Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 107 - 6. juni 2008 Sum fyrsti peningastovnurin í Føroyum bjóðar Føroya Banki serstaka barnauppsparing við framúr lønandi rentu frá fyrstu krónu. Ein munandi uppsparing er ein gáva til framtíð barnsins, eitt nú til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað. Foreldur, ommur, abbar og onnur kunnu seta pening inn á Barnauppsparingina. Sum nakað nýtt er peningurin bundin líka fram til 20 ára føðingardag barnsins, og sostatt er Barnauppsparingin frá Føroya Banka tryggasta barnauppsparing í landinum. www.foroya.fo 5% í rentu á nýggju Barnauppsparingini Eitt ø er ikki bara eitt ø – marknaðarfólk til Føroya Banka Føroya Banki er ein ógvuliga væl grund aður og gjøgnumførdur banki á øllum økjum. Tak til dømis bók stavin ø í navni okkara. Ikki bara eitt ø, men ein væl umhugsað føroysk finessa, rótfest og før leika fest eins og Føroya Banki. Soleiðis eru vit, og hevur tú hug at gerast ein partur av starvsliði bankans, bjóða vit tær starv á marknaðardeild okkara. Starvið Sum marknaðarfólk í Føroya Banka arbeiðir tú verk- ætlanargrundað og ert við í toyminum, sum røkir nýggja og unga brand okkara, ið varð ment til samleikaskiftið í 2007. Tú fært bestu umstøður at hvessa tíni evni, eins og tú fært rúm og frið at skipa tínar arbeiðsuppgávur, so at tær hóska til títt arbeiðs- og sinnalag. Tín meginábyrgd verður at marknaðarføra vinnu- og íløguøki bankans og at skipa innanhýsis samskifti okkara. Í hesum seinna er møguleiki at leggja til rættis eina nýggja innanhýsis samskiftisætlan. Tú Tú arbeiðir við eldhuga, dugnasemi og framsøkni, eins og bankin. Tú hevur persónliga slagkraft, sigur tína meining og heldur høvdið kalt, tá ið á leikar. Tú samstarvar væl og dugir at fremja ásett mál saman við tínum starvsfeløgum. Harumframt hevur tú sjálvandi útbúgving ella royndir í marknaðarføring/samskifti, eins og tað er fyrimunur at hava royndir við verkætlanarleiðslu ella samskipan. Tú hevur góðan førleika at skriva bæði føroyskt og enskt. Føroya Banki og marknaðardeildin Sum fyrsti børsskrásetti banki í Føroyum er Føroya Banki eitt nýmótans arbeiðspláss, ið virkar eftir altjóða virkis háttum. Mark naðardeildin, sum verður tín deild, hevur ábyrgd av samskifti og marknaðarføring bankans. Av spennandi upp gávum, sum deildin hevur staðið fyri, kunnu nevnast 100-ára hald bankans og samleikaskiftið í 2007. Á mark n- aðar deildini starvast í løtuni fimm fólk. Meira at vita Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Poulu M. Kass, leiðara fyri marknaðardeildini, á tel 330 464 ella á pmk@foroya.fo. Skrivlig umsókn saman við avriti av CV og prógvum skal sendast til: starvsfolk@foroya.fo ella til P/F Føroya Banki, Att: Bjarki Mohr, Húsagøta 3, FO-100 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. juni.