Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 107 - 6. juni 2008 Læraraskúlin hevur opið hús Í kvøld verður opið hús á Føroya Læraraskúla millum klokkan 20 og 23. Hesar seinastu vikurnar hava 2. árs læraralesandi verið í nýggjari starvslæru ella praktikk á skúlum í Eysturoy. Fokus hevur verið á byrjunarlesing, og fríggjakvøldið fara lesandi saman við læraranum Karolinu Matras at greiða frá, hvat hetta hevur snúð seg um, og hvat tey hava fingið burturúr. Sunleif Rasmussen fer at hugleiða um skapandi læring ella kreativitet í læringini, og so verður kunnað um møguleikarnar at lesa til pedagog og lærara. Løgtingið hevur samtykt, at Læraraskúlin nú skal verða partur av Fróðskaparsetri Føroya, og ætlanin er longu í summar at fara undir BA lestur bæði til pedagog og lærara. eins og so mong onnur, hóast hetta sá út til at vera einasta gongda leiðin tá. Líkt var til, at klaksvíkingar funnu seg ikki í øllum! - Nú standa vit aftur yvir- fyri stórum avbjóðingum. Myrk skýggj síggja út til at hanga yvir høvuðsvinnu okk- ara, men satt at siga vænti eg eisini, at vit fara at koma ígjøgnum hetta. - Tað hevur víst seg, at vit her norðuri eru skjót at finna loysnir, og at ein veruliga er uppsettur uppá at klára seg sjálvan – og tað fara vit eisini at gera hesaferð, sigur Jóhann Lützen avgjørdur. Hetta sær ein ikki minst aftur í ætlanunum í havnini í Ánunum, teirri sonevndu Norðhavnini. Einki ferðamannaskip Norðarlaga í býnum hevur ein í longri tíð arbeitt við at gera eina veruliga havn við denti á fiskivinnu, ferða- vinnu og farmavinnu, har skip í øllum støddum kunnu leggja at. Hvør veit, kanska fer eisini ein partur av olju- vinnuni at liggja her. Norðhavnin hevur longu staðið sínar royndir, tí her hava bæði ligið Norröna, flakatrolarar, farmaskip og seismikk-skip. Tað harmar kortini Jóh- ann Lützen, at ikki eitt ein- asta ferðamannaskip kemur til Klaksvíkar í summar. - Ja, tá eg hoyrdi tíðindini um at ferðamannaskip bert koma til Havnar og Runa- víkar í ár hugsaði eg og iva- leyst fleiri við mær: »Tað kann ikki vera rætt!« - Eg meini so við – vit hava tryggastu havnina í Før- oyum, og so verður hon ikki troytt nøktandi. Tað eru fá skip sum ikki kunnu liggja her bæði trygt og gott. Ja, hetta er ikki rætt, sigur hann avgjørdur. Inneftir og úteftir Men vón er fyri stavn. Í hes- um døgum verður lýst eftir stjóra til Klaksvíkar Havn, og verður hansara uppgáva at menna og selja havnina, og ikki minst at mynda havn- ina bæði inneftir og úteftir. Í lýsingini verður sagt, at stórar og spennandi útbygg- ingar geva havnini nýggjar menningarmøguleikar og møguleikar fyri inntøkum. Avbjóðingin er tí snøgt sagt at gera brúk av hesum nýggju og góðu karmunum í fiski- vinnuhøvuðsstaði okkara. - Tað liggur eitt ótrúliga stórt potentiali í havnini, men ein hevur kanska hugs- að ov lítið um hvussu ein skal marknaðarføra hesa. Hetta fer ein nýggjur stjóri at gera sítt til at broyta. Men longu nú er eitt gott arbeiði gjørt fyri at fáa ferða- mannaskip hendavegin. - Tí vænta vit at tað fara at koma fleiri ferðamannaskip longu komandi ár og onnur ár, sigur Jóhann Lützen. 100 ár Klaksvík er tó ikki bert fiskivinna. Skal ein taka nøkur stikkorð fram, kann ein somuleiðis nevna ment- an, sang, tónleik, ítrótt og samkomulív. Í ár verður serliga mentan- ardeildin sett í depilin, nú Klaksvík kann hátíðarhalda 100 ára dag sín í summar. Hetta tiltakið verður saman- sjóðað við væl umtókta Sjó- mannadegnum í august mánaði. - Ætlan okkara er, at hesi bæði tiltøkini skulu hoyrast, síggjast og upplivast, sigur Jóhann Lützen íðin. Kommunan hevur í roynd og veru longu sett hol á hesa markeringina, við tað at umboð fyri allar vinabýir teirra í Norðurlondum hava verið ella koma á vitjan í Klaksvík. Í hesum døgum vitja umboð fyri vinarbýin Tam- pere í Finlandi, og hava sett dám á býin við bæði tón- leiki, Mumi-trøllum og øðrum. Men til stóra hátíðarhaldið í august koma politikkarar úr øllum fimm vinarbýunum hjá Klaksvík – Odense í Danmark, Norrkøping í Svøríki, Tróndheim í Nor- egi, Sisimiut í Grønlandi og Kópavogi í Íslandi. - Ætlanin er tá at dagføra hetta samstarvið, og sam- stundis gera onkrar yvirlýs- ingar um, hvussu vit kunnu menna hetta samstarvið enn meiri í framtíðini, sigur Jóhann Lützen. Klaksvík stendur yvirfyri stórum avbjóðingum í framtíðini. Ein teirra verður at finna fram til, hvussu miðbýurin kemur at síggja út. – Hóast tann upprunaliga ætlanin er dottin niðurfyri, liggja her ótaldir møguleikar, sigur Jóhann Lützen Mynd: Dávur Winther Fyri trimum árum síðani keypti Tórs­ havnar býráð eina trøð Yviri við Strond við tí endamáli, at nýta alla trøðna til eldraøki ELDRAØKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá Tórshavnar býráð fyri trimum árum síðani ognaði sær trøðna hjá Júst Sivert- sen Yviri við Strond, var tað við tí endamáli at nýta alla trøðna til eldraøkið. Í farnu viku vóru húsini, ið stóðu á trøðni, tikin niður. - Tað var ein flokkur á Tekniska Skúla, sum tók húsini niður. Hetta er ein liðug í stuðulsskipan okk- ara soleiðis, at tá flokkar søkja um stuðul verður hesin latin við at flokkurin ger eitthvørt afturfyri, sig- ur Heðin Mortensen, borg- arstjóri. Býráðið hevur lýst í bløð- unum, bæði føroyskum og útlendskum, við hesi verk- ætlan, eftir fyritøkum, sum kunnu standa fyri projekt- ering, ráðgeving og eftir- liti. Fleiri fyritøkur hava víst áhuga, og býráðið hev- ur valt út fimm fyritøkur, sum tað nú verður samráðst við. - Tað eru bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur millum tær fimm, men føroysku fyritøkurnar hava neyvan neyðugu orkuna til einsamallar at standa fyri hesi stóru verkætlan, sigur Heðin Mortensen. Hann metir, at tað bara er sunt við kapping, og at føroysk bygging kann fáa nýggjan íblástur av útlendskari nýhugsan. - Hinvegin kunnu før- oyskar fyritøkur uttan iva verða við, um tær sláa seg saman, heldur Heðin Mort- ensen. Í gongd í heyst Talan er um eina ógvuliga umfatandi verkætlan, sum verður framd í einum, men kortini í trimum byggistig- um. - Talan er um eldraíbúðir, røktarheim og ellisheim. Byrjað verður har tørvurin er størstur, og tí verður fyrsta byggistig røktar- heim. Síðani verður ellis- heimið bygt, áðrenn farið verður undir eldraíbúðir- nar, sigur Heðin Morten- sen. Hann sigur, at økið er ógvuliga væl egnað til endamálið. - Tað liggur beint niðan- fyri Lágargarð, og tí fer at bera til at hava eitt ávíst samstarv millum stovnar- nar. Og hartil kemur, at útsýnið er ógvuliga gott yvir Nólsoyarfjørð og Nól- soy, sigur Heðin Morten- sen. Hetta skal verða nýhugs- an innan eldraøkið og eitt alternativ til traditionella bygging. - Tað skal verða annnað og meiri enn bara ein be- tongklumpur, slær Heðin Mortensen fast. Og tað skal heldur ikki drálast. - Skjøtil skal verða settur á í hesum valskeiðinum. Tað hava vit lova, og tað fara vit at halda, sigur Heð- in Mortensen, borgar- stjóri. Nýhugsan innan eldraøkið Her er ein flokkur av Tekniska Skúla í ferð við at taka húsini niður, sum stóðu á gomlu trøðni hjá Júst Sivertsen Mynd: Álvur Haraldsen »International Fellowship« Seinnapartin leygardagin verður tiltakið ”International Fellowship” aftur á skránni í Meinigheitshúsinum í Havn. Fyrsta tiltakið var hildið 1. september í fjør og tá vóru um 30 fólk møtt upp. Tiltakið sum byrjar kl. 15 í Meinigheitshúsinum í Havn er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond. “International Felleowship” verður skipað fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í Meinigheitshúsinum, sum er tann reyði samkomubygningurin við SMS. Fleiri upplýsingar fáast frá Thurid Brend á fartlf. 581520. Hetta verður seinasta ferðin áðrenn summarfrítíðina. Tey møtast aftur fyrsta leygardag í september – tað er: 6. september.