fríggjadagur 6. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. juni 2008 EM-BLAÐIÐ 7
Bólkur A ✦ Kekkia
KeKKia
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum sameind tjóð var fyrrver
andi kekkoslovakia eitt av
londunum, sum av og á otaðu
seg upp móti veruligu elituni.
Størsti sigurin kom uttan iva
í 1976, tá ein ískaldur Patenka
kipti brotsspark inn um
sprellandi Sepp Maier í týska
málinum, tá EMfinalan skuldi
avgerast við brotsspørkum.
Men við EMbronsu í 1980 og
OLgulli sama ár prógvaði
Kekkoslovakia, at teir hoyrdu til
atjóða toppin.
Meira ella minni rak ár fylgdu
í kjalarvørrinum á hesum, og tá
tjóðin skrædnaði í tvey, mundu
tey flestu halda, at útlitini fyri
einum sterkum fótbóltslands
liði gjørdust verri.
Koler er størstur
Skal nøkur einstøk hending
dragast fram, so slepst illa
undan at nevna EMenda
spælið í Onglandi í 1996. Tað
kann væl vera, at tað var verts
tjóðin, sum sang “Football’s
coming home”. Men hóast
Kekkia hesa ferð tapti finaluna
móti Týsklandi og Bierhoff, so
markeraði óvæntaða silvur
merkið, at Kekkia veruliga var í
ferð við at vinna seg móti
europisku tindunum aftur.
Nøvn sum Nedved og Berger
gjørdist brádliga at kalla
heimskend, men hóast hesir í
dag eru givnir, so eru reyðlittu
stjørnurnar nógvar í tali. Í vavi
er eingin teirra størri enn Jan
Koller, men við eini stjørnu
paradu, sum telur eitt nú Cech,
Grygera, Jankulovski, Rosicky
og Baros tolir kekkiski hópurin
sammeting við eitt hvørt annað
landslið. Og skuldu onkrir av
hesum svikið, hevur karismat
iski Karol Brückner fleiri av
mest spennandi fótbóltsnøvn
unum í Europa at velja ímillum,
tá liðið skal setast.
Millum favorittarnar
Tí er eingin ivi um, at Kekkia
aftur hesa ferð skal roknast
millum favorittarnar, tá gull
kandidatarnir verða vigaðir.
Kanska ikki í eins stóran mun,
sum teir vóru tað fyri fýra árum
síðani, tá hálvfinalan tó gjørdist
endastøðin.
Koller og Baros eru kanska
farnir upp um idealaldursmark
ið. Men teir hava royndirnar,
sum gera, at teir altíð kunnu
levera vøruna, tá mest stendur,
og klassiska FyBi samanset
ingin teirra millum er gjøgnum
árini ment til nakað, sum líkist
perfektionismu.
Í málinum er Cech kanska
tann besti í heiminum á plássi
num, og við eini royndari verju,
sum fremur fá mistøk, er
trygdin eisini í lagi, tá avger
andi knockout dystirnir standa
á skránni. Nedved er kanska
ikki longur á miðvøllinum, men
við støðugt mennandi Rosicky
er momentið og ferðin í
álopsspælinum intakt.
Ofta verður tikið til, at
styrkislistin hjá FIFA er ikki heilt
realistiskur, tí torgreidda
útrokningargrundarlagið í
ovurstóran mun favoriserar
ávísar tjóðir. Hinvegin hevur
Kekkia átt støðugt pláss millum
tey sterkastu 10 seinastu 12
árini. Og tað munnu vera fáir
landsliðsvenjarar, sum í dag
vilja mótmæla pástandinum
um, at Kekkiska landsliðið væl
og virðiliga hevur uppiborið
verandi sætta plássið á
listanum. Eisini hóast Berger
og vinmenninir eina løtu
kastaðu Fairplay regluna fyri
borð, tá trý virðismikil stig
skuldu togast heim í fjalla
lendinum móti eini pinkutjóð í
Atlantshavinum ein ráligan og
mjørkatungum septemberdag í
1998.
Duga betur einsamallir
Kekkia
1 Petr Čech
2 ZdenČk Grygera
3 Jan Polák
4 Tomáš Galásek
5 Radoslav KováČ
6 Marek Jankulovski
7 Libor Sionko
8 Martin Fenin
9 Jan Koller
10 Václav SvČrkoš
11 Stanislav VlČek
12 ZdenČk PospČch
13 Michal Kadlec
14 David Jarolím
15 Milan Baroš
16 Jaromír Blažek
17 Marek MatČjovský
18 Tomáš Sivok
19 Rudolf Skácel
20 Jaroslav Plašil
21 Tomáš Ujfaluši
22 David Rozehnal
23 Daniel Zítka
Venjari: Karel Brückner
Kekkoslovakia hevði
sínar upp- og niðurtúrar á
altjóða fótbóltspallinum.
Fólkagrundarlagið minkað,
tá landið fór í tvíningar,
men síðani 1993 hevur nú
einsamalla Kekkia støðugt
talst millum tey allar-
sterkastu
Fótbóltsliga svarið upp á Nikolai
Valuev, verður hann róptur. Undir
øllum umstøðum er 100 kilo tungi
og 202 sentimetra høgi Jan Koller
ein ræðandi mótstøðumaður hjá
einum og hvørjum verjuspælara
Mynd: Polfoto/AP