fríggjadagur 6. juni 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008
Bólkur A ✦ Sveis
SveiS
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Jakob “Köbi” Kuhn gjørdist
sveisiskur landsliðsvenjari í
2001. 14 mánaðir eftir sína
starvssetan skrivaði hann sín
málsetning niður fyri sveisiska
landsliðið. Hann skrivaði: “Vit
vilja verða evropameistarar”,
og bygdi hann hetta á nakað,
sum fór fram í Danmark á vári í
2002.
Hetta árið var EM-enda-
spælið fyri U-17 lið í Farum.
Millum teir, sum tóku lut vóru
Wayne Rooney fyri Ongland og
Lukas Podolski fyri Týskland,
men tað gjørdist Sveis, sum
hevði Philippe Senderos og
Tranquillo Barnetta á liðnum,
sum vann U-17 EM kappingina
í Danmark. Og tað var hetta
ættarliðið av evnaríkum
sveisiskum fótbóltsspælarum,
sum Jakob Kuhn hevði í huga,
tá hann skrivaði málsetningin
fyri sveisiska A-landsliðið
niður.
Einki sást til hendan mál-
setningin í EM-endaspælinum í
Portugal í 2004, har Sveis bert
fekk eitt stig ímóti Kroatia, og
tapti ímóti Onglandi og Frak-
landi. Tó til HM-endaspælið
gekk munandi betur. Sveis
vann 2-0 á bæði Togo og
Suður-Korea, og spældi javn-
leik 0-0 ímóti Fraklandi. Í 1/8
finaluni møtti Sveis Ukraina.
Dysturin og umdysturin
endaðu 0-0, og liðini máttu út í
eina brotssparkskapping. Her
skrivaði Sveis neiliga fótbólts-
søgu við at brenna øll síni
brotsspørk. Teir skrivaðu eisini
jaliga fótbóltssøgu við at gerast
fyrsta landið, sum var sligið út
úr einum HM-endaspæli, uttan
at lata nakað mál fara inn.
Nú skal Sveis royna at gera
tað enn betur, men teir eru í
bólki saman við Portugal, sum
er millum favorittarnar, Kekkia
og Turkaland, so tað verður ikki
bara sum at siga tað. Tó hevur
málsetningurin hjá Jakob Kuhn
verið, at sveisiska liðið skuldi
toppað í 2008. Ein heimavallar-
fyrimunur minkar so ikki um
tær ætlanirnar.
Bara venjingardystir
Sum vertsland er tað altíð
torført at vita hvar ein flýtur í
sjónum. Sveis hevur spælt 17
venjingardystir við misjøvnum
úrslitum. Sveis hevur vunnið
ímóti Hollandi, men hevur
eisini tapt ímóti m.ø. Nigeria,
USA, Eysturríki og Kolumbia.
Jakob Kuhn metir tað tó ikki
verða ein trupuleika, at
mennirnir hjá honum ikki hava
leikt ein kappingardyst í 2 ár.
Hann metir sínar spælarar
verða greiðar yvir, at ein stór
uppgáva, og ein stór uppliving
bíðar teimum á heimavølli, og
at tað er sjálvsagt, at teir fara
at megna at lyfta uppgávuna.
Umframt Senderos og Barnetta
hevur Sveis eisini 28 ára gamla
Alexander Frei á liðnum. Frei
hevur skotið 35 mál í 58
landsdystum, okkurt teirra
ímóti Føroyum. Senderos,
Barnetta og Frei verða mettir at
verða sera avgerandi fyri at
Sveis kann røkka
málsetninginum hjá Jakob
Kuhn um at vinna EM. Sum
Jakob Kuhn sigur sjálvur:
“Grikkaland vann EM í 2004, so
hví skulu vit ikki kunna gera tað
á heimavølli?” Føroyar hava
spælt 4 undankappingardystir
ímóti Sveis, á útivølli hava vit
tapt 5-1 og 6-0. Á heimavølli
hava vit tapt 1-0 og 3-1.
Sveis
1 Diego Benaglio
2 Johan Djourou
3 Ludovic Magnin
4 Philippe Senderos
5 Stephan
Lichtsteiner
6 Benjamin Huggel
7 Ricardo Cabanas
8 Gökhan Inler
9 Alexander Frei
10 Hakan Yakin
11 Marco Streller
12 Eren Derdiyok
13 Stéphane
Grichting
14 Daniel Gygax
15 Gelson Fernandes
16 Tranquillo Barnetta
17 Christoph Spycher
18 Pascal Zuberbühler
19 Valon Behrami
20 Patrick Müller
21 Eldin Jakupovic
22 Johan Vonlanthen
23 Philipp Degen
Venjari: Jakob Kuhn
Venjarin
avskrivar
EM-sigur
Longu í 2002 skrivaði sveisiski landsliðsvenjarin,
Jakob Kuhn, at tað fór at verða ógjørligt at vinna
EM. Nú hevur hann so møguleikan á heimavølli
Alexander Frei er tann spælarin á sveisiska landsliðnum, sum hevur skotið flest mál. Mynd: Polfoto