Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 12. juli 2001 25 Føroysku fimleikar- arnir bankaðu alla mótstøðu til síðis, tá fría kappingin var á skránni mikudagin FIMLEIKUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Føroysku menninir í fim- leiki hevndu seg so dyggi- liga, tá fría kappingin var á skránni mikudagin Sum kunnugt var hýrurin ringur á føroysku fimleik- arunum, tá liðkappingin varð avgreidd mánadagin. Orð um snýt og avtalað spæl vórðu havd á lofti um dømingina, har tað serliga vórðu karakterirnar til fimleikararnir av Isle of Man á gólvinnum, sum fingu øsing í okkara. Hevndu seg Ikki kann sigast annað enn, at menninir fingu hevnt seg so dyggiliga, tá fría kapp- ingin var mikudagin. Fyrst á skránni var júst gólvíðk- anin, og eftir hetta varð so dyggiliga staðfest, at før- oysku fimleikararnir vóru minst ein klassa oman fyri Man-búgvarnar. Helgi Winther Olsen og Høgni Øster gjørdu ikki mætari enn at vinna gull og silvur, og karakterirnir hjá teimum vóru fullkomuliga øðrvísi, enn teir vóru mánadagin. Dómararnir søgdu ávíkavist 9,4 og 9,2 til teir báðar, og er hetta eitt heilt stig hægri enn tað, sum teir fingu mánadagin. Umframt heiðursmerkini til teir báðar, fekk Tórarin Holm Petersen eitt flott fjórða pláss. Besti Man- búgvin varð nummar fimm við 8,4! Eisini tvey í lopi Næsta kappingin var í lopi, og eisini her gjørdu føroy- ingarnir um seg. Helgi Winther Olsen leyp við yvirslag og salto, og hann var bert ein av tveimum fimleikarum, sum royndi seg við einum somikið tor- førum lopi. Lopið hjá Helga eydn- aðist væl, og umframt at hann aftur fekk eitt gull- merki, fekk Pól Esber Hanusarson bronsu í hesi greinini. Total dominansur Var lagið gott eftir hetta, var tað lítið aftur ímóti tí, sum var at síggja, tá íðk- anin í ringunum var liðug. Føroyingar gjørdu ikki mætari enn at taka sær av øllum heiðursmerkjunum í hesum, og vóru tað Helgi Winher Olsen, sum aftur fekk gull, Magni Jacobsen við silvur- og Høgni Ander- sen við bronsumerkinum. Ikki minst var tað her imponerandi at síggja Helga, tá hann eina góða løtu stóð í krossstøðu. Nak- að sum eingin annar íðkari hevði hug at royna. Lend- ingin var kanska ikki heilt perfekt, men samanlagt var hetta tó nóg mikið til at tryggja sær gullið framman fyri liðfelagarnar, sum tó ikki sóu keddir út av hesi orsøk. Javnstøðubarrin Eisini í dupultu barrini eydnaðist Helga at vinna gull, og soleiðis gjørdist talan um fjórða heiðurs- merki hansara mikudagin. Hesa ferð mátti Helgi tó fara einsamallir upp á pallin, men hann tóktist ikki móður av tjóðsang- inum av hesi orsøk. Høgni fekk sítt fyrsta gull Seiastas medaljuhandanin var fyri íðkanina í Rekk, og eisini her fóru Føroyar av- stað við gullinum. Hesa ferð var tað Høgni Øster, sum fekk gullið, og hetta mundi so avgjørt hava ein serliga søtan smakk hjá honum. Hetta er nevnliga fyrsta ferðin, at tað hevur eydnast hjá Høgna at vinna gull á Oyggjaleikunum, og ikki minst eftir frádøm- ingina mánadagin mundi hetta kennast sum ein sera stór løta hjá Høgna. Hann hevði sjálvandi tá vónað, at hann fyri fyrstu ferð skuldi fáa gullmerki á Oyggjaleik- unum. At tað so eydnaðist, gjørdi bara dagin heilt per- fektan hjá føroysku íðkar- unum, sum við hesum so dyggiliga undirstrikaðu, at teir í ár eru so nógv tað sterkasta liðið, tá ræður um fimleik hjá monnum. Føroyar hølvaðu alt av Ikki minst var tað her imponerandi at síggja Helga, tá hann eina góða løtu stóð í krossstøðu. Nakað sum eingin annar íðkari hevði hug at royna 25 24 Nr. 131 - 12. juli 2001 Eftir at fyrsta umfarið í bogaskjótingini er av, er Alber E. Dam greitt á odda, framman fyri Schandorff Vang. Sigrid Vang er nummar tvey hjá kvinnunum BOGASKJÓTING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Føroysku bogaskjúttarnir hava nú skotið í tveir dagar, og eftir at fyrsta umfarið sostatt er liðugt, kann støð- an gerast upp. Sterkir í compund Compound kappingin er aloftast sterkasta síðan hjá føroyingum, og í so máta er kappingin hesa ferð einki undantak. Longu eftir fyrsta dagin høvdu føroy- ingar lagt seg á odda í øllum í hesari kapping, men hetta broyttist eitt lítið sindur týsdagin. Sigrid Vang er nevnliga dottin aftur á annað plássið í kappingini, eftir at Terri Tough av Guernsey togaði seg fram um hana, tá skotið varð á 50 metra teininum. Nú fyrsta umfarið er av, er Sigrid við 12.66 stigum átta stig aftan fyri Tough, men hinvegin er munurin heilt fittur niður til triðja plássið, so talan verður neyvan um nakað heiðurs- merki, sum er lakari enn gull. Tað er annars vert at leggja merki til, at hóast Sigrid ikki hevur vant nakað serligt í ár, so er stigatal hennara í løtuni bert trý stig undir helvtini av Oyggjaleikametinum, sum Sigrid sjálv setti í 1997. Hjá monnunum verður eisini talan um føroysk heiðursmerki. Albert E. Dam og Schandorff Vang løgdu seg heilt skjótt í oddin her, og nú komið er í helvt, eru teir báðir fram- vegis at finna á fremstu sessunum. Í mun til fyrsta dagin, so hevur Albert eisini økt um munin niður til Schandorff. Albert hevur nú 1.305 stig, meðan Schandorff hevur 1.295, so skal Schandorff endurvinna gullmerkið hjá sær, so skal hann toga rættiliga fitt inn á Albert. Skjúttin á triðja plássinum er av Jersey, og tá hann bert er trý stig aftan fyri Schandorff, er tað kanska hendan vegin, at Schan- dorff fyrst og fremst skal hugsa. Eisini á harrasíðuni eiga føroyingar metið. Schan- dorff fekk 2.571 stig, men sum sæst á stigatalinum hjá Alberti, so er hetta met nú eisini í vanda. Í liðkappingini er støðan so sjálvandi tann, at Før- oyar eru greitt á odda. Við øllum okkara skjúttum so- mikið langt frammi í røðini hjá einstaklingum, er munurin niður til næstu skjúttarnar heilt fittur, og tað tykist sum um okkurt heilt løgið skal henda, um tað ikki skal eydnast okk- um at endurvinna gulli á teininum. Recurve Í recurve hava føroyingar ikki staðið seg eins væl, sum í compound kapping- ini, men sum so var hetta ikki væntandi. Annlott Rasmussen lut- tekur her á kvinnusíðuni, og í løtuni er hon á einum sætta plássi, við einari hampuligari margin til tey bæði plássini við síðuna av. Hjá monnunum er størsti spenningurin um, hvørt tað fer at eydnast Poul Martin Joensen at vinna seg longur upp enn 12. plássið, sum hann er á í løtuni. Har er talan um einar fýra skjúttar, sum liggja hampuliga javnir, so spurningurin er, hvat Poul Martin fer at megna í seinna umfarinum. Bjarni Rasmussen er í loøtuni á 20. plássinum, men eisini hjá honum skuldi verið góður møgu- leiki at toga seg longur upp. Sum skilst, so hevur úr- tøkan hjá recurve liðnum verið nakað undir miðal í fyrra umfarinum, og í løtuni er liðið á einum fimta plássi, men enn resta tveir dagar av skjóting í, so tað kann væl vera, at tey fara at ota seg longur fram. Regnaði av grimd Annars var skjótingin týs- dagin darvað av nógva regninum, sum oysti niður yvir skjúttarnar, tá grovu ælini fóru at skola. Hetta hevur viðført, attað tók sera langa tíð at koma fram til úrslitini fyri skjót- ingina, tí øll úrslitini máttu skrivast inn av nýggjum. Tískil eru støðurnar í bogaskjóting enn ikki enda- liga staðfestar, men roknast skal tó ikki við teimum heilt stóru broytingunum, tá úrslitið av fyrra um- farinum er endaliga stað- fest. Gullið er ávegis Orsakað av nógva regninum, tók drúgva tíð at telja úrslitini saman Regn ella ikki, so var lagið á føroysku luttakarunum kortini gott Finalupláss Við tíðini, 51,51 se- kundum rann Heini Hátún seg týsdagin í finaluna á 400 metrum. Heini gjørdist nummar trý í sínum heati, og var hetta nóg mikið at tryggja sær finalu- plássið, har hann tó hevur vánaligastu tíðina av finaluluttakarunum. Magni Mouritsen tók eisini lut í hesi kapping, men gjørdist nummar fimm í sínari hálvfinalu við 52,55 sekundum. Fullførdi við skaða Guttorm Sørensen tók lut í 5.000 metra finaluni týsdagin, men vónirnar undan hesum vóru avgjørt ikki av teimum bestu. Guttorm hevur leingi verið plágaður av skaða í knænum, men hann gjørdi kortini av at starta í renningini, men roknað varð næstan við, at hann fór at gevast. Soleiðis gjørdist tó ikki, og Guttorm kom á mál sum nummar 7 í tíðini 16.07,86. Vinnarin rann teinnin í 15.33,41 Nr 8 uttan venjing Ingibjørg Poulsen gjørdist nummar átta í klingruvarpi. Ingibjørg tveitti klingruna 28,69 metrar, sum tó var nakað væl minni enn teir góðu 40 metrarnir, sum besti kastarin megnaði. Hinvegin er hetta eitt gott úrslit, tá hugsað verður um, at klingruvarp uppruna- liga varð tikið av skránni. Ingibjørg var ikki kunnað um, at hendan avgerðin seinni varð broytt, og tí hevur hon lítið og einki vant í hesum. C M Y K 24