fríggjadagur 6. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 107 - 6. juni 2008
Fleiri tvingsilssølur
Talið á sethúsum og íbúðum í Danmark, sum fara á tvingsilssølu,
veksur í hvørjum. Í apríl vóru tvingsilssølurnar 153 í tali, og í mai
kom talið upp á 206, sigur kringvarpið DR. Serfrøðingar siga, at
fellandi prísur á húsum og íbúðum er ein orsøk til gongdina. Eitt
annað er, at rentan á summum lánum er hækkað. Serfrøðingarnir
vísa tó á, at tvingsilssølurnar í Danmark eru fáar í tali samanborið
við støðuna fyri bara fáum árum síðani.
Fellandi húsaprísur og hækkandi renta elva til tvingsilssølur í Danmark
Mynd: Polfoto
-Manningarnar á
føroyskum fiski-
skipum eiga at fáa
fasta løn, heldur
Maskinmeistara-
felagið, men tað
gongur illa at halda
lyftini, sum vórðu
givin fyri einum
hálvum ári síðani
Hýrur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Manningarnar á føroyskum
fiskiskipum, eiga at fáa
fasta løn.
Tað heldur Føroya Mask
inmeistarafelag.
Páll Hansen, formaður í
felagnum, sigur, at tað er
neyðugt at hugsa nýtt og tað
er neyðugt at hugsa koll
veltandi í eini roynd at hjálpa
fiskivinnuni eitt lítið sindur
at koma burtur úr nagga
tódnini, hon er komin í.
Tað hildu Reiðarafelagið
og Fiskimannafelagið eisini
fyri einum hálvum ári síð
ani, tá ið Fiskimannafelagið
fór í verkfall fyri at fáa ein
betri sáttmála.
Tá avtalaðu partarnir, at
viðgera
sáttmálarnar
av
nýggjum við tí endamáli at
fáa heilt nýggjar sáttmálar
og miðað skuldi verið eftir
at fáa hini bæði manningar
feløgini, Skiparaog naviga
tørfelagið og Maskinmeist
arafelagið við í tað arbeið
ið.
Mett verður, at sáttmálar
nir, sum nú eru arbeitt eftir,
eru stirvnir og ótíðarhósk
andi og tí verður neyðugt at
kollvelta alla skipanina sum
hon er og at byggja nýggjar
sáttmálar upp frá grundini.
Ein arbeiðsbólkur skuldi
setast at gera arbeiðið og
farast skuldi til verka bein
anvegin. Longu 1. apríl
skuldi
arbeiðsbólkurin
handa Reiðarafelagnum og
manningarfeløgunum
eitt
uppskot til ein arbeiðssetn
ing og eina tíðarætlan fyri
arbeiðnum at tilevna nýggj
an sáttmála.
Ongin vilji
Men nú vit eru komin heilt
í juni mánað, má staðfestast,
at hetta arbeiði er akkurát
ongan veg komin.
Hóast tað nú er eitt hálvt
ár síðani, at hendan avtalan
varð gjørd, gongur ómeta
liga strilti at fáa gongd á,
staðfestir Páll Hansen.
Feløgini løgdu annars
bragdliga út og stutt eftir at
sáttmálin varð undirskrivað
ur beint eftir nýggjár, vóru
tveir fundir ímillum Reiðar
afelagið og manningarfel
øgini.
Formaðurin í Maskin
meistarafelagnum sigur, at
ongin fundur hevur verið
um spurningin síðani í mars
mánaði, ella í næstan tríggj
ar mánaðir.
Eftir hansara tykki er tað
Reiðarafelagið, sum mest
liggur í buktini.
Eg haldi ikki at nakar
veruligir vilji er til at fáa
gongd á hetta arbeiðið.
Páll Hansen sigur, at sein
astu tíðina hevur alt orða
skifti snúð seg um dýra olju
og alt annað er mestsum
druknað í tí.
Føst løn til sjómenn
Men formaðurin í Maskin
meistarafelagnum
heldur
framvegis, at tað hevur
ómetaliga stóran týdning at
fáa sáttmálaviðurskiftini í
rættlag.
Og eftir hansara tykki er
neyðugt at gera heilt nýggj
ar sáttmálar.
Tað nyttar onki at pjøssa
upp á gamlar sáttmálar, tá
ið tað er rótviðgerð, sum
krevst.
Hann sigur, at Maskin
meistarafelagið hevur lagt
eitt uppskot fyri manningar
feløgini og Reiðarafelagið
um at manningarnar á fiski
skipunum verða fastløntar.
Men gongst tað skipun
um væl, eigur tað at kasta
eitt prosentbýti av sær aft
urat til manningarnar.
Páll Hansen sigur, at
hetta var ætlað sum eitt upp
legg til eina heilt nýggja
skipan og sum Maskinmeist
arafelagið hevur lagt fyri
partarnar.
Men tíverri er sær út til,
at alt prát um sáttmálarnar
er dottið burtur og tað
halda vit er stórt spell, sigur
Páll Hansen.
Og innast inni viðgongur
hann, at hann ivast í veruliga
viljanum
hjá
Reiðara
felagnum at viðgera málið
yvirhøvur.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Reið
arafelagnum, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Fiskimenn
skulu hava
fasta løn
Jenis av Rana blandar
tvey viðurskifti saman og
tað verður undir ongum
umstøðum góðtikið, sigur
landsstýriskvinnan í
vinnumálum
Skeinking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg fari ikki so mikið sum at
umhugsa at ganga krøvunum á
møti.
Bjørt Samuelsen, landsstýr
iskvinna í vinnumálum er púra
avgjørd, tá ið hon skal siga sína
meining um tey krøv, sum Jenis
av Rana ætlar at seta Atlantsflog.
Í Sosialinum fyrr í vikuni segði
formaðurin í Miðflokkinum, at
skal flokkurin taka undir við
ætlanini at gera eina sølubúð við
tollfríum vørum á flogvøllinum í
Vágum, skal Atlantsflog afturfyri
gevast
at
skeinkja
ókeypis
umborð á flogførunum.
Tað er Bjørt Samuelsen, sum
Atlantsflog undir sær í Landsstýr
inum og tí verður tað hon, sum
skal seta Atlantsflog hesi krøv
ini.
Men tað fer hon undir ongum
umstøðum at gera.
Her blandar Miðflokkurin
tvey viðurskifti saman, sum als
onki hava við hvørt annað at
gera, staðfestir Bjørt Samuelsen.
Tí eru hetta fullkomiliga
órímilig krøv at seta.
Hon tekur eisini avgjørda frá
støðu frá, at landsins myndugleik
ar leggja seg út í, hvørja tænastu
Atlantsflog veitir sínum viðskifta
fólki.
Tí fari eg ikki so mikið sum
at umhugsa at seta Atlantsflogi
krav um at halda uppat at skeinkja
ókeypis umborð á flogførunum.
Hon heldur eisini, at Jenisi av
Rana nýtist ikki at stúra so illa
fyri, at hetta kann vera ein trygdar
spurningur, tí tað eru ógvuliga
strangar reglar fyri rúsdrekka
nýtslu umborð á flogførum og
tað er ikki loyvt at skeinkja fólk
full.
Órímiligt krav til Atlantsflog
- Tað gongur sera strilti at halda gjørdar avtalu. Vit í Maskinmeistarafelagnum hava lagt
eitt uppskot til eina loysn borðið, men enn eru vit ongan veg komin, sigur Páll Hansen,
formaður í Maskinmeistarafelagnum