum.
Sostatt er nú endaliga
greitt, at kvinnurnar í øllum
førum røkka hálvfinalu-
plássinum, men hetta var
eisini mest sum eitt krav
undan kappingini. Spurn-
ingurin er heldur, hvørt
okkara fara at vinna seg
fram til finaludystin, men
tann spurningurin verður so
ikki svaraður fyrr enn
hósdagin.
Føroyar-Guernsey 3-1 (21-25, 25-16, 25-14, 25-17)
Óvæntaðir trupulleikar
Ikki minst er tað í blokkinum, at tað kemur væl við, at Helga Nordendal nú helst verður tøk aftur
Føroysku menninir
halda enn somu kós,
og hava framvegis
fult stigatal
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Føroyska
mansliðið
í
flogbólti spældi týsdagin
móti móti Jersey, og enn
eina ferð gjørdist talan um
væntaða trygga føroyska
sigurin.
Serstakliga í fyrsta sett-
inum trumlaðu okkara alla
mótstøðu av vegnum, og
millum annað vóru teir
komnir meira enn hálva
leið í settinum, áðrenn
Jersey vann fyrsta bóltin.
Eftir hetta settu okkara
ferðina nakað niður, og av
og á tóktust teir av Jersey at
hóma ein møguleika fyri at
vera við í dystinum. Hetta
kom tó ongan tíð upp á tal,
og hóast Jersey fylgdi heilt
leingi við í seinasta settin-
um, so tóktist tað tó ongan
tíð at vera nakar ivi at hóma
millum føroysku leikarar-
nar.
Tunt hjá Rúna
Ein av lyklaspælarunum á
liðnum, Sigmund á Teig-
um, hevur seinastu tíðina
drigist við ein skaða í
økslini, og hevur tí ofta
spart seg, tá nógv skal
setast á. Í dystinum móti
Jersey vísti hann tó í
einstøkum førum, at rætta
megin er um at koma aftur
í armin, og hetta kann ikki
sigast at vera annað enn
hugaligt, nú stóri dysturin í
bólkaspælinum stendur fyri
framman.
Tann dysturin verður
mikudagin, tá føroyingar
skulu royna seg mótri
Saaremaa, og verður hetta
avgerandi
fyri,
hvørji
mótstøðuliðini
verða
í
hálvfinalunum.
Talan var annars um dyst
nummar 25 hjá bert 20 ára
gamla liðskipara okkara,
Rúna Weihe. Eins og
vanligt var Rúni eitt hitt
stórsta álitið á liðnum, og í
løtuni er ilt at síggja,
hvussu
føroyska
liðið
kundi staðið seg uttan
hansara hjálp. Røddir hava
enn tá verið frammi um, at
Rúni er tann leikarin, sum
higartil hevur sýnt besta
spælið, og tá skal hugsast
um, at gotlendingar hava
ein svenskan landsliðs-
leikara, sum spælir yrkis-
flogbólt í Italia.
Føroyar-Jersey 3-0
Menninir stima framvegis
Rúni Weihe leikti landsdyst
nummar 25 týsdagin, og eins
og vanligt var hann størsta
álitið hjá okkara monnum
C
M
Y
K
22