Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 131 - 12. juli 2001 Stóri vinnarin í fimleikakappingini hjá monnum, var beinbrotin fyri bert trimum mánaðum síðani FIMLEIKUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Lagið var sum kunnugt gott á Helga Winther Olsen, eftir at hann mikudagin hevði tikið sær av so at siga øllum tí, sum hann hevði møguleika at taka. Meðan bíðað varð eftir úrslitunum fyri íðkanina í dupultu barrini, fingu vit orðið á Helga, sum bara gekk runt og líktist einum stórum smíli. - Enn havi eg ikki fingið tað seinasta at vita, so kanska verður okkurt. Kanska heiðursmerki, men neyvan gull. (Nakað seinni varð tó staðfest), at talan aftur hesa ferð gjørdist um gull. - Tað er bara heilt per- fekt. Kundi ikki verið betri. Alt hetta við uppaftur- venjingini og soleiðis gjørdi jú sítt til, at tað var sera ivasamt, um eg yvir- høvur var førur at luttaka í kappingini. At tað so fór at ganga so væl, hevði eg als ikki droymt um. - Eg breyt beinið 26. mars, so talan hevur verið um sera nógva venjing fyri at kunna taka lut her á Oyggjaleikunum. - Kanska hevur talan verið um ov nógva venjing, so soleiðis at alt hevur gingið eitt sindur ov skjótt. Eftir hetta fari eg so bara at slappa av í ein mánað, tí eri bangin fyri, at beinið snøgt sagt kann støkka av aftur, um tað ikki fær neyðugu hvíldina. Ov spentur At enda spurdu vit Helga, hvat mól runt í heysinum á honum, tá hann trein inn í fimleikahøllina mikumorg- unin. - Eg var spentur. Eg haldi ongantíð eg havi verið so- mikið spentur fyrr, og allar helst var tað í meira lagi. - Eg megnaði tó at brúka hetta positivt, soleiðis at adrenalinið fór at pumpa í kroppinum, og samanum- tikið, so gekk hetta bara heilt væl. Einki er at siga til, at føroysku fimleikar- arnir vóru eitt sindur eyka uppsettir miku- dagin FIMLEIKUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle og Man Eftir íðkanina hittu vit Høgna Øster, og fyrsti spurningnurin var sjálv- andi, um føroysku fim- leikararnir ikki vóru eyka uppsettir í dag, orsakað av hendingini mánadagin. - Man ikki tað. Sjálvandi vóru vit tað. Øll vistu jú av, at hatta í liðkappingini var snýt, og tað ringasta er eisini, at teir av Man sjálvir hava viðgingið, at so var. Teir søgdu við ein hjá okkum og við venjaran hjá Jersey, at einasti mátin, sum teir kundu vinna uppá, var við at gera so sum teir gjørdu. - Í dag høvdu vit so møguleikan at vísa teim- um, hvar skápið skuldi standa. Vit skuldu vinna, og vísa teimum, at hatta, sum hendi mánadagin var heilt við síðuna av, og tað haldi eg so avgjørt eisini, at vit megnaðu, segði ein fegin Høgni Øster at enda. Kontrastirnir vóru stórir í mun til samrøðuna mána- dagin, tá vit um døgurðatíð miku- dagin hittu landsliðs- venjaran hjá Føroy- um, Henrik Berthelsen FIMLEIKUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Øll úrslitini vóru ikki kunngjørd, men tá vit hittu landsliðsvenjaran á orði, høvdu føroysku íðkararnir longu tryggjað sær sjey av níggju møguligum heiðurs- merkjum. Spurdur, um lagið nú var betri, enn tað var mána- dagin, brosaði Henrik og segði, at sjálvandi var tað tað. - Tað er heilt klárt, at tað nú eru veruligu karakter- irnir, sum verða givnir. Hetta ger, at vinnararnir verða teir røttu, og tíbetur er líkt til, at tað eru vit, sum fara avstað við tí mesta, og enn eru tvær kappingar eftir, so hvør veit. Bóðu teir gloyma Sæð í ljósinum av kapp- ingini mánadagin, so kundi ein borið ótta fyri, at føroysku íðkararnir kanska fóru at verða uppsettir mikudagin, men soleiðis varð tíbetur ikki. Spurdur, hvat hann hevði sagt sínum íðkarum í tíðarbilinum frá mánakvøldinum til miku- morgunin, segði Henrik, at hann fyrst og fremst hevði biðið teir um at gloymt alt tað, sum hendi mánadagin. - Eg royndi bara at fáa teir at leggja alt hatta aftur um bak. Segði við teir, at tað sum hendi frameftir í málinum, skuldu vit nokk taka okkum av, og tað hava vit so eisini gjørt. - Teir fingu boð um at fokusera upp á dagin í dag, og tað hava teir gjørt, og higar til hevur tað jú gingið framúrskarandi, segði venjarin at enda. Gull-slúkurin Uppsettir Lagið var betri - Vit bóðu leikararnir leggja mánadagin aftur um bak, og tað hava teir so eisini gjørt, segði ein ovurfegin, Henrik Berthelsen - Vit vístu teimum, hvat skápið skuldi standa C M Y K 26 Nr. 131 - 12. juli 2001 27 Dell Dimension 4100 Dell Latitude C500 FARODANE 07-01 Serprísur fyri Logitech tráðleyst knappaborð & mús: 630,- v/mvg 700 MHz Celeron, 128MB SDram, 10GB Harddisk, 14.1" XGA TFT skerm, 24xCD-Rom, IrDA 1.1, 8MB ATI 2xAGP Rage Mobility M-1 3D grafikkort, Innbygt 16Bit SB Pro kompat. 3D ljóðkort, Dualpoint (Touch Pad og Track stik), 3.5" 1.44MB FloppyDrev, Smart Lithium Ion battar, Windows 2000 DK , 1 ára garanti FARTELDA Dell Latitude C500 700MHz 19.750,- v/ mvg DELL Dimension 4100 0605b 1000MHz 1000MHz Intel PIII, 128MB SD-RAM PC133, 40GB IDE Harðdisk(7200rpm), 16X IDE DVD-ROM (40XCD), 56K V.90 Data/Fax Modem, 32MB nVIDIA GeForce 2MX grafikk- kort v/TV-OUT, Creative SB 64v ljóðk., DELL E771p 17" litskerm, AltecLansing ACS340 há- talarar v/subwoofara, 3.5" disklastøð, MS. IntelliMouse v/ Scroll, DELL músamátta, Norton AntiVirus2000 (90dg. roynd), MS. WorksSuite2001 DK, Windows ME DK 3 ára garanti. 13.990,- v/ mvg Einans seytjan ár eftir lítillætnu byrjanina í einum kjallararúmi í Austin, Texas, og djørvu framsøgnir grundleggjarans, Michael Dells, um at “basa IBM”, hava kundarnir nú gjørt Dell til heimsins størsta telduframleiðara. Dell Computer, sum fyri tveimum árum síðani fór fram um IBM, hvat marknaðarparti viðvíkir, hevur nú eisini tikið seg fram um Compaq, og er sostatt í heiminum sum telduframleiðari. DELL framleiðir heimateldur, desktops, farteldur og workstations umframt smærri og størri servarar. Í teldunum, sum í høvuðsheitum verða framleiddar í Írlandi, finnast bert lutir av hægstu dygd. nr. 1 Fyrivarni verða tikin fyri broytingum og prentvillum DELL á odda 27