Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 EM-BLAÐIÐ Sosialurin 6. juni 2008 Kroatia Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kroatia hevði í undankapping­ ini beina og trygga kós ímóti endaspælinum. Liðið tapti bert ein av sínum 12 dystum, og tvær ferðir vunnu teir á Ong­ landi, sum má sita heima við hús og hyggja í sjónvarp, nú bestu liðini í Europa dystast um EM. Og hóast avrikini í farnu undankapping vóru góð, so leitar venjarin Slaven Bilic aftur til EM endaspælið í 1996 fyri at fáa íblástur áðrenn stóru dystirnar í Eysturríki og Sveis. Ættarliðið hjá Bilic var tað fyrsta at umboða Kroatia í altjóða fótbólti, og tað gekk væl í Onglandi. Liðið reyk tó úr kappingini í fjórðingsfinaluni ímóti Týsklandi. ­ Tað var eitt stórt vónbrot at tapa ímóti Týsklandi, tí eg helt, at vit vóru betra liðið, men løtan eftir at Sukur hevði javnað til 1­1 fyri okkum var tann størsta, sum eg havi upplivað í mínum fótbóltslívi, sigur Bilic. Hann heldur, at núverandi liðið líkist liðnum frá 1996. ­ Vit hava líknandi spælarar, hugburð og evni. Spælararnir eru eitt sindur yngri nú, og øll kenna teir ikki, men eg eri vísur í, at vit hava eitt sera gott lið, sigur Bilic Saknur í Eduardo Ein av stóru spælarunum í Kroatia er Arsenal­framherjin Eduardo da Silva, men hann verður ikki við til EM­enda­ spælið. Hann fekk ein álvar­ saman skaða í beinið, eftir at hann var útsettur fyri einari ørari takling í einum dysti í Premier League tíðliga í ár. Eduardo skoraði 10 mál í 12 dystum hjá Kroatia í farnu EM­ undankapping, so stórur saknur verður í honum. Ætlanin var, at Eduardo skuldi verða ein av teimum, sum skuldi sparka Kroatia víðari í EM­kappingini, men nú mugu aðrir spælarar taka við. Álopsspælararnir Ivica Olic verður roknaður sum tann vandamesti spælarin á liðnum, og helst verður tað Mladen Petric úr Dortmund, sum fær møguleikan undir liðini á honum í álopinum. Sjálvsálit Kroatiska liðið hevur staðið seg væl í farnu undankapping, og tað hevur bara styrkt liðið. ­ Einki er so gott fyri sjálvsálitið, sum at vinna dystir, og eg havi merkt, at vit eru blivin betur og betur ígjøgnum hesa undankappingina, sigur Slaven Bilic. ­ Vit vunnu á Onglandi á Wembley, og tað var ein stórur sigur fyri okkum. Tað vísir eisini, at eingin skal taka lætt uppá kroatiska landsliðið, men vit vita eisini, at okkara lið verður ongantíð mett saman við Fraklandi, Itlania, Spania, Týsklandi og Onglandi. Kroatiski venjarin sigur, at hann kann ikki vissa sínar landsmenn um góð úrslit, men hann kann vissa øll um, at Kroatia fer at gera alt, sum teir kunnu, fyri at koma langt í kappingini. Bólkur B ✦ Kroatia Kroatia 1 Stipe Pletikosa 2 Dario Šimić 3 Josip Šimunić 4 Robert Kovać 5 Vedran ćorluka 6 Hrvoje Vejić 7 Ivan Rakitić 8 Ognjen Vukojević 9 Nikola Kalinić 10 Niko Kovać 11 Darijo Srna 12 Mario Galinović 13 Nikola Pokrivać 14 Luka Modrić 15 Dario Knežević 16 Jerko Leko 17 Ivan Klasnić 18 Ivica Olić 19 Niko Kranjćar 20 Igor Budan 21 Mladen Petrić 22 Danijel Pranjić 23 Vedran Runje Venjari: Slaven Bilic Gevur sjálvsálit at vinna Kroatiski landsliðsvenjarin vil hava sítt lið at spæla sum í 1996, tá ið hann sjálvur var partur av liðnum, sum stóð seg væl í EM endaspælinum Kroatia vann greitt sín EM- undanbólk, og venjarin heldur, at tað gevur sjálvsálit at vinna nógvar dystir. Mynd: Polfoto