fríggjadagur 6. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 107 - 6. juni 2008
Sum einasti føroyski
miðil fekk Rás2 eina
samrøðu við kan
adisku heimsstjørn
una Bryan Adams.
Tað var Jón Brian
Hvidtfeldt, ið saman
við Eyðun Klakkstein
gjørdi samrøðuna,
sum vit prenta her í
fullum líki, beinleiðis
umsett til føroyskt
SAMRØÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonb@sosialurin.fo
Vælkomin til Føroya, harra
Adams.
Hvussu hava tit tað? Gott
at síggja tykkum.
Takk í líka máta. Fyrst av
øllum, tú hevur spælt í meiri
enn 30 ár, og tú hevur selt
fleiri enn 70 milliónir eintøk
um allan heim...
Nú er tíð at eta!
At eta, ja, men harra
Adams, er tað framvegis
stuttligt?
Ja,
sjálvandi.
Annars
hevði eg ikki verið her, tað
er jú tað, alt snýr seg um.
Hvat væntar tú tær av
kvøldinum?
Eg vænti tað verður óført.
Tað sær í hvussu er gott út
har úti, fólk síggja spent út.
Øll hava tosað um hetta síð
ani eg lendi her við flogfari
mínum, so eg eri spentur,
og eg eri vísur í, at tað
verður gott. Vit koma beint
úr Danmark og Svøríki, har
vit hava spælt, og øll kvøld
hava verið óføra góð, og tað
vænti eg, at kvøldið í kvøld
eisini verður.
So tær dámar framvegis
lívið, dámar at spæla?
Sjálvandi, eg eri jú tón
leikari, og tað er hetta,
tónleikarar gera.
Tú hevur ferðast nógv
hesi 30 árini, hvussu er tað
at koma til eitt slíkt stað?
Well, tú snarar til vinstru,
tá tú kemur til Oslo, og so
er tú her!
Við egnum flogfari?
Tað ger ikki mun. Tú
noyðist í eitt flogfar ella
ferju, fyri at koma her.
Hevur
tú
myndatólið
við?
Ja, eg tók myndatólið við.
Hevur tú funnið nøkur
góð motiv?
Eg tók eina mynd út
gjøgnum
vindeygað
og
sendi mammu hana.
Harra Adams, tú hevur
verið í tónleikaídnaðinum so
leingi, at »Summer of 69« er
so langt síðani, at »The kids
wanna rock« kundu verið tíni
abbabørn, fer tú at verða
»Eighteen til (you) Die«?
Tað ljóðar, sum tú kennir
songheitini hjá mær. Eg
haldi, at hatta er ein góður
metaforur fyri lívið, heldur
tú ikki tað?
Átjan á pallinum altíð?
»Eighteen til I Die« er
ein góður metaforur, uttan
mun til hvar tú ert.
Ein annar spurningur,
harra Adams...
Sig Bryan
Ein annar spurningur,
Bryan, eg havi lisið onkun
staðni og somuleiðis sæð
tað á YouTube, at tú var
fyrsta vestliga stjørnan sum
hevði framførslur í størsta
býnum í Pakistan, Karachi,
29. januar 2006, hvussu
kom hetta í lag?
Á sama hátt sum tað kom í
lag, at eg eri í Føroyum. Tað
eru fólk har, ið dáma tónleik,
eg varð boðin til Pakistan. Tað
var eitt væleydnað kvøld.
Orsøkin til at eg spyrji er
hon, at hetta eisini var eitt
vælgerandi tiltak til frama
fyri offur fyri einum jarð
skjálvta, har fleiri enn
70.000 fólk mistu lívið. Tú
spælir ofta fyri vælgerandi
endamál, hvat merkir hetta
fyri teg?
Júst
handan
konsertin
komst av, at ein pakistanskur
tónleikari heitti á meg at vita,
um eg kundi hjálpa honum at
seta eina framførslu upp á
beinini fyri at savna pening
til tey jarðskjálvtaraktu og
eisini fyri at hjálpa til at fáa
smáu børnini at ganga í
skúla. Børn arbeiða longu
frá ungum aldri, og teir royna
at innføra eina nýggja skipan,
har foreldrini fáa pening fyri
at hava børnini í skúlanum.
Tað helt eg ljóða sum eitt
gott tiltak, og sum við flestu
øðrum hjálpartiltøkum, eg
havi verið við til, er tað sam
an við øðrum tónleikarum.
Um vit hyggja at einum av
fyrstu hjálpartiltøkunum, eg
var við til, nevniliga Live
Aid, var eg bjóðaður av ein
um starvsfelaga, Bob Gel
dorf, so tað er alla tíðina tón
leikarar sum arbeiða saman
við tónleikarum.
Tú hevur eisini Bryan
Adamsgrunnin. Hvat hevur
hann at siga fyri teg?
Eg setti tann grunnin á
stovn stutt eftir, at eg hevði
spælt í Pakistan. Eg hevði
hugsað um hetta í eina tíð,
og hetta er nakað, sum eg
kann fyrihalda meg til,
bæði mína tíð og mína fram
tíð. Við tíðini ætli eg at nýta
meiri tíð at hjálpa fólki, tað
er mín ambitión.
Tú hevur spælt so nógva
staðni runt um í heiminum,
og nú spælir tú í Føroyum,
hevur tú eina serliga heilsan
til føroyska fólkið?
Tað er fantastiskt at vera
her, og skal eg vera púra
erligur, so hevði eg ongantíð
væntað, at eg skuldi spæla
her, so... Tá ið onkur segði
við meg »Vil tú spæla í Før
oyum«, segði eg »Veruliga,
sjálvandi, tað vil eg ógvu
liga fegin«, so eg gleði meg
veruliga at fara á pallin.
Visti tú nakað um Føroyar
áðrenn tú komst higar?
Ógvuliga lítið. Bara geo
grafiskt, at tær lógu mitt í
Norðuratlantshavi, og tað er
fyri so vítt tað. Eg visti at tit
høvdu ríkissamband við
Danmark, tí eg hevði eina
danska unnustu í langa tíð –
eg hugsaði um at senda hana
her! Nei, hatta var skemt.
Onkur sigur, at tú tosar
danskt?
Jeg snakke en lille smule!
Sum tú segði hevur tú
myndatólið við tær, hvar
ætlar tú at taka myndir?
Um eg fái tíð so, ja. Kanska
av onkrum seyði, av onkrum
xxxxxx! Man veit ikki.
Hvussu leingi verður tú í
Føroyum?
Vit vera her í morgin, vit
fara at hyggja okkum um
eitt sindur. Onga fasta ætl
an, vit fáa at síggja. Vit fara
helst at sova leingi í morgin,
tí tað er fyrsti frídagur vit
hava havt seinastu vikuna.
Vit hava tvær farteldur,
sum vit ætla at geva barna
deildini á landssjúkrahús
inum...
Tit hava savnað pening,
hvussu gjørdu tit tað?
Vit seldu eitt atgongumerki
til konsertina, og so eru tað
tvær KTfyritøkur, sum hava
latið hvør sína teldu.
Tað var flott av tykkum.
Vit hava eisini nakrar tour
skráir, sum eg skal signera,
so kunnu tit geva børnunum
tær eisini.
Takk fyri, og so kann eg
siga tær, at atgongumerkið
fór fyri 3.350 krónur.
Kosta atgongumerkini so
nógv?
Nei, tað var tað, sum ein
persónur rindaði fyri hetta
atgongumerkið.
Tað er gott, at fólk eru
gávumild, takk fyri. Og
takk til tey.
Um tú hevði viljað sign
era farteldurnar...
(Bryan Adams signerar.)
Takk fyri. Hvat lag verður
tað fyrsta, tú fer at spæla í
kvøld?
Er hetta ein beinleiðis
sending?
Ja.
Men um eg sigi tykkum tað,
er tað ikki longur nakað yvir
raskilsi. So hvat halda tit?
Tað er upp til tín.
Tey, sum eru komin til
konsertina lurta neyvan eftir
radio, so tann fyrsti sangurin
verður »There’ll Never Be
Another Tonight«.
Og tað fer heldur ikki at
verða eitt annað kvøld sum
hetta á Tórsvølli.
Rætt. Men øll kvøld eru
serlig, og fyri okkum er hatta
fyrsta kvøldið her, so vit eru
ógvuliga spentir, Takk fyri.
Takk sjálvur, og góða
konsert.
Hevði ongantíð væntað at spælt her
Saman við einari heimsstjørnu. Eyðun
Klakkstein, reportari, Bryan Adams,
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2 og Jón
Brian Hvidtfeldt, sum leiddi samrøðuna
Dýrari at flúgva
ESlondini hava samtykt at gera reglur um CO2útlátið hjá flogførum.
Reglurnar koma ætlandi í gildi í 2012 og hava til endamáls at skerja útlátið
hjá flogførunum og at fáa fólk til at ferðast á annan hátt enn ígjøgnum
luftina. Men reglurnar kunnu fáa stóra ávirkan á íslendska flúgving.
Kristján Möller, ráðharri í samferðslu, sigur við blaðið Vísir, at ein
ferðaseðil millum Ísland og útlond kann blíva nakrar túsund íslendskar
krónur dýrari.
Grønland kanska úr IWC
Tað er neyðugt at skipa Altjóða Hvalaveiðinevndina IWC
av nýggjum, soleiðis at bara lond, sum veiða hval, fáa
limaskap í nevndini. Tað heldur grønlendska fiski og
veiðimannafelagið KNAPK. Felagið nevnir beinleiðis
Grønland, Ísland og Noreg og sigur, at øll onnur lond
skulu koyrast burturúr. KNAPK sigur, at verður
arbeiðslagið í IWC ikki broytt, fer felagið at mæla
heimastýrinum til at taka Grønland burtur úr nevndini.
Kristján Möller umsitur millum annað samferðslumál
Mynd: Vísir)