Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008 T á ið spælararnir á sveisiska og kekkiska landsliðnum spáka inn á leikvøllin í Basel í annaðkvøld, verða tað teir, sum fáa høvi at spæla fyrsta dystin í 13. EM-endaspælinum í fótbólti. Í hølunum á Sveis og Kekkia koma 14 aðrar europeiskar fótbóltstjóðir á vøllirnar í Sveis og Eysturríki, har EM-enda- spælið verður hesaferð. Á ðrenn hetta EM-endaspælið hava europeisku londini spælt í drúgvari og harðari undankapping, har nógv lið hava ligið framvið. Og tað eru bara tey bestu, sum nú standa eftir. Millum tey, sum fullu á vegnum, eru lond sum vanliga verða roknað sum sterkar fótbóltstjóðir. Lond sum Ongland, Danmark, Noreg, Serbia, Ukraina og Bulgaria. O g so sjálvandi eisini Føroyar, sum vóru við í sterkum undanbólki, har Frakland, Italia, Skotland og Ukraina vóru í harðari kapping um tey bæði plássini í EM-endaspælinum. Føroyar megnaðu ikki at fáa nakað stig í kappingini, og eftir teir 12 dystirnar var málmunurin 4-43. Men tað vóru eisini góðar løtur – til dømis tá ið Italia vitjaði á Tórsvølli, og tá ið Føroyar trýstu Skotland í botn ein hálv- leik á Svangaskarði. Men Føroyar kunnu bara droyma um at verða við í endaspælinum, har stórar hetjur og skurkar verða funnir . V it gleða okkum til stóru dyst- irnar millum stóru spælar- arnar og tær smáu, magisku løturnar í dystunum - tá ið Ronaldo snýtir ein verjuspælara, Ballack smekkar bóltin í málið, van der Sar bjargar einum góðum skoti ella Toni stútar bóltin í kassan. T ey 16 europeisku londini leggja nógv fyri í royndini at vinna EM. Landsliðsspælararnir spæla nógvir í stórum kapping- um kring Europa, har pengarnir floyma, men tá ið teir umboða landið hjá sær til eitt endaspæl, snýr tað seg fyrst og fremst um heiðurin. Tað er ein møguleiki at gera seg sjálvan ódeyðiligan sum fótbóltsspælarar. Stóru hetjurnar verða ongantíð gloymdar – og tað verða stóru skurkarnir og tapararnir kanska heldur ikki. Hetta eru dagar, tá ið fótbóltssøga verður skrivað, og frammanundan kann eingin kenna seg vísan í, um tað endar væl ella illa. V ið hesum serblaði við Sosial- urin gjarna geva sínum lesar- um eitt innlit í EM-endaspælið, sum í morgin byrjar á leikvølli- num í Basel, og sum fer at mynda føroyska summarið næstu tríggjar vikurnar. Teir bestu av teimum bestu Næstu tríggjar vikurnar skulu bestu landsliðini í Europa spæla ímóti hvørjum. Tann 29. juni stendur eitt land eftir sum tann stóri vinnarin. Hetta er summarið, tá ið spælarar gerast hetjur ella skurkar fyri lívið