Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 107 - 6. juni 2008 Faroe 5 útgávukonsert Tær fimm genturnar, sum manna bólkin Faroe 5, ið Eyðfinn Jensen og Kári Jacobsen funnu fram millum 36 áhugaðar gentur, hevði í gjárskvøldi sína fyrstu framførsluna hjá sær, sum eisini var útgávukonsert av fyrstu stakfløgu teirra, á torginum í SMS. Ummælarin, Sunneva H. Eysturstein, var til staðar. „Torgið í SMS var á tremur við bæði børnum og vaksnum, tá eg kom inn. Heilt frammi við pallin stóðu sjálvandi børnini. Eitt sindur longri afturi tey spentu foreldrini, systkinini og vinfólkini. Heilt afturi og uppi á balkongini, heilt frá Baresso og allan vegin yvir móti høvuðsinngongini, stóðu fólk úr øllum alduri og stíli og bíðaðu eftir, at framførslan skuldi byrja (...) So var tíðin endiliga komin til tað, ið øll bíðaðu spentast eftir; Faroe 5! Sjálvt um áhoyrararnir ikki vóru nakað serliga geilaðir og hvørki róptu ella løgdu press á, tóktist tað knapliga sum um, at pallurin var við at eksplodera í nervum og spenningi. Eg veit ikki, hvat tað var, sum gjørdi tað. Men hví skal eg eisini vita tað? Eg havi ikki roynt knapliga at sloppið við í ein gentubólk, ið skal gerast Føroya stóra poppgáva í framtíðini.“ Les alt ummælið av konsertini mánadagin. - Vit eru í eini løgnari støðu: Her er ein heilur miðbýur tøk- ur til menning og spennandi og krea- tiv hugskot. Spurn- ingurin er bert, hvussu vit á bestan hátt duga at útnytta hetta, sigur Jóhann Lützen, leiðari í Miðlan Stevnubýur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Dávur Winther Klaksvík: Hóast ein stór ætl­ an dettur niðurfyri, er ikki vist av tað bert verða negativ­ ar avleiðingar av hesi orsøk! Nógv umtalaða miðbýar­ ætlanin í Klaksvík datt handilsliga niðurfyri, men hetta merkir kortini ikki at fólk eru fallin í fátt av hesi orsøk. ­ Tað ljóðar kanska løgið, men ein kann eisini síggja hetta við positivum brillum: Tað er helst onga aðrastaðni í heiminum at vit hava møguleika at menna okkara miðbý við góðum og kreat­ ivum hugskotum. ­ Tað snýr seg í roynd og veru um, at ein megnar at blanda kortini á rættan hátt, soleiðis at úrslitið verður hitt allarbesta, sigur Jóhann Lützen, sum hevur høvuðs­ ábyrgd av samskiftis­ og kunningarøkinum hjá Klaks­ víkar kommunu. Hóast ætlanin ikki verður framd júst soleiðis sum ein í fyrstu syftu ímyndaði sær, er framvegis gongd í málin­ um. So seint sum í hesi vik­ uni var ein av arkitektunum handan ætlanina at gera eina nýggja heildarætlan fyri miðbýin á vitjan. ­ Her hendir øgiliga nógv beint nú innan byggivirk­ semið, og í næstum verður hol sett á fleiri stórar ætlan­ ir, sigur ein bjartskygdur Jóhann Lützen. Myrk skýggj Í Klaksvík hava altíð búð fólk við dirvi og áræði, og sum hava torað at taka stór­ ar avgerðir og fíggjarliga tung tøk, tá hetta var neyð­ ugt. Hesa gongdina hava fólk í býnum mangan sæð, og tað var millum annað hetta sum gjørdi sítt til, at býurin reisti seg so skjótt aftur eftir herviligu kreppuna fyrst í 90’unum, og sum eisini fekk stóra ávirkan á lívæðr teirra, fiskivinnuna. Tað var týðiligt at síggja, at klaksvíkingar og norðoy­ ingar vildu tað øðrvísi enn restin av landinum. Tað var sum um hugburður teirra var, at hetta vilja vit megna sjálvi. Eitt úrslit av hesum var tí, at stóra flakavirkið í býnum ikki fór upp í Fiskavirking Eiga: Ein tøkan miðbý Ynskja: Kreativ hugskot - Vit hava bestu havnina í landinum her í Ánunum, sigur Jóhann Lützen, leiðari í Miðlan og sum hevur høvuðsábyrgd av samskiftis- og kunningarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu. Nú skal ein nýggjur havnastjóri gera sítt til at virksemið verður her, bæði innan fiskivinnu, farmavinnu, ferðavinnu – og helst eisini oljuvinnu Mynd: Dávur Winther